mikudagur 4. apríl 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 • 4. apríl 2007
11
Frægasta veðrið er um heystið
- Veðrið her skiftur við árstíðunum. Kaldast er um veturin, tá liggur hitin
millum 5 og 15 hitastig. Tað ljóðar ikki so kalt, men her í Hong Kong verða
húsini bjálvað so væl, og tí kann tad kennast kalt og váttligt. Í mars byrjar
tað at blíva heitari, og í juni byrjar regntíðin. Juli, august og seåtember eru
teir heitastu og mánaðirnar, og tá kunnu eisini tyfonir herja. Besta tíðin í
Hong Kong er um heystið, tí tá er tað meira heitt og turt, greiðir Anna Sofía
Larsson frá.
við í fjareystri
Fjøllini her eru eisini øðrvísi enn
tey føroysku.
Her vaksa nógv trø, og tú
kanst síggja nógv spennandi djór
– til dømis slangur, falkar, stórar
eiturkoppar og apur.
Er tað nakað, sum tær ikki
dámar við Hong Kong?
Tað mær dámar minst við Hong
Kong er luftin og luftvætan. Her
er luftin ikki so rein sum heima
í Føroyum, og meginpartin av
árinum er luftavætan høg.
Hvussu er mentanin í Hong
Kong?
Tann kinesiska mentanin líkist
ikki okkara føroysku. Her eru
bæði familjusambond og høgtíðir
øðrvísi. Heima í Føroyum búgva
vanliga eitt ella tvey ættarlið í
einum húsarhaldi. Her í Hong
Kong kunnu trý ættarlið búgva
saman. Her finst eitt ordatak sum
sigur, at ”vesturlendingar arbeiða
fyri at liva, meðan kinesarir liva
fyri at arbeiða”. Tey arbeiða
langar dagar og hava lítla frítíð.
Ein vanlig arbeiðsvika er 6 dagar,
og tey fáa 12 dagar feriu um árið,
tá tað kinesiska nýggjárið er. Her
fáa fólk heldur ikki pensión, tá ið
tey gerast gomul. Tá ið foreldrini
ikki orka at arbeiða longur, eru
tað børnini, sum hava ábyrgdina
av at forsyrgja teimum.
Heima í Føroyum dáma tey
eldru væl at ganga á bingo ella
samlast fyri at spæla kort ella
okkurt annað. Fert tú tíðliga
upp um morgunin her, sært tú
fleiristaðni eldri fólk gera tai chi.
Tai chi er eitt slag av kampsporti,
har ein rørir seg spakuliga og
ger mjúkar rørslur. Eitt annað
væl dámt frítíðarítriv er at spæla
mahjong, sum er eitt borðspæl.
Shopping er eisini ein stórur
partur av mentanini. Handlarnir
her hava aðrar upplatingartíðir
enn heima. Her bæði lata teir
upp og aftur seint. Her finnast
eisini nógvir marknaðir við øllum
møguligum spennandi tingum,
og ein má heldur ikki gloyma at
prutta um prísin.
Størsta trúgvin í Hong Kong
er buddisma og taoisma. Her
halda tey eisini aðrar høgtíðir
enn heima. Heima eru størstu
høgtíðirnar jól og páskir. Her hava
tey tað kinesiska nýggjárið og
ching ming.
Kinesiska nýggjárið verður hild
ið saman við familju. Alt verður
vaskað og ruddað, og rokningar
goldnar, so at alt er reint og
skuldarfrítt, tá ið tað nýggja árið
kemur. Heimini verða pyntað
við reyðum lampum og reyðum
skiltum sum ynskja góðum andum
vælkomnum. Fólk samlast heima
hjá hvørjum øðrum, eta og hugna
sær saman. Børnini fáa smáar
reyðar brævbjálvar við pengum í
- kallað lai see. Henda høgtíðin
varðar í umleið fýra dagar.
Á Ching Ming vitja kinesarnir
gravarnar hjá sínum deyðu og
rudda tær. Heima keypa vit eina
blómu at seta á gravarnar. Her
í Hong Kong seta fólk mat og
vín á gravirnar, og roykilsi og
pappírpeningur verða offrað.
Henda høgtíðin varðar tríggjar
ella fýra dagar.
Eitt, sum kann samanberast
við føroysku mentanina, er
kappróðrarstevna. Her hava tey
eina stevnu, sum eitur ”dragon
boat festival”. Bátarnir hava
skap og eru málaðir sum drekar.
Tað kunnu vera yvir 20 fólk í
hvørjum báti. Stevnan verður
hildin í nakrar dagar, og róð
verður ymsastaðni í Hong Kong.
Hvussu er maturin?
Hong Kong hevur ein
internationalan køk. Her finst
alt frá Beijing-dunnu til danskt
livurpostei. Tann køkurin, mær
dámar best, er sezchuan, sum er
sterkur kinesiskur matur.
Men tann maturin, sum er mest
kendur í Hong Kong, er dim sum.
Tað er kjøt, sjómatur og grønmeti,
sum verður malið, fylt í smáar
deiggjposar og síðan dampa.
Hesir smáu rættir, kallaðir
dumplings, verða síðan borð
reiddir í smáum bambus-kurvum
og koyrdir runt á vogni millum
borðini. Har kunnu fólk so velja
hvørja kurv, tey vilja hava. Dim
sum merkir eisini at drekka te.
Heima í Føroyum plaga vit at
hava drekkamunn saman við
vinfólki heima hjá okkum sjálvum.
Her møtast fólk ístaðin á eini dim
sum matstovu og hugna sær vid
te og ymiskum smárættum.
Hevur tú ætlanir at flyta heim
til Føroya aftur?
Nei, maður mín er svii, so eftir
Hong Kong gongur leiðin móti
Svøríki.
Hvat saknar tú mest við
Føroyum?
Tað, sum eg sakni mest heima, er
familjan, hundin hjá mær og ta
reinu, góðu luftina.
Anna Sofía Larsson hevur ferðast
nógv, meðan hon hevur búð í Hong
Kong. Her eru hon og maður hennara
stødd í base camp á Mount Everest.
Fjallatindurin á heimsins størsta fjalli
sæst í baksýninum