mikudagur 4. apríl 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 4. apríl 2007
11
tíðindi
- Hann hevur sam
starva nógv við vinnu
feløgini, og var í fleiri
ár eitt slag av
bindiliði millum
feløgini og tað
almenna. Hann hevur
við støðufesti roynt at
ávirka okkara
vinnukarmar og ta
kós, sum føroysku
fyritøkurnar halda,
heldur Føroya
Arbeiðsgevarafelag,
sum takkar Kjartani
Kristiansen fyri
tíðina, hann var stjóri
á Menningarstovuni
Menning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kjartan Kristiansen er mað
urin, sum á mangan hátt
hevur sæð møguleikarnar
hjá føroyskum vinnulívi úr
øðrum
sjónarhorni
enn
fjøldin annars. Stundum
hevur hann havt greinar í
bløðunum og úttalilsir í loft
miðlunum. Tað hevur altíð
verið forvitnisligt at lesa og
hoyra tað, hann sigur, og
mangur man hava hildið, at
hann viðhvørt ”fleyg” yvir
okkum øðrum.
Hugsunarhátturin hevur
verið meira ótraditionellur
enn hjá teimum flestu, og
maðurin hevur ongantíð
lagt fingrarnar ímillum,
men hevur sagt sína hjartans
meining um tingini – á sín
sermerkta hátt.
Í samrøðu við Sosialin í
gjár, sigur Kjartan Kristian
sen, nú hann gevst sum
stjóri á Menningarstovuni,
at framburðurin í samfelag
num sprettur ikki úr løgtingi
og landsstýri – ei heldur úr
vinnumálaráðnum, men úr
sjálvari vinnuni og úr ágrýt
num og hugagóðum ein
staklingum, ið finna saman
um felags mál.
Hevur gjørt mun
Í grein á heimasíðuni hjá
Vinnuhúsinum veitir Før
oya
Arbeiðsgevarafelag
Kjartani tøkk fyri sítt virk
semi, vinnuni at fram øll
hesi tjúgu árini, hann hevur
verið stjóri á Menningar
stovuni.
- Føroya Arbeiðsgevarafe
lag er av teirri greiðu fatan,
at Kjartan hevur gjørt mun.
Hann hevur samstarva nógv
við vinnufeløgini og var í
fleiri ár eitt slag av bindiliði
millum feløgini og tað
almenna. Hann hevur við
støðufesti roynt at ávirka
okkara vinnukarmar og ta
kós, sum føroysku fyritøk
urnar halda.
Føroya Arbeiðsgevarafe
lag vísir á, at Kjartan hevði
ein stóran leiklut, tá týdn
ingarmikli handilssáttmálin
við ES varð gjørdur, og í
seinna helmingi av nítiáru
num var hann ein av høv
uðskreftunum aftanfyri at
orða fyrsta føroyska vinnu
politikkin.
- Hesin vinnupolitikkur
legði eina greiða kós burtur
úr studningsvinnuni. Hann
setti skilnað millum alment
og privat og legði dent á
burðardygt vinnulív.
Felagið heldur lítlan iva
vera um, at hesin vinnupoli
tikkur í fleiri ár virkaði sum
eitt slag av “ferðslureglu”,
sum vísti politisku skipanini
á røttu kósina.
Altjóðagerðin
- Eitt annað, sum Kjartan
Kristiansen
hevur
lagt
nógva orku í, er at fáa før
oysku fyritøkurnar út á
altjóða leikvøllin. Hann hev
ur rikið og drigið fyritøkur
at luttaka á messum og sølu
stevnum – fiskivinnumess
um, oljumessum og hevur
verið viðvirkandi til økt
samstarv við eitt nú Ísland
og Rusland.
Føroya Arbeiðsgevarafe
lag vísir á, at seinastu árini
eru stórar broytingar hend
ar, samstundis sum føroysk
ar fyritøkur eru vorðnar alt
meira virknar uttanlands.
