týsdagur 3. apríl 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 66 - 3. apríl 2007
tíðindi
Seinastu nøvnini á
pallinum í NASA leyg
arkvøldið vóru Høgni
Lisberg saman við ból
ki og Gestir, sum enda
ðu veitsluna.
Fróði Løksagarð
Høgni Lisberg hevði fram
manundan framførsluni í
Reykjavík verið á einari
minni konsertferð í Dan
mark, har hann vitjaði trígg
jar bio-hallir, umframt at
hann saman við bólki eisini
framførdi í donsku sjónvar
pssendingini Go’ Morgen
Danmark. Tískil var talan
um ein bólk í góðari venji
ng, sum skuldu fylla skóg
varnar eftir Eivør, sum fekk
salin at kóka. Og júst glaði
og melodiski tónleikurin
hjá Høgna Lisberg var frá
líkur til endamálið.
Væl samansjóvaður
bólkur
Afturat sær hevði Høgni sín
eftirhondini fasta bólk. Hes
in bólkur er mannaður við
Brandi Jacobsen á trum
mum, Jens L Thomsen á
bass, Hans Poulsen á tan
gentum og Allan Tausen á
guitar. Bólkurin er væl sam
ansjóvaður og ein fragd at
hoyra.
Seinast eg hoyrdi Høgna
á palli í Føroyum, var tá
hann saman við bólkinum
spældi á Summarfestivalin
um í Klaksvík. Hetta er fyri
meg ein minnilig konsert,
sum eg haldi var framúr
væleydnað, og tískil høvdu
teir nógv at liva upp til.
Við fullari ferð
Tónleikurin Høgni framfør
di í Íslandi, var á leið tann
sami sum var framførdur
seinasta summar, tó við und
antaki av tveimum nýggjum
løgum, sum vit skulu venda
aftur til. Teir løgdu út við
lagnum Just Dig, og so koyr
di tað bara við fullari ferð.
Seinna
útgáva
hansara,
Morning Dew, myndaði í
stóran
mun
konsertina.
Íslendingar tóku væl ímøtu
løgum, sum Lela, Learn To
Ride On Waves og Morning
Dew, ið fleiri kendust við,
eftir at Høgni hevur verið
spældur í íslendskum útvar
pi.
Fangandi nýggj løg
Lagið Desert var eisini væl
eydnað, og serliga stuttligt
var tað, tá allir tónleikararnir
trokaðu seg saman fremst á
pallinum. Sum nevnt so
vóru tvey nýggj løg á skrán
ni. Tað fyrra nevndist Birth
Of Stars og tað seinna Been
Out Of Town. Hesi bæði
nýggju løgini vóru bæði
fangandi, og eru partur av
tilfari til eina komandi útgá
vu hjá Høgna, sum væntandi
verður farið undir í næstum.
Eftir konsertina høvdu Høg
ni og hansara menn alla
grund til at fegnast, og vón
andi kann konsertin seta
enn meira ferð á hjá teimum
í Íslandi.
Trupult at umstilla seg
Gestir, sum lótu úr hondum
eina av allar bestu føroysku
útgávunum í fjør, fingu upp
gávuna at enda kvøldið við
føroyskum tónleiki. Tón
leikurin hjá Gestir er filmis
kur og til tíðir dapur, og als
ikki í ætt við tónleikin hjá
Høgna. Hetta gjørdi kanska,
at fólk, sum vóru peppaði
eftir framførsluna hjá Høg
na, høvdu eitt sindur trupult
at umstilla seg til meira
krevjandi tónarnar frá Gest
ir. Eg freistist at halda, at
Gestir høvdu komið meira
til sín rætt fyrr um kvøldið.
Tónleikurin talaði
Framførslan hjá Gestir var
kortini góð. Teir høvdu
styrkt um manningina við
tveimum strúkarum, og het
ta stuðlaði óføra væl undir
tónleikin hjá teimum. Ljóð
myndin var væl útfylt. Løg
ini, teir framførdu, vóru tey
vit kenna frá útgávuni Bur
tur frá toftunum. Persónliga
dámdi mær best løgini, Mitt
í verðini og Úr undirgrund
ini. Gestir eru ikk i teir sum
samskifta mest við lurtarar
an,
sum
tangentleikarin
Knút eisini gjørdi vart við.
