Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 3. apríl 2007 19 tíðindi Tá Gissur Patursson leyg­ar­morgunin um ell­ivu tíðina kom út til íslendska Rí­k­is­út­ varp­ið, at handa tað nógv ummrøddu flø­ gu­ task­una, við einum sav­ni av føroyskum fløg­um, var ikki his­si­ ni av móttøku. AME-Reykjavík Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá Gissur Patursson fór við flog­fari­num til Ísland hevði hann 60 kilo av føroyskum fløg­um við sær. Talan var um tilsamans trý fløgusøvn, tað størsta og mest kompletta varð lat­ ið til Ríkisútvarpið, ið eisini er plátusavnið hjá Rás 2. Gáv­an til Ríkisútvarpið varð handa leyg­ar­morg­un­ in. - Øll, ið starvast í plá­tu­ savn­in­um vóru møtt upp við stjóranum Bjarna Guð­ mun­d­s­sy­ni á odda, og hug­ na­lig var løtan. Har varð borð­reitt við kaffi og on­k­ rum góðum afturvið, greiðir Gis­sur frá. Hann sigur, at tey vóru se­ra glað fyri gávuna, ið hann vegna føroysku Gra­ mex-deildina hevur tikið st­ig til at lata íslendskum út­var­pi, og sum EIK og Ex­pert hava stuðlað. Plá­tu­ fel­ag­ið Tutl hevur latið størs­ta partin av savninum. Gissur viðgongur, at hann fak­tis­kt varð tikin á bóli av mót­tøk­uni, og hvussu nógv varð gjørt burturúr hesum. Íslenskar fløgur til Føroyar Gissur og útvarpstjórin hil­ du hvør sína røðu. Út­varps­ stjór­in bar fram í røðu síni eitt ynski um, at eisini føroyskt útvarp skuldi fáa eitt tílíkt kuffert. Í hesum sambandi fekk Gissur handaðar íslendskar fløgur at hava heim við sær til Kringvarpið. Gissur, ið sjálvur hevur verið útvarpsvertur í nógv ár, tók sjálvandi gleðiliga ímóti. - Vit hoyra frá fólki, at tey bara fáa onkran tilvildarligan føroyskan tónleik, tá tey spyrja um eitt føroyskt lag. Umberingin er, at tað ikki finnist í plátusavninum, sigur Gissur. Hann vísir á, at tað sjálvandi ikki er ábyrgdin hjá Gramex at trygg ja, at plá­tu­s­øvnini hjá út­varps­ støð­um eru komplett, men nú verður henda roynd gjørd. - Talvan verður vaskað rein, og søvnini verða kom­ plett. So taka við sjálvandi upp­lýs­ingar heim við okk­ um, um hvar føroyskir bólk­ ar í framtíðini kunnu senda sín­ar útgávur, sigur Gissur. Handanin av fløgutaskuni til Ríkisútvarpið varð send bein­leið­is í útvarpinum, ei­si­ni tók sjónvarpið upp frá tiltakinum at senda í tíð­ in­da­send­ingini í gjár­kvøld­ ið. Her varð eisini høvið hjá Gis­si at gera eitt sindur av mark­nað­ar­føring fyri stóra AME tiltakið, ið var í NA­SA leygarkvøldið. Áðrenn Gissur fór víðari av­ta­l­aðu tey, at hann í morg­ un skuldi koma og hjálpa teim­um við at bólka før­oys­ ka tónleikin. Kristiligir tónar til Lindina Umframt samlingina til Rí­kis­út­varpið hevði Gissur ei­na samling av øllum før­ oy­sk­um kristiligum tónleiki, ið hann sunnudagin lat til kris­ti­li­gu íslendsku út­varps­ rás­ina Lindina. Í Íslandi hevur verið eitt sind­ur frammi um flø­gu­ task­una, t.d. skrivaði Mor­ gun­blað­ið um tað frígg­ja­ dag­in. Tað var Arnar Egg ert Thord­dsen, ið skrivaði grein­ina í Morgunblaðnum. Tað var júst hann í fekk trið­ ja savnið av fløgu. Hetta er um­fatandi savn við nógvum ymisk­um føroyskum tón­lei­ ki. Arnar Egg ert Thoroddsen