- Vit siga ikki, at Kjartan
hevur alla æruna av hesum,
men hansara virksemi at
altjóðagera okkara vinnulív,
kann ikki undirmetast, held
ur felagið, sum ynskir at
takka Kjartani Kristiansen
fyri gott samstarv, fyri hjálp
semi og fyri at vera hollur í
ráðum.
At enda ynskir felagið, at
samstarvið fer at halda
fram, nú menningarstjórin
seinastu 20 árini fer í starv í
vinnumálaráðnum.
Tað hevur nú eydnast
brøðrunum, Sammy
og Stig Isaksen, sum
løgdu lunnar undir
fyritøkuna, EasyFisk,
at finna rætta íleggj
aran, sum bæði vil
skjóta pening í felagið
og vil luttaka aktivt í
dagliga arbeiðnum.
Íleggjarin er Hans
Petur Ellingsgaard í
Saltangará
EasyFisk
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í februar høvd u vit grein í
Sosialinum um, at føroyska
fyritøkan
í
Danmark,
EasyFisk, eftir bílegging
um heimasíðu og telefon
selir føroyskan fisk í Dan
mark.
Vit hava áður skrivað um
hesa fyritøku, sum brøður
nir, Sammy og Stig Isaksen,
hava lagt lunnar undir.
Greinin í februar snúði
seg serliga um, at EasyFisk
tá leitaði eftir føroyskum
íleggjarum, so fyritøkan
fekk høvi at veksa um sítt
virksemi.
Stórur áhugi
Brøðurnir siga nú, at fleiri
føroyingar,
sum
høvd u
áhuga í at seta pening í virk
semið, settu seg í samband
við teir báðar.
- Vit hava tó lagt dent á,
at vit helst vilja hava ein
íleggjara, sum sjálvur eisini
kann luttaka aktivt í rakstri
num.
Teir báðir siga, at tað nú
hevur eydnast at finna rætta
íleggjaran, sum bæði vil
skjóta pening í felagið og
vil luttaka aktivt í dagliga
arbeiðnum.
Úrslitið er, at EasyFisk
frá 1. apríl er lagt um til
partafelag
vid
trimum
eigarum, sum nú eru Hans
P. Ellingsgaard, Stig Isak
sen og Sammi Isaksen. Hes
ir manna eisini nýggju
nevndina í felagnum.
Størri úrval
- Í sambandi við umlegging
ina hava vit eisini valt at
víðka
um
vøruúrval
ið. Aftrat vanligu vørunum,
sum vit higartil hava havt,
er nú eisini ræstur fiskur og
føroyskur
alilaksur
at
fáa. Vit ætla so við og við
at fáa uppaftur fleiri vørur
at selja, siga Sammy og
Stig.
EasyFisk hevur nú eisini
valt at levera í smærri eind
um framyvir fyri at ganga
ynskjunum hjá húsarhald
um, har ikki so nógv fólk
eru, á møti.
- Hetta merkir, at allur
fiskur nú er pakkaður í
1000 g posar. Tó er laksur,
raspað flak og ræstur fiskur
pakkaður í minni eindir.
Termo-posi
Ein onnur broyting verður,
at í stadin fyri sum higartil
at levera posarnar í einum
pappkassa, hevur felagið
nú fingið sínar egnu termo-
posar.
- Termo-posarnir tryggja,
at vøran er fryst í fleiri
tímar, hóast hon ikki kemur
í frystiboksina beinanvegin.
Hetta er serliga praktisk
fyri okkara privatu viðskifta
fólk, sum ofta fáa sína
bílegging út á arbeiðspláss
ini.
Fyritøkan sigur, at teir
ikki minst ætla sær at røkja
privat viðskiftafólk, sum
starvast ymsastaðni í Dan
mark, og á henda hátt vænt
ar EasyFisk, at uppaftur
fleiri viðskiftafólk fara at
leggjast aftrat.
