Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 66 - 3. apríl 2007 Islam og muslimar Islam er navnið á religión­ ini, hvørs hornasteinur er Koran­in. Islam merkir at geva seg undir. At lata alt upp til hin eina gudin at gera av. Hann ella hon, sum ger tað, er mus­limur. Fyrr brúktu vit í Norðurlondum heitið mu­ham­medanari fyri ein, sum er muslimur. Heitið muham­medanari kann kennast niðr­andi fyri ein muslim og eigur tí ikki at verða nýtt. Islam verður útbreitt Hann, sum leggur lunnar undir islam, var profeturin Mu­hammed, føddur 569 ella í 570 í Mekka og deyð­ ur í Medina mánadagin hin 8. juni í 632. Hann liggur grivin í Medina. Í tíðini eftir deyða Mu­ hammeds løgdu við­halds­ menn hansara undir seg tað, sum eftir var av arab­­­isku hálv­oynni, Egypta­land, Palestina, meginpartin av Persiu og Norðurafrika. Eystur eftir fóru teir eisini í heilagt kríggj og vóru eftir fáum ártíggjum komnir til Punjab í India. Fyrst í sjey­ hundraðtalinum høvdu mus­ limarnir tikið alt land fram við norðurafrikansku strond­ ini, eystur til Gibraltar sund, og á sumri ár 711 varð farið tvørtur um til Spaniu, sum tá ikki var til, men var býtt í nógv smá kongaríki. Og har vórðu teir verandi í meira enn 700 ár. Umframt at breiða út religi­ónina, breiddu teir eis­ini út arab­ iska mentan og arabiskt mál. Arabiskt er í dag eitt av heimsins mest útbreiddu málum. Trúarjattánin og fyrsta suran Islam er ein strong mono­ teist­isk trúarlæra. Einfalda trúarjáttanin er soljóðandi: “Tað er eingin gudur utt­ an Gud, og Muhammed er hansara sendiboð.” At gerast muslimur er ein­ falt. Tú sigur trúarjátt­an­ina, um tú trýr henni, og tú er frelstur muslimur. Men hon skal berast fram á arab­isk­ um: “La ilaha illa “Ilah Muhammedu ‘r-rsula ‘Ilah.” Annað mál kann ikki góðtakast. Koranin er í vavi á stødd við Nýggja Testamentið. Hon byrjar við eini suru sum bert hevur sjey ørindi, og ljóðar soleiðis: “ Í navni Guds, hin mi­s­ kunn­­sama og náð­uga! 1. Lov og prís verið Gudi, alheimsins Harri, 2. Hin miskunnsami og náð­­ugi, 3. Kongur av Dómadegi! 4. Bert teg tilbiðja vit og bøna um hjálp; 5. Leið okkum á rætta leið, 6. Tað leið sum hevur funn­ ið náði í eygum tínum, 7. Sum ikki verða rakt av vreiði tíni og sum ikki vill­ast av leið!” Hesin inngangur til Koran­ ina kann metast við kristna: “Faðir vár” og verður, sam­ an við trúarjáttanini, javnan endurtikin. Teir fimm horna­ steinarnir Islam hvílir á 5 hornastein­ um. Teir eru: 1. Trúarjátt­an­ in, 2. Bønin, 3. Olmussan, 4. Føstan og 5. Píla­gríms­ ferðin. Trúarjáttanin er viðgjørd omanfyri. Bønin kann verða biðin hvar tú enn er staddur. Bøn­ ar­mottan, um hin biðjandi hevur nakra, verður rullað út, so at hin biðjandi vendir sær ímóti Mekka, og bønin verður borin fram undir ávís­um fastløgdum knæ­føll­ um og bukkingum, har pann­­an viðhvørt nemur við undir­lendið. Bønin kann vera fyrsta suran í Koranini og annars uttanatramsur av koranørindum. Hvønn dag verður biðið fimm ferðir. Ein av fríggjadagsbønunum skal um gjørligt verða biðin í eini mosku. Olmussan er, umframt tað sum verður latið biddar­ um, 2,5 % av inntøkuni, sum fer til sjúk og fátøk, og er at meta sum eitt sosialt av­gjald at reka almanna­ verk­ið fyri. Føstan verður hildin í mán­aðanum ramadan, sum er níggjundi mánaðin í mus­ limska mánaðaárinum. Tá má hvørki verða etið ella drukk­ið frá tí at sólin rísur til hon setir. Heldur ikki er kynslig samvera loyvd hesa tíðina. Undantøk eru loyvd. Tað er ikki neyðugt hjá sjúk­ um og børnum at halda áset­ ing­ar­nar. Onnur undantøk eru eis­ini. Millum sólsetur og sólar­ris er alt loyvt sum van­ligt. Tað við at ikki drekka, tá sólin er uppi, kann vera ein trupulleiki og ikki sørt vandamikið í heit­ um veður­lagi, og havi eg verið saman við fleiri mus­ lim­um, sum ikki hava tikið hesa áseting bókstavliga. Pílagrímsferðin til Mekka eigur at verða gjørd av øll­ um muslimum, sum hava møguleika til tess, í hvussu so er eina ferð í lívinum. Fleiri tættir eru í píla­ gríms­­ferðini. Hin fyrsti er at lata seg í pílagrímsserkin og at trína inn í halgaða salar­ró. Víkingarnir nevndu økini hjá kaliffinum í Mið­ eystri fyri Serkaland, tí at mus­­lim­ar ofta ganga í serki. Farið verður so til mosk­ una í Mekka, har rennast skal sjey ferðir kring Kab­ una, og innmúraði svarti stein­urin í henni skal hava ein koss. Seinni verður runn­­ið millum heyggjarnar Safa og Marwa. Tá tað er av, savnast pílagrímarnir við fótin av fjallinum Arafa at lurta eftir prædiku sum verð­ur hildin. Í lýsingini verð­ur farið til Mazdelifa til eina vøkunátt. So verður farið til Mina har tríggjar steinrúgvur verða steinaðar. Tað verður rópt fyri at steina Satan. Og at enda verð­­ur offrað. Seyður og kamel­ar, sum verður etið undir eini offurmáltíð. Van­ liga verður á eini pílagríms­ ferð til Mekka eisini vitjað á grøvini hjá Muhammed í Medina. Sum sæst krevur islam mun­andi meira av sínum trúgvandi enn kristindóm­ur­ in, ið bert hvílir á tveimum súlum, trúarjáttanini og ang­ Islam – ein heimsreligión A. Guttormur Djurhuus Fyrsta suran í Koranini, mynd Wikipedia Biðjandi muslimar, mynd Wikipedia