týsdagur 3. apríl 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 66 - 3. apríl 2007
tíðindi
Khader setir demokrati
Vitjan
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Sjálvt um tað er ein almenn
skrá við fyrilestrum í Mið
lahúsinum og upptraðkan í
fjølmiðlum, so er ferðin hjá
kenda danska politikara
num Naser Khader líka so
nógv ein páskaferia hjá
allari familuni, sum um
framt
konuna,
Bente
Dragsbæk, eisini fatar um
trý børn á upp á ávikavist
tvey, seks og sjey ár. Yngsta
barnið – ein drongur – er
felagsbarn, meðan Khader
eigur gentuna upp á seks ár
frá
einum
fyrrverandi
hjúnarlagi, og konan eigur
drongin frá fyrrverandi
parlagi.
Eftir móttøkuna á flog
vøllinum
við
»nýggja«
minibussinum hjá Sosiali
num, sum hevur fingið
navnið
»Snoddi«,
gekk
leiðin til Hotel Tórshavn,
har Naser Khader og fam
iljan búgva undir ferðini í
Føroyum.
Klokkan trý í gjár vísti
løgtingsformaðurin, Ed
mund Joensen, Løgtings
húsið fyri Khader-familj
uni, har eisini formaðurin
í
Tjóðveldisflokkinum,
Høgni Hoydal, ið er starvs
felagi hjá Naser Khader í
Fólkatinginum, eisini var
komin at heilsa upp á
navnframa politikaran frá
Radikale Venstre.
Spurdur
um
hvat
høvuðsboðskapurin er á
ferðini í Føroyum, sigur
Naser Khader, at tað er
týdningurin av at peika á
demokrati, sum týdningar
miklari enn religión.
– Tá religión og demo-
krati stoyta saman, so er
ongin ivi um, at vit eiga at
taka demokartiið fram um,
sigur Naser Khader.
Løgreglan í hølunum
Við tveimum trygdarfólk
um støðugt í hølunum, ein
frá Politiets Efterretnings
tjeneste, og ein frá føroysku
løgregluni, vitjar familjan í
dag í Kirkjubø og seinna
partin í Nólsoy.
Hvussu er tað altíð at
hava trygdarfólk í hølun
um?
– Tað hevði sjálvandi
verið betri uttan, men vit
royna at lata vera við at
fokusera upp á tað, og duga
eftirhondini at liva við tí.
Hetta eru professionell
fólk, sum duga at halda seg
í bakgrundini, sigur Naser
Khader.
Spurdur um hvaðani hótt
anin kemur, sigur danin,
sum er føddur í Syria, at
áðrenn Muhammed-krepp
una og tekningarnar í Jyl
lands Posten, so kom hótt
anin so at siga bert frá
muslimskum fundamenta
listum í Danmark. Síðani
kreppuna er hann vorðin
kendur í arabiska heimi
num, og nú koma hótt
anirnar eisini haðani.
Í annaðkvøld klokkan 19
heldur Naser Khader fyri
lestur
í
Miðlahúsinum
undir heitinum »Trúgv og
fólkaræði.«
Kona
Khader,
Bente
Dalsbæk, ið er útbúgvin
løgfrøðingur, og sum hevur
starvast 10 ár í Fólka
tinginum, heldur fyrilestur
Skírisdag klokkan 15, har
evni er »Millum tvær
kvinnumentanir.«
Vitjanin hjá kenda danska innflytar
politikaranum, Naser Khader, er
annað enn ein arbeiðsferð, har hann
fer at tosa um trúgv og fólkaræði.
Ferðin er eisini ætlað sum páskafrítíð
hjá honum og familju hansara
Í gjár kom kendi danski politikarin við arabiskum
uppruna, Naser Khader, kona hansara Bente
Dalsbæk, og teirra trý børn á 5-daga vitjan í
Føroyum eftir innbjóðing frá Miðlahúsinum í
Vágsbotni
Mynd: Jens Kristian Vang
Trúgv og fólkaræði
Á fyrilestri sínum í Miðlahúsinum mikukvøldið 4. apríl
klokkan 19 undir heitinum »Trúgv og fólkaræði« fer Naser
Khader at greiða frá sínum sjónarmiðum uppá, hvar markið
gongur millum átrúnað og fólkaræði. Hvussu nógv eigur
átrúnaður at fylla í tí nýmótas samfelagnum? Er tað í lagi at
bjóða átrúnaðinum av? Hví eru tær átrúnaðarligu kenslurnar
viðkvæmari enn tær demokratisku?
Eftir framløguna verður høvi hjá fólki at seta fram
spurningar.
Naser Khader er 43 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann
hevur sitið á Fólkatingi síðani 2001 fyri Radikala flokkin og
hevur verið virkin í samfelagskjakinum í mong ár. Hevur
skrivað fleiri bøkur, eitt nú um islam og fólkaræði.
Í Føroyum kenna vit Khader fyri mangan bersøgnu,
men kortini beinraknu viðmerkingum hansara, eisini
um innanhýsis føroysk viðurskifti. Til dømis rættin hjá
samkyndum og abortspurningin.
FAKTA
Undir ferðini í Føroyum
ger Ingun Olsen, sum býr
í London, eina sending
um Naser Khader til
arabiskui sjónvarpsrásina,
Aljeezera. Bjarni Rubeksen
úr Kringvarpinum tekur
sendingina upp
Mynd: Jens Kristian Vang