mikudagur 4. apríl 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 • 4. apríl 2007
10
Anna Sofía Larsson er 28 ára
gomul og ættað úr Sørvági.
Áðrenn hon giftist svianum
Mikael Larsson, hevði hon eftir
navnið Hvítklett, og eitt skifti
gjørdi hon barnasendingar í
Útvarpinum.
Hvar ert tú stødd?
Eg eri búsitandi í Hong Kong.
Vit búgva í einum lítlum øki,
sum eitur Discovery Bay á oynni
Lantau. Lantau liggur umleið 25
minuttir við ferju frá Hong Kong-
oynni.
Familja?
Gift við Mikael Larsson, og skjótt
verða vit ein meira í familjuni. Eg
skal eiga okkara fyrsta barn í mai,
og tað verður her í Hong Kong.
Nær flutti tú hagar?
Vit fluttu higar á heysti 2000.
Hví flutti tú til Hong Kong?
Eg flutti higar, tí Mikael fekk
arbeiði her sum flogskipari. Vit
hildu, tað eisini vera spennandi at
búgva í einum fremmandum landi
og uppliva eina heilt aðra mentan
enn tær, sum vit eru uppvaksin í.
Hvat tekst tú við?
Eg passi heim okkara og havi
eisini ymisk ítriv sum at binda,
svimja og ganga túr í fjøllunum.
Hesi árini í Hong Kong hava vit
eisini nýtt alla okkara frítíð til at
ferðast í. Vit hava ferðast nógva
staðni í Asia og eisini gjørt túrar
til Afrika, Australia og Amerika.
Okkum dámar væl nýggj ævintýr
og upplivilsi. Minnini eru nógv
og rík. Alt frá at kava við hávum
í Malaysia, svimja við delfinum í
Amerika, búgva saman vid masai-
hermonnum og koyra millum
leyvir og fílar í Afrika og standa í
Mount Everest basecamp á 5200
metra hædd í Tibet.
Hvussu er við málinum?
Málið sum verður prátað her í
Hong Kong er cantonesiskt og
enskt. Eg havi lisið cantonesiskt,
og ein kann heilt róliga siga, at
tað ikki als kann samanlíkast við
føroyskt.
Cantonesiskt verdur úttalað í
tónum. Eitt orð kann vera úttalað
í 6 ymiskum tónum, har hvør tóni
hevur eina vissa meining. Til
dømis skalt tú siga við onkran:
”hetta er mamma mín”. Men
um tú úttalar orðið mamma í
skeivum tóna, kann tað henda,
at tú ístaðin sigur: ”hetta er
hesturin hjá mær”. Tí mást tú
altíð vera varin við, hvat tú sigur,
annars standa fólk bara sum stór
spurnartekin.
Hvat dámar tær í Hong Kong?
Mær dámar væl, at Hong Kong
er so nýmótans og internationalt.
Eg havi fingið góðar vinkonir her.
Summar eru vaksnar upp her, og
aðrar koma úr øðrum londum.
Her er eisini ótrúliga vakurt.
Tá ið ein hugsar um Hong Kong,
sær ein sum oftast háhús fyri
sær, men Hong Kong hevur eisini
vakrar strendir, smáar hugnaligar
oyggjar og høg fjøll. Eitt av
mínum yndisítrivum er at ganga
ein túr í fjøllunum. Her hava tey
gjørt góðar gøtur at ganga eftir
og skelti eru sett upp, so ein skal
ikki vera bangin fyri at villast.
Hong Kong er fjølbroytt
- Sjálvt um Hong Kong í dag er ein nýmótans býur, kann ein framvegis
finna partar av gamla Hong Kong. Hevur ein ikki hug at ganga runt
millum háhúsini og stóru fólkamongdina inni í býnum, kann ein fara út í
landsbygdina og til teir smáu fiskibýirnar. Tað er hugnaligt at ganga úti
á keiini og síggja fiskimenninar arbeiða ella síggja fólk spæla mahjong
millum húsini. Spennandi er eisini at seta seg á eina matstovu, har
matarseðilin er skrivaður á kinesiskum, og eingin skilir enskt. Tá
kanst tú onkuntíð verða bilsin av, hvat tú fært at eta, sigur Anna Sofía
Larsson.
Anna Sofía livir lív
Útisetin
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
- Eg flutti til Hong Kong, tí maðurin
fekk arbeiði her sum flogskipari. Vit
hildu, tað eisini vera spennandi at
búgva í einum fremmandum landi og
uppliva eina heilt aðra mentan enn
tær, sum vit eru uppvaksin í, sigur
Anna Sofía Larsson úr Sørvági, sum í
næstan sjey ár hevur búð í Hong Kong