týsdagur 3. apríl 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 66 - 3. apríl 2007
ur, fyri at verða rættvísis
gjørdur. Sjálvur kann tú
einki gera.
Sunnimuslimar
og shiittar
Umframt
smásektir
eru
tveir stórir bólkar av mus
limum, sunnimuslimar og
shiamuslimar.
Sunnimuslimarnir
eru
nógv teir flestu, o. u. 85 %.
Teir eru ortodoksir og meta
opinbering og trúarkunn
leika at vera endaligan í
Koranini
saman
við
“sunna”. Sunna er siðvenja,
t. e. frásøgnin um lív og
levnað Muhammeds. Teir
tykjast at vera tann hóvligi
og pragmatiski parturin av
islam.
Shiittarnir, sum tá Mu
hammed var deyður fingu
sær Ali, dótturmann og
systkinabarn hjá Profeti
num, til leiðara, halda at
framvegis er gjørligt við
hjálp frá serligum andalig
um leiðarum at fáa bein
leiðis vegleiðing av Gudi.
Helst eru shiittar meira
áleypandi enn sunnimus
limar. Áleið 15 % av øllum
muslimum eru shiittar.
Stutt eftir at Salman
Rushdi varð lýstur griðleys
ur av ayatolla Khomeini í
Iran, varð hildin islamisk
heimsráðstevna. Av fýrati
fimm
limalondum
tóku
fýratifýra lond frástøðu til
dómin, og lýstu hann ikki
at vera í samsvari við islam.
Iran, sum tók undir við dóm
inum, teir høvdu jú sjálvir
felt hann, hevur shiittiskt
prestastýri. Tað stóðu púra
einsamalt ímóti restini av
islamska heiminum..
Islamisk upp
lýsingartíð
Islam hevði sína gulløld í
Europa fyri áleið túsund
árum síðani. Tá høvdu mus
limarnir lagt undir seg meg
inpartin av iberisku hálv
oynni. Córdoba, høvuðssæt
ið hjá teimum, gjørdist
størsti býur í Vestureuropa,
og miðstøð fyri mentan og
vísind. Jødarnir, sum vóru
flýddir
undan
jagstran,
fluttu aftur til kalifatið í
Córdoba, og vóru við til at
gera Córdoba til vitanarmið
depil í Europa. Har búðu og
arbeiddu muslimar, jødar
og kristin lið um lið í sátt
og semju.
Córdoba hevði millum
200.000 og 500.000 íbúgv
ar. Har vóru gøtuljós og
almennar baðstovur. Húsini
høvdu rennandi vatn frá
akvaduktunum. Fleiri enn
10 bókasøvn vóru í býnum.
Har varð sett á stovn fyrsta
hægri
lærdómssetur
í
Europa. Og kvinnur høvdu
eisini atgongd til universi
tetið!
Tað tók kristna Europa
nógv hundrað ár at koma so
langt.
Muslimarnir komu við
gittaranum, flamencodansi
num, talvspælinum og teim
um arabisku tølunum. Mus
limarnir á iberisku hálv
oynni uppfunnu kanska ikki
so nógv sjálvir, men fluttu
við sær tað, sum teir sjálvir
høvdu tikið til sín frá øðrum
mentanum. Úr India, úr
Egyptalandi og úr Persiu.
Í Córdoba var eisini ein
stórur
umsetingarstovnur.
Stórur partur av helenska
mentanararvinum hvarv, tá
bókasavnið í Alexandria
brann. Men tað var so hepp
ið, at nógv av hesum ritum
vóru at finna á arabiskum
bókasøvnum. Nú blivu tey
umsett til latín av arabiskum
lærdum og gjørdust aftur
lutur av europeisku mentan
ini.
Tollyndið var
størri enn í dag
Tað er einki at taka seg aft
ur í, at islam í dag er plágað
av fundamentalistum. Men
hon er ikki einsamøll um
tað. Kristindómurin hevur
so sanniliga eisini verið
plágaður av fundamental
ismu og er tað í stóran mun
enn tann dag í dag. Í meira
enn 700 ár vísti islam, at
hon saktans kann trívast lið
um lið við aðrar religiónir. Í
hjartanum á iberisku hálv
oynni liggur býurin Toledo
við halgidóminum Santa
Maria
la
Blanca,
sum
fríggjadagar var islamsk
moska, leygardagar jødisk
synagoga og sunnudagar
kristin kirkja. So stórt var
tollyndið tá av hesum trim
um religiónunum mótvegis
hvørjari aðrari.
Bókmentir:
Koranin, týðing av K. V.
Zetterstéen, Wahlstrøm &
Widstrand, 2003
The Koran, , týðing av N. J.
Dawood, Penguin Books,
1974
Karen Armstrong,
Muhammed., Forum 2003
Helmer Ringgren og Åke V.
Ström, Religionerna i historia
och nutid, Verbum, 1978
Herman Lindqvist, Historien
om Spanien, Bra Böcker,
1991
Frá moskuni í Córdoba, mynd Wikipedia
Pílagrímsrundferðin
mynd Wikipedia
Muslimsk skurðlæknaamboð frá 1100-
talinum, mynd al-Zahrawis Kitab al-Tasrif