mikudagur 4. apríl 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 67 - 4. apríl 2007
Regin Dahl andaðist í Keypmannahavn 29. mars, 88
ára gamal. Kórseting verður í Vartov kirkju í Keyp
mannahavn týsdagin 10. apríl klokkan 11.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaði
pápi, verpápi, abbi og langabbi
Poul Poulsen, (Pollaba)
andaðist á Norðoya Røktarheimi 31. mars,
90 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
týsdagin 3. apríl kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Betesda
mikudagin 4. apríl kl. 14.
Familjunnar vegna
Páll, Elsa, Frida og Malena
Tey, ið vilja minnast pápa, kunnu lata eina gávu til Akurin.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá okkara
elskaði sonur og beiggi
Hjarnar Johannesen
Vestmanna
brádliga andaðist og bleiv jarðaður.
Tøkk til tykkum, sum komu til hjálpar
á vanlukkustaðnum, og til starvsfólkini á G1
sum tóku sær so væl av okkum.
Tøkk til Berg Debes Joensen og Ingu Dam
fyri góð og troystarrík orð í kapellinum,
heima og í kirkjuni.
Tøkk til Vestmanna kirkjukór, Bjørg Olsen,
Martin Joensen og Paula Magnussen
fyri vakran sang í kirkjuni, og Anette, Raymund
og Daniel fyri vakrar tónar,
og til Vestmanna Hornorkestur fyri at tit spældu
so vakurt uttan fyri heimið hjá okkum.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar
og bilførara, og tykkum mongu sum fylgdu Hjarnar
til hansara seinasta hvíldarstað.
Tøkk til bindiklubban, starvsfólkini í barnagarðinum
og útibarnagarðinum fyri at tit skipaðu so væl fyri
ervinum, og øll tykkum sum hjálptu so væl til.
Tøkk til børnini í Kelduni fyri tekingar og hjørtu,
og øll tit sum teknaðu og skrivaðu tykkara seinastu
heilsan til Hjarnar.
Tøkk til floksfelagaðar og vinir hjá Róki
fyri góða hjálp og umsorgan.
Tøkk til lærarar,heilsusystir,foreldur og næmingar í 3.og
9. flokki fyri vitjan heima og at tit skipaðu so væl fyri í
skúlanum.
Ein serstøk tøkk til familju, vinir, kenningar
og grannar sum vóru og eru um okkum, og sum tóku
so væl ímóti okkum tá vit komu heim við Hjarnar.
Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, brøv, uppringingar,
blómur, kransar og peningagávur
til "BERIN", og øll tykkum sum bakaðu.
Tøkk øll somul fyri tykkara umsorgan
og kærleika í hesi sváru tíð.
Guð signi tykkum øll, og gleðiligar páskir.
Heilsan
Kirstin, Sofus, Rókur og Ronja
Tøkk
Fyri sýnda samkenslu við deyða og jarðarferð
hjá bróður mínum
Ludvík Kjelnæs
Klaksvík
takki eg hjartaliga.
Tøkk øll tit, ið ringdu og vitjaðu inn á gólvið.
Tit, ið sendu blómur, og tit, ið sendu gávur til
Kristnastovu - og til øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað her á fold,
sendi eg mína hjartans tøkk.
Gleðiligar páskir.
Magnus Kjelnæs, Klaksvík
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara kæra móðir, vermóðir, omma og langomma
Óluva Samuelsen
Klaksvík
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til prest, kirkjutænarar og sangarar.
Tøkk til tykkum, ið hjálptu við ervinum og tykkum,
ið komu við køkum.
Tøkk til deild M á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk fyri peningagávu til MSF-felagið.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Páll, Símin
Oddvør, Kristianna og Jóna við familjum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
hjálpsemi og samkenslu, tá ið kæra mamma,
vermamma, omma, langomma
og olduromma okkara
Sigrid Eysturdal
doyði og varð jarðað.
Tøkk til kirkjutænarar og Niels Paula Danielsen prest
fyri góð orð.
Tøkk til sangararnar.
Stóra tøkk til heimahjálparar og heimasjúkrasystrar
fyri ta góðu hjálp og umsorgan, tit vístu henni.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur og tøkk til tykkum,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Fyri tey avvarðandi
Sigrid og Sigmar
Føðingar
30. mars fingu Daysie og Róðin Thomsen, Fuglafjørður,
eina dóttur. Hon var 42 cm. long og vigaði 1630 gr.
30. mars fingu Rannvá og Rúni Justinussen, Norðragøta,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3550 gr.
31. mars fingu Ruth E. Jacobsen og Jói Winther, Hoyvík,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3210 gr.
31. mars fingu Heidi og Karl Vang, Toftir, eina dóttur.
Hon var 51 cm. long og vigaði 2900 gr.
31. mars fingu Bjørg og Terji Nielsen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3750 gr.
1. apríl fingu Hansy og Ronni Svalbard, Toftir, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4235 gr.
1. apríl fingu Sára Thomsen, Argir og Sveinur Gullfoss,
Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3600
gr.
Madison Marie hevur 3. mars 2007 fingið ein lítlan fittan
beiggja, ið hevur fingið navnið Matanofo Jonah Paulo
Sakalia-Andreasen. Foreldur eru Rita Sakalia (frá Tokelau)
og Andreas Andreasen (úr Tórshavn), tey eru øll búsitandi
í New Zealandi. Matanofo vigaði 3.9 kg. Muss og klemm til
familjuna í NZ.
nøvn