er blað- og útvarpsmaður. Ar­nar, ið hevur vitjað Før­ oy­ar fleiri ferðir bæði í sam­ ban­di við Prix Føroyar, G!Festivalin og í sambandi við GBOB, er ein av mest vir­du tónleikarummælarum í Íslandi og ein sera væl­um­ tók­tur útvarpsvertur. Tann rætti maðurin Arnar Egg ert Thoroddsen fer komandi mánaðirnar at ven­da sínum sjóneyku móti før­oys­kum tónleiki, og skriv­að um og spæla før­ oysk verk. Gissur handaði honum fløg­u­savn­ið leygardagin. - Arnar er ein góður Før­ oya­vin­ur, hann bað meg heil­sa mangar ferðir og sen­ di eina serstaka heilsan til Gøtu. Hann helt hetta vera eitt gott dagført savn, at um­mæ­la og geva viðari til góð heimildafólk, og takk­ aði hann so miriliga fyri heið­ur­in, at vit frá tón­leika­ heim­in­um í Føroyum høvdu valt at handa honum hetta savn. Eg eri tó sannførdur um, at hetta var júst tann ræt­ti maðurin, sigur Gissur. Taskurnar við teimum 60 kilounum 60 kilo av føroyskum tónleiki Í vælumtóktu út­varps­ send­ing­ini Popp land á íslendsku Rás 2, fekk føroyska AME til­ tak­ið sera nógv rúm. Ei­vør og Teitur vóru á gátt og spældu nøkur løg harav eitt saman. AME-Reykjavík Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað tykist ikki at vera nakar ivi um hvørjar stóru før­oys­ ku stjørnurnar eru í Íslandi í hesum døgum, sjálvandi er Eivør ein teirra, men Teit­ ur tykist veruliga at hava lagt Ísland fyri sínar føtur, nú hann á fyrsta sinni vitjar tjóð­ina í vestri. Í sendingini Poppland, ið varð send frá 12.45-16.00 frígg­ja­dag­in, varð fløgan Stay Under The Stars um­mælt, av nógv virda um­mæ­la­r­an­um Arnar Egg ­ ert Thorodsen, ið somuleiðis val­di at spæla tvey løg Don’t Want You To Wake Up og You Get Me. Seinni í sendingini vit­ja­ ðu Eivør og Teitur. Tey spæl­ du tvey løg í part. Teitur spæl­di Louis Louis, ið sein­ as­tu vikuna er vorðin ein lan­da­plá­ga í Íslandi. Á heim­a­síð­uni hjá Poppland verð­ur sagt, at ein av or­sø­ ku­nu­m til, at íslendska tjóð­ in hevur tikið Teit til sín, at Tei­t­ur hevur íslendskan ab­ba. Teitur spældi eisini før­oys­ka lagið Tú ert ein ein­gil. Eivør spældi Here Are The Angels og Grát ei, síð­an spældu tey saman lag­ ið Mær leingist. Eisini var prá­ta við tey bæði føroysku lis­ta­fólk­ini. Eivør og Teitur spældu saman Teitur spældi í íslendskum sjónvarpi leygarkvøldið, hetta var í sendingini Kastljós í bestu senditíð beint eftir tíðindasendingina. Kastljós varð endursend leygardagin, so íslendingar høvur ríkan møguleika at uppliva Teit.. Ið vitjar Ísland á fyrsta sinni í hesum døgum. Hann spældi leygarkvøldið saman við øðrum føroyskum tónleikarumí Nasa í sambandi við AME-Reykjavík. Men restin av heiminum sleppur eisini at uppliva Teit spæla Louis Louis. Á heimasíðuni hjá Kastljós á síðu Ríkisútvarpsins ligg ur upptøkan við lagnum hjá Teiti. Hon kann upplivast við at fara inn á www. ruv.is/kastljos og velja sendingina 30. mars. Í sendingini var eisini møguleiki at sígg ja brot úr nýgg ja sjónbandalagnm hjá íslendsku Eurovision divaini Sylviu Nátt nud Teitur í bestu senditíð Eivør var størsta føroyska stjørnan á AME-Reykjavík mynd: Gissur Patursson Teitur í NASA mynd: Gissur Patursson