mikudagur 4. apríl 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 • 4. apríl 2007
9
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Í stuttum
Konsert í regni
Tað er ikki bara í Føroyum, at tað regnar, tá stórar konsertir verða hildnar uttandura. Hendan
myndin er tikin í Wuhan í Kina, har ungfólk savnaðust til eina konsert. Tað regnaði illa, og
tað sæst aftur í teimum litríku regnkæðunum, sum fólk hava latið seg í. Onnur øki í Kina líða
framvegis undir drúgva trukinum seinasta summar, sum var tann ringasti í 50 ár. Mynd: Polfoto
Playback við
Aguilera
Sleppur tú á pallin í Madison Square Garden í New York, ert tú veruliga ein stjørna. Tað er
songkvinnan Christina Aguilera eisini, men fjeppararnir vóru misnøgdir eftir konsertina í New
York herfyri.
Tað vísti seg nevniliga, at Aguilera als ikki sang, men at bæði tónleikur og sangur var playback.
Aguilera er annars kend fyri at verða ein framúr góður sangari, og umboðsmaður hennara vil
bara siga, at tað vóru tekniskir trupulleikar undir konsertini.
Bamba misti
brillurnar
Australia er í hesum døgum vertur fyri HM í svimjing,
har eisini føroyskir svimjarar taka lut. Tað er ikki
altíð, at tað gongur eftir vild hjá ítróttarfólki til stórar
kappingar, og tað noyddist hesin svimjarin úr Sierra
Leone at sanna. Gibrilla Bamba var so óheppin at
missa brillurnar í kappingini í 50 metra bringusvimjing.
Hann endaði aftastur. Mynd: Polfoto
Lordi ger ræðufilm
Teir eru nakað heilt fyri seg – monsterpopparnir Lordi úr Finnlandi. Í fjør vunnu teir
Eurovision-sangkappingina við sínum trøllarocki, og nú ætlar teir sær eisini á hvíta
tjaldið.
Blaðið Dagens Nyheter skrivar, at Lordi skal verða við í einum nýggjum ræðufilmi,
sum tað fer at kosta 30 milliónir krónur at gera. Filmurin fær heitið Dark Floors og
gongur fyri seg á einum sjúkrahýsi. Forsangarin í bólkinum eigur hugskotið til filmin.
Upptøkurnar byrja í mai mánaði, og bretskir og amerikanskir sjónleikarar skulu spæla
við í filminum. (Mynd: Lordi)
Bardot á
barrikadunum
Hon sæst framvegis av og á millum fólk
– franska legendan Brigitte Bardot. Hon
hevur í nógv ár verið ein íðin stríðskvinna fyri
rættindunum hjá djórum. Farna vikuskiftið var
hon við í eini mótmælisgongu til frama fyri
djóraverndarfelagsskapir. Boðskapurin hjá Bardot
og hinum fólkunum í hesum valtíðum í Fraklandi
er: ”okkara atkvøða fyri djórini”.
Mynd: Polfoto