Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnusíðurnar Nr. 66 - 3. apríl 2007 frá mathøgguslokki hanga í reiðskapinum. Ungur fiskur Fiskifrøðingurin heldur, at við tí stóra veiðitrýsti, sum er undir Føroyum, vil til­ gongd­in av ungfiski tey ein­ støku árini í stóran mun gera av, hvussu stórur stovn­ urin er. Stórur partur av stovn­inum er nevniliga ung­ ur fiskur. - Bæði stovnur og veiða vilja av hesi orsøk vera skift­andi ár undan ári, tí til­ gongdin er skiftandi, og vøksturin á fiskinum hevur sjálvandi eisini týdning fyri, hvussu stór samlaða stovns­vektin er. Hann sigur, at í vár eru toskurin og hýsan hampu­ liga væl fyri til fiti, meðan upsin yvirhøvur er rakari. Í talvu í frágreiðingini hjá Jákupi Reinert sæst, hvussu skjótt toskastovnurin kom fyri seg aftur eftir tey vánaligu kreppuárini, og var orsøkin teir sera góðu árgangirnir árini 1992 og 1993. Hesi árini vaks hýsan eisini skjótt, og 1993 og 1994-árgangirnir skaraðu fram úr. - Góð tilgongd síðani hev­ ur eisini fingið allar tríggjar stovnarnar at vaksa aftur, men sambært nýggju kann­ ingunum eru teir allir í mink­ing. Serliga er toskurin illa fyri og hevur alla vernd fyri neyðini. Júst, hvussu nógv toskastovnurin er mink­aður, er trupult at gera av bert við støði í hesum kanningum. Hann sigur, at toskur savn­ast á ávísum avmark­ aðum leiðum at gýta, og fell­ur hetta saman við teim­ um úrvaldu kanningar­støðu­ num, verður veiðan sam­ svar­andi stór. - Vit høvdu eini 2-3 rætti­ liga stór toskahál í 2005, og er hetta orsøkin til, at linj­ urnar í talvuni hetta árið kvinkaðust uppeftir. Eingi tílík stór hál hava verðið síð­ ani, sigur fiskifrøðingurin. Frið at veksa Hann vísir á, at ikki fyrr enn nytrurnar eru lisnar um einar tvær vikur, kann ald­ ursbýtið í stovninum rokn­ ast, og soleiðis fær Fiski­ rann­sóknarstovan tá eina neyv­ari ábending um stødd­ ina á nýggju árgangunum. - Men umráðandi er, at smá­fiskurin fær frið at vaksa, so minkingin serliga í toskastovninum kann steðga, og stovnurin við tíð­ ini eisini kann veksa. Fyri hýsu kvinkaðist linjan eitt sindur upp í ár, og helst er høvuðsorsøkin vøkstur á fiskinum í vekt. Fiskifrøðingurin heldur, at stóra minkingin fyri upsa, sum vísti seg í yvirlits­ trolingunum í vár, kann stava frá lítlum fiskavøkstri, men sannlíkt er, heldur hann, at vánaliga veðrið eis­ ini hevur havt sína ávirkan. - Tølini fyri upsa skulu takast við stórum fyrivarni, tí slíkar yvirlitstrolingar vísa seg at vera rættiliga óneyv­­ar fyri upsa. Hetta kemst av, at upsi ofta gong­ ur í torvum, og at eldri upsi ofta fer upp í sjógvin, sigur Jákup Reinert. Hundakapping Leygardagin 14. apríl verður seyðahundakapping við Gjógv, og hetta er tann fyrsta kappingin har av hesum slag­ num. Kappast verður í trimum bólkum, og byrjað verður miðskeiðis í Gjáardali kl. 10 fyrrapartin. Dómari er Hans Joensen. Tríggir teir bestu hundarnir í hvørjum bólki fáa steyp og heiðursmerkir, og steypini, sum Føroya Shell hevur latið, verða handað á Gjáargarði eftir lokna kapping. Tá verður eisini okkurt leskiligt at fáa. Munnkurv Tey, sum arbeiða hjá donsku