Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnusíðurnar Nr. 66 - 3. apríl 2007 - Toskurin á land­ grunninum er illa fyri, hýsa og upsi eru í minking. Toskur og hýsa eru hampiliga væl í holdum, men upsin er rakari. Hetta er í stuttum fyribils­ boð­skapurin hjá Fiski­ rann­sóknar­stovuni, nú Magnus Heinason hevur gjørt sínar vár yvirlitstrolingar í ár Fiskastovnar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Sosialinum herfyri høvdu vit eina styttri grein um yvir­litstrolingarnar, sum skipið hjá Fiskirann­sóknar­ stovuni, Magnus Heinason, nýliga hevur gjørt. Tá vit tosaðu við toktleiðaran, Ják­ up Reinert, vóru tey ikki lið­ ug at skráseta og samanbera øll úrslitini við undanfarin ár, og tí kundi fiski­frøð­ing­ urin ikki siga heilt ítøkiliga, hvat yvirlitstrolingarnar í vár endaliga vístu. Saman við sær á ferðini við Magnusi Heinasyni, hevði Jákup Reinert eisini Hall Joensen, Mourits M. Joen­sen og Rógva Mouri­ tsen. Stovnsmetingar Magnus Heinason hevur gjørt tveir túrar í vár við yvirlitstrolingum, sum hes­ ar verða róptar. Høvuðs­ enda­málið er í fyrsta lagi at fáa til vega tilfar, sum skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa. - Veiða í vekt og tali verð­ ur skrásett, eins og longd­ar­ býtið, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu fiskasløgum. Aftrat hesum skulu magar takast regluliga av toski, hýsu og upsa. Onn­ ur fiskasløg enn toskur, hýsa og upsi, sum skipið fær undir yvirlitstroling­un­ um, skulu eisini vigast, telj­ ast og longdarbýtast hvørt sær, eins og aldursgreining av havtasku og svartkalva skal fáast til vega. Kemur gull­laksur í trolið, skal hes­ in frystast til nærri kann­ing­ ar á landi. Tað sigur Jákup Reinert í frágreiðing, sum hann nú hev­ur skrivað um túrarnar. Somu støðir Trolstøðirnar - tað er, har trolað verður á túrinum – eru lagdar kring allan land­ grunnin á dýpum, sum er minni enn 500 metrar. Land­ grunnurin er býttur upp í 15 økir. Ávíst tal á støðum verð­ur tikið í hvørjum øki og tiknar verða tilsamans 100 støðir um allan land­ grunnin. Somu støðir verða tiknar á hvørjum ári. Magnus Heinason ger tveir slíkar túrar um várið og tveir aftur um heystið. - Av teimum 100 trol­støð­ unum vórðu 55 støðir tiknar á fyrra túrinum í vár og 45 støðir á hesum seinna. Sera vánaligt veður var at kalla á øllum túrinum, og hetta darv­aði arbeiðnum hjá okk­ um. Seks støðir lógu eftir á fyrsta túri, sum vit ikki fingu tikið fyri veður, og vórðu hesar tískil tiknar á næsta túri. Jákup Reinert sigur, at teir eisini fingu trolið fast í botn á øðrum túrinum. - Ynskiligt er, at nytrurnar eru lisnar og øll data løgd inn í databasu sum skjótast og helst fyri 10. apríl, tí ikki fyrr enn øll data eru tøk, ber til at siga nakað ná­greini­ ligt um úrslitini av yvirlits­ trolingunum í vár. Kortini heldur fiskifrøð­ ing­urin seg hava fingið vissu fyri nøkrum ávegis úr­slitum, hóast øll data ikki eru tøk, og tað viðraði illa í vár. Við fyrivarni Hann sigur, at nógv mest varð fingið av hýsu, og síð­ an í røðini koma ávikavist toskur, upsi, hvítingsbróðir og lítli kongafiskur. - Um allar støðirnar í vár verða lagdar saman, síggja vit, at á teimum 100 støðu­ num vórðu veidd tilsamans 46 ymisk fiskasløg, ið er nak­að meira enn vanligt. Harumframt vóru hummari, fýra sløg av høgguslokki og ymiskt skrambul fingið. Nógv mest var av hýsu, og síðan koma ávikavist hvít­ ingsbróður, toskur, upsi og lítli kongafiskur. Hýsa varð veidd á 95% av støðunum, toskur á 86% og upsi og lítli kongafiskur á 80%. Hann sigur, at størsti dent­ urin á hesum túrum verður lagdur á tosk, hýsu og upsa, men eisini fyri onnur sløg fast ein ábending um, hvussu nógv er til. - Eitt nú tykist serliga hvít­ingsbróðir og lítli konga­ fiskur at vera heilt væl fyri, meðan nógv minni varð fing­ið av svartkjafti í mun til í fjør. Eisini vóru nøgd­ irnar av gulllaksi, havtasku, reyðsprøku og tungu minni í ár. Í frágreiðingini sigur Jákup Reinert, at mathøggu­ slokkur, ið annars bert plagdi at vera á Føroya­ banka, nú hesi seinastu árini er vorðin alt vanligari á landgrunninum. - Hetta samsvarar væl við fráboðanir hjá trolarum og garnabátum, ið royna á land­ grunninum, sum hava sagt, at nógv hylki við rognum Misnøgdar kommunur Kommunurnar í Føroya Kommunufelag eru misnøgdar við ætlanina hjá landsstýrinum at skipa landið í fimm eldraøki við einari felags upptøkunevnd, har landið skal hava fýra limir og kommunurnar tríggjar limir. Føroya Kommunufelag heldur, at við hesum missa kommunurnar ræðisrættin á sam­býlum og røktarheimum, og felagið heldur í, at tað rættasta hevði verið, at landið samstundis eisini átekur sær alla ta fíggjarligu ábyrgdina á økinum. Nýggir egningarskúrar Útróðrarmenn, sum rógva út í Sørvági, hava sambært heima­­síðuni hjá kommununi ongantíð havt so góðar um­støður sum nú, eftir at níggju nýggir egningarskúrar vórðu tiknir í nýtslu um vikuskiftið. Pláss er fyri tólv egnarum í hvørjum skúri, og hvør skúrur hevur frystarí, sum tekur 120 stanmpar. Harafturat eru kantina og 2 wc til skúrarnar. Nýggju skúrarnir eru bygdir sum smá neyst og fella væl inn í umhvørvið á havnarlagnum. Fiskurin er væl fyri, men stovn Magnus Heinason er nú liðugur við sínar vár yvirlitstrolingar, sum skulu geva eina ábending um, hvussu toskur, hýsa og upsi eru fyri. – Øll fiskasløgini eru í minking, men toskur og hýsa eru væl í holdum. Fiskurin er smáur, tí veiðitrýstið er ov stórt, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur Mynd: Rógvi Mouritsen