týsdagur 3. apríl 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2007
21
tíðindi
hægri enn religión
Seinnapartin var Naser Khader á vitjan í Løgtingshúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Millum tvær kvinnumentanir
Kona Naser Khader, Bente Dalsbæk, heldur fyrilestur í
Miðlahúsinum klokkan 15 Skírisdag 5. apríl undir heitinum
»Millum tvær kvinnumentanir«. Um tað verður borðreitt kaffi
við undirskál, er hetta eitt tekin um viðurkenning, er bara
eitt av mongum, sum Bente Dalsbæk lærdi, tá hon forelskaði
seg í einum manni við arabiskari bakgrund og harvið fekk
eina muslimska vermóðir úr Sýria.
Í fyrilestrinum hjá Bente Dalsbæk, sum ber heitið »Med
Underkop«, greiðir hon kjerliga og erliga frá lívinum hjá
innflytarakvinnum. Eitt evni, sum vanliga er afturlatið fyri
umheiminum. Eisini hugleiðir hon um tætta sambandið
millum hana og vermóðrina.
- Vónandi verður eisini høvi til eitt gott orðaskifti um leiklutin
hjá kvinnum, javnstøðu, um at standa við trúgv sína og
samstundis geva pláss fyri øðrum, sigur Bente Dalsbæk,
sum er 40 ár, útbúgvin løgfrøðingur og fyrr hevur starvast
í Fólkatinginum í 10 ár.
Starvsfelagin í Fólkatinginum, Høgni Hoydal, var eisini komin at heilsa upp á Naser Khader, tá
løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, vísti honum Løgtingshúsið
Mynd: Jens Kristian Vang
Naser Khader vitjaði
Roykstovuna í
Kirkjubø fyrrapartin
Mynd: Jens Kristian Vang
Nýggi minibussurin hjá
Sosialinum, Snoddi, sum
eftir ætlan skal brúkast
til reportaguferðir hjá
blaðnum runt í Føroyum,
koyrdi Naser Khader og
familjuna til Kirkjubøar í
morgun
Mynd: Jens Kristian Vang