Hetta gevur stundum lurtar
anum eina kenslu at vera
sleptir uppá fjall. Mær hev
ði dámt væl, um teir gjørdu
eitt sindur meira við sam
skiftið, men møguliga vilja
teir heldur lata tónleikin
tala.
Stórir møguleikar
Gestir vóru eitt sindur óhep
nir við ljóðinum orsaka av
væntandi ljóðroynd. Úrslit
ið var, at trupulleikar vóru
við feedback í støðum, og
hetta var órógvandi fyri
áhoyrararnar. Limirnir í
Gestir hava ikk i spælt nógv
saman, tað sum er farið av
hesum árinum. Ein trupul
leiki er, at teir eru búsitandi
í fleiri londum, og hetta
avmarkar
møguleikarnar
hjá teimum at venja saman.
Men nú, bólkurin hevur
fingið umboðssáttmála, er
hugsandi, at oftari verður
boð eftir teimum. Gestir er
ein bólkur við stórum møgu
leikum. Um teir tora burtur
av at brúka tíð uppá tónleik
in, ivist eg ikk i í at teir kun
nu náa langt. Takk fyri løtu
na!
Gleði og tunglyndi úr Eysturoy
Stóra stjørnan í
Reykjavík leygarkvøld
ið var ikki heilt óvæn
tað Eivør Pálsdóttir.
Fróði Løksagarð
Eivør hevur serlig sambond
til íslands, og íslendingar í
øllum aldri hava veruliga
tikið tónleikin hjá henni til
sín. Tiskil er kanska ikk i
neyðugt hjá Eivør at luttaka
á einum tiltaki, sum AME-
Reykjavík, fyri at gera vart
við sín tónleik. Hinvegin so
var hon við til at selja fleiri
atgongumerkir, soleiðis at
íslendingar eisini fingu høv
ið at kunna seg við restina
av føroyska tónleikinum, ið
varð umboðaður.
Góðir tónleikarar
At hjálpa sær leygarkvøldið
hevði Eivør svenska guitar
leikaran Gustaf Ljunggren,
umframt føroysku tónleikar
anar, Magnus Johannesen á
tangentum, Rógva á Rógvu
á trummum, Edvard Nyho
lm Debess, sum spældi bass
og Unn Patursson, sum
sang kór. Bólkurin við royn
du tónleikarunum var ógvu
liga væl leikandi, og legði
botn undir frálíku framførs
luna hjá Eivør.
Framúrskarandi
songrødd
Eivør spældi nýggjari og
eldri tilfar, bæði hjá sær
sjálvum og hjá Hanusi G.
Johansen. Eivør legði út við
frálíka lagnum, Mín móðir,
og longu í fyrsta lagnum
vísti hon síni framúrskarandi
evnir sum sangari. Mær run
nu til hugs orðini hjá einum
kenningi, sum undan kon
sertini segði, at bara Eivør
opnaði munnin, so ávirkaði
tað hana reint kropsliga,
hon fekk gásarhúð hvørja
ferð Eivør sang.
Spennandi nýtt
Eivør, sum ikk i hevur spælt
so nógv alment í seinastuni,
hevur verið í upptøkuhølun
um, har hon er júst er liðug
við upptøkurnar til eina
nýggja fløgu. Av tí sama
hevði hon eisini nýtt tilfar
við í framførðsluni. Um eg
hoyrdi rætt, nevndist tað
eina lagið Livandi Trøll.
Eitt lívligt og fríkst lag,
sum gevur ábendingar um,
at komandi útgávan hjá Eiv
ør eisini kann gerast rættuli
ga spennandi. Sum áður
nevnt slapp Hanus eisini
upp í part, tá Eivør framførdi
lagið Átjan, ið Hanus hevur
gjørt til yrkingina hjá Tum
mas Napoleon Djurhuus.
Hetta lagið fekk eisini ræt
tuliga góða móttøku. Eivør
framførdi eisini løgini Grát
Ei og Where Are The Ange
ls. Eivør endaði sína fram
førðslu við einari ótrúligari
útgávu av lagnum, Nú
brennur tú í mær.
Rómurin í salinum mundi
ongan enda fingið tá seinas
ta lagið hjá Eivør tónaði út,
og hon fekk sum einasti lut
takarin hetta kvøldið stand
andi viðurkenning frá øllum
salinum.
Eivør einaferð enn
Gestir eru ein bólkur, ið
kann koma heilt langt
mynd: Gissur Patursson