Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 • 4. apríl 2007  Systkini Unn og Tróndur Krage­ steen eru tvey kend andlit í føroyska ítróttarheiminum. Lítli­beiggi Tróndur er, hóast sín unga aldur, ein av stuðlunum hjá hondbóltsliðnum Neistin. Stórasystir Unn spælir somu­ leiðis við Neistanum. Harafturat spælir hon fótbólt við B36. Hon er á kvinnulandsliðnum í bæði hondbólti og fótbólti. Foreldur teirra eru Jón Krage­ steen og Augusta Mikkelsen. Jón er formaður í hondbóltfelagnum Neistin. - Babba koyrdi okkum til hond­ bólt. Hann hevur sjálvur spælt hondbólt, so hann hevur pressað eitt sindur fyri at fáa okkum at spæla, sigur Tróndur. - Meg minnist, at hann plagdi at geva mær sodavatn eftir venjing, tí at eg tímdi so illa at venja. Tað var ikki fyrr enn eg gjørdist 10 ár, at eg tímdi at spæla hondbólt, so áðrenn var tað sodavatnin, sum dró, sigur Unn við einum smíli. Hondbólturin altíð fremstu rað­fest­ing Tróndur spælir eisini fótbólt, men tað er ikki á so høgum støði. Hann fer at spæla við NÍF í ár. Tróndur er annars ein evnaríkur málverji í fótbólti, og hann hevur eisini verið runt um ungdóms­ landsliðini. Men hann hevur valt hondbólt­ in framum, og fyri hann hevur ongantíð verið nakar ivi um hans­ ara raðfestingar. - Hondbólturin hevur altíð verið fyrsta raðfesting. Eg var málverji í fótbólti, og eg havi altíð hildið, at tað er eitt sindur keðiligari at vera málverji enn at spæla sum útileikari í hondbólti. Eg vil sleppa at skjóta mál, sigur Tróndur við einum smíli. Unn spælir bæði fótbólt og hondbólt, og hon klárar seg væl í báðum og er við á landsliðnum bæði í fótbólti og hondbólti. Hon velur tó eisini hondbóltin framum. - Tað eru størri av­bjóðingar í hond­­bóltinum. Støð­ið er lækkað í fó­t­bólt­inum, og tað eru so nógvar, sum fella frá. Tað er kanska eisini tað, at tað er eitt sindur keðiligt at vera í verjuni í mun til at spælla á vonginum í hondbólti, sigur Unn. Klandraðust illa Tróndur og Unn eru sera tøtt. Tey hava eisini fylgst nógv, og tey finna sera væl útav tí saman. Tey hava tó sum systkin flest klandrast nógv. - Vit klandraðust altíð sum lítil, sigur Unn, og Tróndur leggur afturat. - Foreldrini óttaðust, at vit ongantíð fóru at gevast at klandrast, sigur hann. Hóast tey hava verið ósamd, so hava tey ikki vilja verið hvønn annan fyri uttan. - Vit hava fylgst nógv. Eg tímdi ikki í føðingardag uttan Trónda, sigur Unn við einum smíli. - Vit hava ikki akkurát teir somu vinirnar, men vit plagdu at sparka saman og tílíkt, sigur Tróndur. Unn og Tróndur Kragesteen eru systkin og mest kend frá hondbóltinum, har ið tey bæði spæla við Neistanum. Tey eru sera góð við hvønn annan, men tey klandraðust illa sum yngri. – Foreldrini óttaðust, at vit ongantíð fóru at gevast at klandrast, siga tey bæði Ítróttarprofilurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Tróndur um Unn - Hon er sera fitt og klók. Hon dugir væl at hugna sær og sláa seg leysa, men samstundis er hon tann meira seriøsa av okkum. Hon hevur eina meining um alt – eisini um tað, sum hon einki veit um Unn um Trónda - Hann er fittur og frískur. Hann kann práta við øll. Harumframt hevur hann gott situatiónskenslu Systkini Kragesteen: um klandurin fór at st