stórfyritøkuni A.P. Møller- Mærsk, sleppa ikki at siga hvat sum helst, tá tey skulu siga okkurt fyri almenninginum. Tað kom týðiliga til sjóndar nú um dagarnar, tá blaðið Søfartens Ledere hevði fingið nøkur starvsfólk hjá A.P. Møller-Mærsk at úttala seg um ymisk viðurskifti. Tað vísti seg, at eitt umboð fyri fyritøk­ una hevði ”rættað” og broytt orðaljóðið, áðrenn tað kom í blaðið, so innihaldið hóvaði leiðsluni. narnir eru í minking Jónsvein Knudsen, reiðari eigur trol­ bátin, Jens Leon, sum hann hevur valt at kalla upp eftir pápa sínum, Jens Leon, sála, sum doyði fyri umleið 20 árum síðan Fiskivinna Vilmund Jacobsen Myndir: Vilmund Jacobsen - Eg ætlaði at ”trappa” nið­ ur, men havi sagt við Mein­ hard Jacobsen, stjóra í Faroe Seafood, at eg kann taka mær av skipunum, sum felagið eigur og eigur sam­ an við øðrum, í eina tíð. Tað sigur Jónsvein Knud­­ sen í Saltangará, sum eft­ irhondini er gamal í garði sum reiðari og skipa­­eigari. - Eg eigi Jaspis og Ame­ tyst saman við teimum og trolbátin, Jens Leon, eigi eg einsamallur. Jens Leon er upprunaliga trolbáturin, Sæborg, sum leirvíkingar áttu. Báturin er smíðaður í Íslandi, er trý ára gamalur og er sum nýggjur. Umframt Bak og Stelk, sum Faroe Seafood eigur, byggir felagið tveir nýggj­ ar trolarar í Spaniu, sum verða klárir til fiskiskap í summar. Eftir at Faroe Seafood keypti P/F Beta, eigur fe­lagið tvey veiðiloyvi aftrat – umframt skipini, sum nú verða smíðaði í Spaniu, og herfyri fingu vit at vita, at felagið hevur samráðingar um skipakeyp í Írlandi og Skotlandi. Jens Leon Hann liggur so vakur og nýmálaður millum túrar­ nar við bryggju í Saltang­ ará. Navnið er Jens Leon og mangur, sum ikki hevur sína dagligu gongd á bryggj­uni í Saltangará, man hava spurt seg sjálv­ an, hvaðani navnið stavar. - Sum eg nevndi, eigi eg henda bátin sjálvur, og hetta er soleiðis eisini fyrsta skipið, eg eigi einsa­ mallur. Tí kann eg nú gera, sum eg vil og havi valt at kalla trolbátin upp eftir pápa mínum, Jens Leon, sála, sigur Jónsvein Knud­ sen, reiðari. Foreldrini hjá Jónsveini eru Jens Leon og Mina, men pápin doyði fyri um­ leið 20 árum síðan. - Tað hevur gingið rætti­ liga væl hjá Jens Leon, síð­an eg keypti bátin fyri um­­leið einum ári síðan. Trupul­leikin er bara, at hesir bátar hava so fáar fiskidagar, og við upp­ aftur fleiri avmark­ingum, sum kanska eru vænt­andi, er spurningurin, hvussu tað verð­ur í fram­tíð­ini, sigur Jón­ svein Knud­sen. Við Jens Leon eru 5 mans, og skipari er Jóhan Djurhuus av Selatrað. Jónsvein Knudsen, reiðari: Eg kallaði bátin upp eftir pápa - Eg havi valt at kalla trolbátin upp eftir pápa mínum, Jens Leon, sála, sigur Jónsvein Knudsen, reiðari - Tað hevur gingið rættiliga væl hjá Jens Leon, sum man teljast millum bestu bátar í sínum bólki, sigur skipaeigarin - Við tí stóra veiðitrýsti sum er, fer tilgongdin av ungfiski tey einstøku árini í stóran mun at gera av, hvussu stórur stovnurin er. Tí verður veiðan eisini skiftandi ár undan ári, sigur Jákup Reinert, sum hevur verið toktleiðari við Magnusi Heinasyni hesar báðar túrarnar Mynd: Rógvi Mouritsen