Royndarár
- Fyrsta árið hjá EasyFisk
hevur verið eitt royndarár,
og vit báðir, sum byrjaðu
fyritøkuna, hava havt okk
ara høvuðsarbeiði í aðrari
vinnu. Tí hevur okkara leik
lutur í felagnum higartil
verið ógvuliga avmarkaður.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at Sammy starvast
innan KT og Stig er skip
ari.
Nú kemur so eisini tann
broyting í, at tvey starvsfólk
fara at arbeiða fulla tíð hjá
EasyFisk og verða málini,
sum felagið nú hevur sett
sær fyri 2007, rokkin, er
hugsandi, at enn fleiri fólk
koma at arbeiða í fyritøkuni
sum frá líður.
Marknaðarføring
- Eitt av málunum hjá
okkum fyri 2007 er eitt nú
at sláa EasyFisk fast sum
ein “brand” í Danmark.
Størsti parturin av peningi
num, sum felagið nú hevur
fingið, verður tí nýttur til
marknaðarføring, siga stig
takararnir til fyritøkuna,
Sammy og Stig Isaksen.
Føroya Arbeiðsgevarafelag:
– Kjartan slóðaði
fyri at altjóðagera
føroyskt vinnulív
EasyFisk leggur um til partafelag
Føroyar
marknaðar
føra nýggja
cruise rutu
Nú sum Norðuratlants
havið gerst alt meira
áhugavert í cruise-høpi,
eru Føroyar vorðnar liður
í marknaðarføring av
nýggjari cruise-rutu
Á cruiseskipastevnu í
Miami herfyri varð gjørd
ein samstarvsavtala um
felags marknaðarføring
av sigling í Norðurat
lantshavi. Í samstarvinum
eru Orknoyggjar, Føroy
ar, Ísland, Grønland og
Ný Foundland.
Á stevnuni varð eitt
skjal
undirskrivað
av
umboðum fyri hesi fimm
oyggjasamfeløgini, har
tey vátta at samstarva
um at fáa fleiri skip til
økið. Tað er cruise-vinn
an í Ný Foundlandi og
Labrador,
sum
hevur
tikið stig til samstarvið, í
eini roynd at fáa fleiri
ferðamannaskip hagar.
Vegna Føroyar skrivaði
havnarnevndarformaður
in í Havn, Leivur Hansen,
undir skjalið. Tórshavnar
havn hevur verið umboð
að á Seatrade Cruise
Shipping Convention í
Miami síðani 1994.
Hetta var 23. stevnan
av sínum slagi, har um
boð fyri cruiseskipahavn
ir, umboðsfeløg og fyri
skiparar
av
útferðum
hitta umboð fyri reiðarí
hjá ferðamannaskipum.
Umframt Tórshavnar
havn vóru Faroe Ship,
Tor
Shipping,
Green
Gate Incoming og MB-
Tours við á stevnuni
hesaferð.
Væntandi
vitja
45
ferðamannaskip við til
samans 35.000 ferðafólk
um á Havnini í summar.
Hetta er met. Í fjør vitj
aðu 41 skip við 24.000
ferðafólkum.
Cruise skip á Havnini
Termo-posarnir tryggja, at
vøran er fryst í fleiri tímar,
hóast hon ikki kemur í
frystiboksina beinanvegin.
Hetta er serliga praktisk fyri
okkara privatu viðskiftafólk,
sum ofta fáa sína bílegging
út á arbeiðsplássini, sigur
EasyFisk
- Hann hevði ein stóran
leiklut, tá týdningarmikli
handilssáttmálin við ES
varð gjørdur, og í seinna
helmingi av nítiárunum
var hann ein av
høvuðskreftunum aftanfyri
at orða fyrsta føroyska
vinnupolitikkin, sum legði
eina greiða kós burtur
úr studningsvinnuni til
burðardygt vinnulív, sigur
Føroya Arbeiðsgevarafelag