mikudagur 4. apríl 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 67 - 4. apríl 2007
Um allan tann partin av heiminum, sum við
urkennir seg til demokratiska samfelags
skipan er í hesum tíðim eitt áhaldandi orða
skifti um fólkaræði, um átrúnaðarligar
spurningar og um virði. Orsøkirnar til hetta
orðskifti eru mangar eitt nú altjóðagerðin,
framvøksturin
av
fundamentalistiskum
rørslum og politiskum flokkum, sum mang
an beinleiðis venda sær móti fólkaræði og
parlamentarismu.
Hartil kemur orðskiftið og beinleiðis stríð
innanhýsis í fólkaræðisligum londuk um
virðini. Nútímasngerðin og altjóðagerðin
havav ført við sær, at nógv fólk kenna á sær
at gomul og hevdvunnin etisk og átrúnaðarlig
virði verða hótt av nútímasgerðini. Hesi
síggja eitt nú fría fosturtøku, javnrættindi
til samkynd og onnur nútímas fyribrugdi
sum álvarsamar hóttanir móti átrúnaði og
samfelagsmorali.
Í slíkari strøðu er tað eitt, sum er avgerandi
og tað er at halda lív í einum støðugum,
áhaldandi og opnum dialogi. Dialogurin
ella samrøðan og samskiftið eru fortreytir
fyri, at vit innan demokratiskar karmar
kunnu loysa okkara ósemjur. Í fólkaræði
skulu ósemjur loysast við demokratiskum
miðlum. Alt annað leiðir til harðskap og til
vanlukku fyri fólkaræðið. Vit eiga her í Før
oyum ikki at óttast henda dialog, men eiga
tvørturímóti at fegnast um, at fólka, sum
eru ósamd við okkum tora og tíma at finnast
at viðurskiftum, sum uttan fyri landoddarnar
tykjast lægin og ódemokratisk og í stríð við
grundleggjandi mannarættindi. Tað er hetta
orðaskiftið vit vilja birta upp undir við at
bjóða fólki við markantum meiningum til
Føroya at skifta orð við okkum. Hesum ger
ast allar partar ivaleyst klókari av.
Sosialurin
Demokrati og
átrúnaður
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í desember 06 varð bók bor
in í húsini – Føroyar og
bankarnir í 100 ár. Ikki
hevur verið nógv at hoyra
um hesa bók yvirhøvur. Tað
er at undrast á, at bókin ikki
hevur verið viðgjørd alment
og tykist vera dottin burtur
ímillum. Man tað vera til
ætlað?
Í hesi bók verður gjørd
ein roynd at lýsa søguna hjá
tí
upprunaliga
Føroya
Banka og bankanum, ið nú
hevur sama navn, og søguna
hjá
Sjóvinnubankanum.
Harumframt er ein partur,
ið lýsir hetta tíðarskeið sam
felagsfrøðiliga/søguliga.
Eg ætli mær ikki at skriva
nakað ummæli at hesi bók,
tað má onkur gera, ið er
meiri kunnugur í búskapi,
men eg havi nakrar viðmerk
ingar til innihaldið í tí part
inum, ið Jørn Astrup Han
sen hevur skrivað um søg
una hjá teimum trimum
bankunum.
Fyrst er at siga, at eitt, ið
kann undra tann hygna les
aran, er, at eingin heimildar
listi er, ið sigur okkum,
hvaðani høvundurin hevur
sínar upplýsingar. Ein bók
við ongum heimildum kann
ikki fatast sum eitt seriøst
verk. Eisini síggjast sitat í
støðum við ongum tilvísing
um.
Harumframt er ikki ser
liga neyvt frágingið, tá ið
skrivað verður um pápa
mín, Esbern Simonsen, ið
var bankastjóri í upprunaliga
Føroya Banka í mong ár.
Hesin banki fór sum kunn
ugt av knóranum eini 6 ár
eftir, at E. Simonsen fór frá
vegna aldur.
Esbern
Simonsen,
ið
starvaðist í Føroya Banka í
50 ár og var undirstjóri og
síðan stjóri í hesum banka,
verður eitt nú lýstur á henda
hátt: “Esbern Simonsen
hevði eina óvanliga góða
yrkisleið í bankanum og
gjørdist við árunum eitt
allahandafólk
í
banka
num.”
