mikudagur 4. apríl 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Brøðurnir, Tommy
og Debes Sivert
sen, eru skiparar á
línuskipinum Kvikki
og systirin, Malena,
er stýrimaður við
størsta og nýggj
asta skipinum hjá
Maærsk, Evelyn
Tey eru sjey systkin, og røturnar
eru í Norðdepli, har foreldrini,
Olaf og Marianna Sivertsen,
búgva.
Tommy, sum er triðj elstur, er
46 ár og Debes, sum er yngstur,
er 29 ára gamal. Í systkinaflokki
num er eisini Malena, sum er 31
ár og næst yngst.
Felags fyri Tommy, Debes og
Malenu er, at teirra starv er á eini
skipsbrúgv.
Tommy, sum er heimaskipari,
og Debes, sum er skipsførari,
skiftast um at føra línuskipið
Kvikk, ið teir og onnur í familjuni
eiga saman við øðrum.
Reiðari og útgerðarmaður er
Torleif Sigurðsson, sum eisini
eigur part í skipinum.
Malena er eisini útbúgvin
skipsførari og hevur kjans sum
stýrimaður við størsta og nýggj
asta skipinum hjá stórreiðarínum,
Mærsk.
Skipið eitur Evelyn og liggur í
løtuni í Århus.
Tommy og Debes eru tveir túrar
við Kvikki í senn og síðan ein í
landi.
Í illveðrinum eina sunnunátt
herfyri sleit Kvikk fleiri endar,
meðan skipið lá við Kósabrúnna.
Hekkan á skipinum kom aftur
ímóti stevninum á línuskipinum
Klakki, sum síðan lá og bukaði
niður á Kvikk. Skaði stóðst á
skipið, og seinastu dagarnar
hevur Stórabeding í Klaksvík
umvælt skaðan.
Skipasýnið kravdi, at skaðin
varð umvældur, áðrenn skipið
loysti aftur.
Tíðliga seinnapartin hósdagin
tók Kvikk agn og ís, og ætlandi
loystu teir klokkan 19.
Vit vóru á bryggjuni, tá teir tóku
útgerð til nýggjan túr og fingu eitt
prát við skiparan hendan túrin,
Tommy Sivertsen.
- Eg havi verið umborð á Kvikki
í hesum umfari í eini trý ár og
bróðir, Debes, hevur verið við sum
skipari í umleið hálvt annað ár.
Síðan vit gjørdust partaeigarar
í skipinum, hava eg og Debes
skifts um at ført skipið.
Áðrenn Tommy fór umborð á
Kvikk, var hann stýrimaður við
línuskipinum Pison í nøkur ár.
- Eg hevði verið í Danmark í eitt
knapt ár, og afturkomin var eg
fyrst tveir túrar við Kvikki, áðrenn
eg fór umborð á Pison.
Men Tommy hevur eisini róð
nógv út.
- Mín lívsleið á sjónum
byrjaði eftir loknan skúla sum
útróðrarmaður. Síðan var eg
nakrar túrar við skipi og róði so
útaftur.
Í eini seks ár var Tommy sum
ungur við línuskipinum Jákupi B.
- Seinni hevði pápi mín
útróðrarbátin Áslu, og eg førdi
bátin á útróðri í fleiri ár. Vit
róðu út av Klaksvíkini, sigur
línuskiparin.
Seinasta ár hjá Kvikki var eitt
sindur øðrvísi enn vanligt er hjá
einum línuskipi.
- Vit settu upp í skipið á
skipasmiðju í Hirtshals og vóru
tískil úr vinnu í meira enn eitt
hálvt ár – frá seinast í apríl til
seinast í oktober.
Kvikk var tískil bara til fiskiskap
einar fimm mánaðir av 2006, men
hóast hetta, eydnaðist teimum at
fiska fyri út við 8 miljónir krónur.
- Eg vil siga, at tað gekst hampi
liga væl, meðan vit vóru í vinnu í
fjør, og higartil í ár hevur gongdin
kanska verið á eini leið.
Tommy heldur kortini fyri, at
tað kundi havt gingið betur í ár,
enn tað hevur gjørt.
- Meðan skipið var á beding
í Danmark í fjør, róðu eg og
ein annar av manningini, sum
eigur ein glastrevjabát, Albert
Langgaard, nakað út, men annars
var ikki tað stóra at takast við.
Hann sigur, at tað var eitt
sindur torført at halda upp á
manningina í fjør vár, tá menn
vistu, at skipið kortini fór at verða
leingi úr vinnu í árinum.
