mikudagur 4. apríl 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 67 - 4. apríl 2007
Í morgun vitjaði
Naser Khader, sum í
kvøld klokkan 19
heldur fyrilestur í
Miðlahúsinum,
borgarstjóran í Havn
og løgmann úti í
Tinganesi
Vitjan
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Veðrið hesar dagarnar,
Naser Khader hevur verið í
Føroyum, hevur avgjørt víst
seg frá tí bestu síðuni. Í gjár
var Khader-familjan á útferð
í Kirkjubø og í Nólsoy, meðan
skráin í dag fevndi um eina
vitjan hjá borgarstjóranum
í Havn, Heðin Mortensen,
og Jóannes Eidesgaard,
løgmanni.
Borgarstjórin greiddi frá
tí stóru menning og vøkstri,
sum høvuðsstaðurin hevur
verið fyri og framvegis er
mitt í. Um stórar skúlaætl
anir, infrakervið og útbygg
ingingarnar
á
sosiala
økinum, og hvussu býráðið
er samansett politiskt.
Líka sum í býráðshúsinum
á Vaglinum var vitjanin í
Tinganesi eisini ein kurteis
isvitjan, har løgmaður nýtti
høvi til undirstrika yvirfyri
Naser Khader týdningin av,
at danir og føroyingar læra
at virða og skilja hvønn
annan.
- Eg fortaldi honum, at í
einum lítlum landi sum Før
oyar gongur ikki alt líka
skjótt, men at tað er týdn
ingarmikið, at tingini fáa
tíð at mennast og búnast,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður vísti á, at hann
sjálvur hevur sitið á Fólka
tingi og tí heldur seg hava
gott forstáilsi fyri, hvat rørir
seg í bæði donskum og før
oyskum politikki og viður
skiftunum annars landanna
millum.
Sjálvur sigur Khader, at
hann fekk nógv burtur úr
vitjanini í Tinganesi og í
heila tikið hevur fingið eina
breiðari vitan um Føroyar.
- Eg fekk at vita frá løg
manni, at tað tekur tíð at
broyta tingini her í Føroy
um. Hinvegin vísti eg á, at
mann ikki má lata standa til
ov leingi. Mín varhugi er, at
tað eru ov nógvir føroyskir
politikarar, sum lúra og
bíða við at taka støðu í til
dømis abortspurninginum,
tí teir eru bangnir fyri
egnum politisku fylgjum,
sigur danski fólkatingspolit
ikarin.
Í kvøld klokkan 19 heldur
Naser Khader fyrilestur í
Miðlahúsinum í Vágbotni
undir heitinum, »Trúgv og
fólkaræði«.
Í morgin klokkan 15 hel
dur kona hansara, Bente
Dalsbæk, fyrilesturin: »Mill
um tvær kvinnumentanir.«
Naser Khader, konan og
teirra trý børn fara aftur til
Danmarkar fríggjadagin.
Khader hjá borgarstjóra og løgmanni
Fyrrapartin var Naser Khader
í Tinganesi á sokallaðari
kurteisisvitjan hjá Jóannesi
Eidesgaard, løgmanni
Mynd: Jens Kristian Vang
Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi Naser Khader og konuni, Bente Dalsbæk, frá stóra vøkstrinum í Havnini seinnu árini
Mynd: Jens Kristian Vang
Landssjúkrahúsið
skipað verður fyri einum grundskeiði í psykiatri,
hvørs endamál er at geva luttakarunum eina størri
vitan um psykiatriskar trupulleikar, so hesi verða
betur før fyri at fáa eyga á sálarsjúkueyðkenni og at
skilja sjúklingin.
Høvuðsevnini vera:
• psykiatrisk hugsan og viðgerð í søguligum ljósi
• lívfrøðiligir, sálarfrøðiligir og sosialpsykiatriskir
viðgerðarhættir
• diagnosteringsskipanir við høvuðsdenti á iCd-10
• psykotisk eyðkenni
• skizofreni
• persónsmenskutrupulleikar
• affektivir trupulleikar
• nervaveikindi, OCd, angist
• psykiatrisk rehabilitering
• dupultdiagnosur
• børn og ung við psykiatriskum trupulleikum
skeiðið vendir sær til røktarar, heilsurøktarar, náms-
frøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, ergoterapeutar,
fysioterapeutar, sosialráðgevar og onnur, ið arbeiða
við fólki, sum hava psykiatriskar trupulleikar.
skeiðið verður í frá 21.-25. mai 2007, allar dagar
kl. 8-16 og verður hildið á Landssjúkrahúsinum.
kostnaðurin er 3700,- kr.
Tað er Psykiatriski depilin, ið skipar fyri.
nærri upplýsingar um skeiðið og tilmeldingarblað
fáast við at venda sær til Psykiatriska depilin á
Landssjúkrahúsinum, Ænu reinert ana.reinert@
lsh.fo, tlf. 31 45 00 lok 4170 ella til Lív sondum
lslivso@lsh.fo
Tilmeldingarfreistin er 4. mai 2007 og er bindandi
PSYKIATRISKI DEPILIN
Landssjúkrahúsið
Tórshavn
Grundskeið í psykiatri