Orðið “allahandamaður”
verður nýtt um ein, ið er
hegnigur og tí dugir at gera
nógv ymist til hendurnar.
So hetta er ein fullkomiliga
misvísandi orðing, - ein
orðing, ið kann geva ábend
ingar um, at E. Simonsen
t.d. var húsavørður í Føroya
banka. Tað kundi í staðin
verið nevnt, at Esbern Sim
onsen hevði framúr gott
hegni til bankavirksemi.
Ikki minst kundi tað verið
nevnt, at E. Simonsen var
stjóri í hesum banka. Tað
var leiklutur hansara í Før
oya banka, sjálvt um tað eis
ini var ein danskur sam
stjóri. Henda skipan varð
ikki broytt, fyrr enn H.J.
Laursen hevði verið her í
eina tíð. Tá fekk hann ígjøg
num, at hansara starv skuldi
hava heitið “forstjóri”. So
her er heldur ikki nóg neyvt
frágingið í frásøgnini hjá
J.A. Hansen. Hann nevnir
als ikki hesa broyting ella
nær hon kom í.
Hetta er eitt óvirðiligt
eftirmæli
at
seta
eftir
Esbern Simonsen, ið hevði
tann avgerandi leiklutin í
rakstri bankans í eitt manna
minni og sum megnaði hesa
uppgávu framúr.
Harumframt havi eg eina
viðmerking til umrøðuna
av Hans Jørgen Laursen, ið
sum nevnt sat fyrst sum
samstjóri og síðan sum for
stjóri í Føroya Banka. Hann
verður eitt nú umrøddur á
henda hátt: “Hann stóð so
statt á odda fyri bankanum
í einum tíðarskeiði, har før
oyska samfelagið og pen
ingastovnarnir mentu seg
við miklari ferð.”
Hetta er at lýsa leiklutin
hjá hesum manni í so posi
tivt, tí sum kunnugt var tað
“við miklari ferð” í ólukku
mát, vita vit nú. Tíverri
skundaði H. J. Laursen
undir hesa gongd. Tað er
ikki nøkur loyna, at hann
við sínum óhegni til banka
virksemi virkaði til, at bank
in fór av knóranum.
Eg havi bert eina viðmerk
ing afturat. Tað snýr sum
um eina orðing á bls. 90, har
ið greitt verður frá, tá ið
Danske Bank raknaði við
sum við kaldan dreym í
1991/92 og settu bankan at
kalla undir administratión.
Her stendur: “Tá litið verð
ur aftur um bak, kann tað
undra, at Danske Bank síð
an 1954 ikki hevði havt síni
egnu fólk í nevndini í Før
oya Banka”. Tað er als einki
at undrast á, tí hesin banki
hevði verið so væl rikin, at
tað var ikki neyðugt. Allir
stjórarnir undan H.J. Laur
sen kendu sær hógv.
So er at spyrja, hví henda
bók ikki er nóg neyv og
ikki sigur “tingini”, sum
tey eru, og fer lætt um týdn
ingarmikil viðurskifti.
Ein orsøk er óivað, at
Jørn A. Hansen hevur ikki
rætta førleikan at skriva
eina slíka bók, tí eyðsæð er,
at bankasøgan verður ikki
lýst til fulnar og nóg neyvt.
Hann hevur ongar royndir
sum høvundur og hevur eis
ini verið í Føroyum sera
stutt í mun til tað tíðarskeið
ið, ið hann skrivar um. Tað
er tí at undrast á, at hann
hevur átikið sær hetta
arbeiði. Og verri eru teir, ið
hava staðið við endan av
hesi útgávu.
Tey, ið átaka sær at skriva
ein part av okkara søgu,
hava eina stóra ábyrgd fyri
eftirtíðina, tí tað, ið verður
skrivað í eina slíka bók,
kemur at standa sum søgu
lig fakta. Harumframt er
ein bók við ongum heim
ildum virðisleys, tí so ber
ikki til at eftirkanna nakrar
upplýsingar.
Endamálið við hesi bók
er óivað PR. Men skal ein
slík bók hava nakað virði
sum PR, so má hon vera
eftirfarandi. Søgan má skriv
ast rætt, og tí er neyðugt, at
tey, ið átaka sær at skriva
eina slíka bók, hava førleika
til tað. Alt annað er ópro
fessionelt.
Nøkur orð um bankabókina ...
Marjun A.
Simonsen