- Vit eru vanliga 14 mans við
Kvikki, og tað merkist, at so nógv
skip eru heimahoyrandi í Klaksvík
í dag, sigur Tommy.
Spurdur, hvar teir fara hendan
túrin, nú teir tóku agn og ís í gjár,
sigur skiparin, at teir fara undir
Føroyar at royna.
- Vit eiga 282 tons undir Íslandi,
men fara neyvan yvir hagar fyrr
enn til heystar. Alternativið er,
at vit nú fyrst gera einar tveir
undir Føroyum og síðan fara yvir
til Íslands, men helst verður ikki
lagt vestur um hav fyrr enn í
september, sigur hann.
At Kvikk eigur so fræga
Íslands-kvotu, kemst av, at ein
partur av kvotuni eru dagar, sum
felagið hevur keypt.
Vanliga kvotan hjá línubátunum
undir Íslandi liggur um eini 217
tons.
- Men vit eiga so hesi 64-65
tonsini aftrat, sigur skiparin.
Tommy vísir á, at hendan
tíðin ikki er nakað serlig hjá
línubátunum undir Føroyum.
- Misjavnt er, hvussu mars
mánaði roynist, men tá vit koma
út í apríl, verður hetta ikki hildið
at vera góð tíð undir Føroyum,
tvørtur ímóti, leggur hann aftrat.
Nú Kvikk loysir aftur, vónar
hann, at teir umframt hýsu eisini
fara at fáa nakað av toski, sum
hevur so góðan prís.
- Seinasta túr førdi bróðir
skipið. Tá høvdu teir eini 70.000
pund, harav umleið ein helmingur
var hýsa – og hin helmingurin
toskur, sigur Tommy Sivertsen.
Klumman
Viðtaka lógir
í blindum
Eg stúrsaði við, tá eg fyrst í
flaggstríðnum las lesarabræv
hjá Poul Michelsen, ikki tí hann
ákærdi løgmann og Bjarna
Djurholm fyri at lumpa, men
tí tað hevði eina ræðandi
avdúking. Hesin royndi politikari
greiddi uttan himpr frá, at hann
hevði atkvøtt fyri fíggjarlógini
uttan at hava lisið annað enn
tal-tilfarið. Hansara pástandur
var enntá, at flest allir hinir
tinglimirnir við honum høvdu
gjørt tað sama, altso: viðtikið
eina lóg, ið teir ikki kendu
innihaldið í og avleiðingarnar
av.
Hetta er ein ræðandi tanki,
at okkara lóggevandi vald
viðtekur lógir í blindum. Eg
setti mær fyri, at finna útav, um
støðan veruliga var soleiðis,
sum Poul Michelsen segði, ella
um hann var undantakið. Eg
ringdi tí til politikarar í bæði
andstøðu og samgongu, og
spurdi um teir høvdu atkvøtt
í atkvøðugreiðslum um lógir,
ið teir ikki høvdu lisið. Allir
viðgingu, at tað høvdu teir.
Onkur vildi tó vera við, at
tey altíð høvdu sett seg inn í
lógirnar, áðrenn tey atkvøddu
fyri teimum. Undanførslurnar
hjá flest øllum tinglimunum,
ið eg ringdi til vóru øgiligar.
Eitt, ið fer eftir ferð varð ført
fram, var at flokkarnir hava
ábyrgdarpersónar, ið røkja hvør
sítt øki, og hesir seta seg inn
í málið vegna allan flokkin.
Men her liggur eitt øgiligt álit
á floksfelagarnar, bæði á teirra
samvitsku og teirra førleika at
seta seg inn í málini, størri álit
enn eg havi á nógvar tinglimir.
Útbreidda meiningin var tann,
at eg lesi so nógv, sum eg fái
tíð til, restina lesur onkur annar.
Hetta gevur møguleikar fyri at
manipulera. Í prinsippinum kann
t.d. formaðurin í fíggjarnevndini
seinkað fíggjarlógini heilt
tilvitað, soleiðis at tingið ikki
hevur stundir at lesa hana.
Hetta kann hann uttan trupul
leikar gera, tí tingið atkvøður
glaðbeint fyri ella ímóti, í vónini
um, at onkur hevur lisið lógina.
umborð
Skiparar á egnum kjøli
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Nr. 67 • 4. apríl 2007
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eins og við línuskipinum Klakki, har brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen skiftast um at føra skipið, føra brøðurnir
Tommy (t.v.) og Debes Sivertsen línuskipið Kvikk, ið er fyrrverandi Saturn III
Mynd: Vilmund Jacobsen