Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 67 - 4. apríl 2007 tíðindi F A R M A K O N O M A R Apotekið í Havn søkir eftir trimum farmakono- mum til fast starv at byrja 1. juli 2007. Vit hava eisini brúk fyri farmakonomum til vikarstørv. Umframt at hava lokið farmakonomútbúgving- ina, hevur tað týdning, at tú hevur hug at star- vast saman við nógvum fólki og hevur eitt opið sinni. Apotekið avgreiðir umframt viðskiftafólk við diskin eisini Landssjúkrahúsið, handkeypssølur, læknar, tannlæknar, djóralæknar, depotir, skip- skistur og røktarheim. Umsókn við prógvum og møguligum ummælum skal sendast til: TJALDURS APOTEK R.C. Effersøesgøta Postboks 3010 110 Tórshavn www.apotek.fo Eisini ber til at fáa meira at vita við at ringja á tlf. 341100 og spyrja eftir Jørgin ella Kristinu. Umsóknarfreistin er 1. mei 2007 miðlahúsið í Vágsbotni Evni: »Umstøður hjá deyðasjúkum í Føroyum« Uppfylging av greinarøð í Sosialinum 23., 26. og 27. mars 2007 Luttakarar við pallborðið: Jákup N. Olsen, formaður, Sjúklingaráðið Kathrina Lindenskov Joensen, sálarfrøðingur Mary J. í Garði, stjóri, Nærverkið Marin Vang, sjúkrarøktarfrøðingastjóri, Landssjúkrahúsið Erik Wandall, yvirlækni, Landssjúkrahúsið Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum Møguleiki verður at seta spurningar til pallborðsluttakararnar Pallborðskjak í Miðlahúsinum Mikukvøldið 11. apríl kl. 19.00 www.sosialurin.fo Miðlahúsið viðger umstøður hjá deyðasjúkum Í eini greinarøð 23., 26. og 27. mars við­ gjørdi Sosialurin umstøðurnar hjá deyðasjúkum í Før­ oyum. Í hesum sam­ bandi varð gjørt vart við, at greina­røðin skuldi fylgjast upp við einum pallborðskjaki í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Pallborðskjakið er sett til mikukvøldið 11. apríl kl. 19 undir evninum: »Um­ støður hjá deyðasjúkum í Føroyum«. Øll eru væl­ komin til pallborðsfundin at líða á ella seta spurningar til luttakararnar við pall­ borðið. Tey eru: Jákup N. Olsen, formaður, Sjúk­linga­ ráðið, Kathrina Linden­­skov Joensen, sálarfrøðingur, Mary J. í Garði, stjóri, Nærverkið, Marin Vang, sj úkrarøktarfrøðingarstjóri, Landssjúkrahúsið, Erik Wan­dall, yvirlækni, Lands­ sjúkrahúsið og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Tað er Anna Maria Joen­ sen, sum hevur skrivað greinarøðina um viður­ skiftini hjá deyðasjúkum, ið er grundarlagið undir kjakinum. Hon er 45 ár og ættað úr Havn. Í 1991 flutti hon til Danmarkar í lestrar­ ørindum og kom heimaftur fyri sløkum tveimum árum síðani saman við manni og dóttur. Er útbúgvin innan úflutning í Herning og hevur starvast í bæði fiski­ vinnu og oljuvinnu. Seinni hevur Anna Maria Joensen lisið norðurlendskar bók­ mentir og mentan á Lærda Háskúlaunum í Helsinki, har familjan búði í sløk fimm ár. Komin aftur til Danmarkar læs hon bók­ mentafrøði sum høvuðs­ grein og minnilutabólkar sum síðugrein á Lærda Há­ skúlanum í Keypmanna­ havn. Anna Maria Joensen, ið sjálv hevur royndir sum avvarðandi, sigur, at enda­ málið við greinarøðini er breiða út vitan og kunnleika um støðu teirra deyðasjúku, varandi sjúku og teirra avvarðandi. Samstundis at vísa á, hvat aðalmálið í norðurlondum um heildar­ hugsan, heildarviðgerð og umsorgan miðar eftir. Pal­ liativur (linnandi, men ikki lekjandi) hugburður og um­ sorgan, sum hevur ment seg innan krabbameins­øk­ ið burturav, er tað besta heilsuverkið kann bjóða varandi sjúkum. Henda sokallaða holistiska (heild­ arspekiliga) tilgongdin set­ ir menniskjað sjálvt í mið­ depilin og átti at verðið framd í verki fyri øll varandi sjúk í Føroyum, heldur Anna Maria Joen­ sen. Miðlahúsið er karmur um pallborðskjak um umstøður teirra deyðasjúku mikudagin 11. apríl klokkan 19 Anna Maria Joensen, ið hevur skrivað greinrøðina í Sosialinum 23., 26. og 27. mars, hevur sjálv roynt leiklutin sum avvarðandi at deyðasjúkum Mynd: Jens Kristian Vang