Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 67 - 4. apríl 2007 Hóast fólk sum heild eru sera positiv mótvegis javnstøðu, sigur umleið ein fimtingur seg vita um, at javnstøðulógin verður brotin. Javnstøða Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Tey sum ganga inn fyri javn­støðu, fegnast helst um nýggju javnstøðukann­ing­ ina, sum Gallup hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina og Demokratia. Tí, sum við so nógvum øðrum, má hug­ burðurin broytast áðrenn polit­iska skipanin fylgir við, og mangt bendir á, at hugburðurin mótvegis javn­ støðu er sera positivur í hes­ um døgum, bæði millum kvinnur og menn. Um mánaðarskiftið jan­ uar/februar rigndi Gallup Føroyar til 517 føroyingar eldri enn 15 ár, og spurdi ymiskar spurningar fyri Javnstøðunevndina og Demo­­kratia, og saman­um­ tikið vísir kanningin, at før­ oy­ing­ar sum heild eru sera posi­tivir mótvegis javn­ støðu. Hetta er rættiligt áhuga­ vert, tá hugsað verður um beiska orðaskiftið sum var, tá uppskotið um javn­støðu­ lóg varð lagt fyri tingið, og til endans samtykt í 1994. So spurningurin er, um fólk sum heild eru vorðin meira sannførd um týdningin av javnstøðu, ella um tað bara er politiskt korrekt. Skrivarin í Javnstøðu­ nevnd­ini, Bjørg Jacobsen, heldur hetta vera ikki sørt løgi, tá hugsað verður um, at vit samstundis hava heims­­­met í lágari kvinnu­ um­boðan politiskt. - Okkurt kundi bent á, at politiska skipanin ikki av­ speglar fólksins vilja á hes­ um økinum, sigur hon. Neyðugt við lóggávu Í spurnarkanningini verður spurt, um fólk halda tað vera neyðugt við eini javn­ støðulóg, har 1 er óneyðugt og 10 er avgerandi neyðugt. Millum svarini liggja 73 pro­sent millum 5 og 10, með­an bert 16 prosent liggja svara millum 1 og 4. Av kvinnunum svara 26 % at tað er avgerandi neyð­ ugt. Eisini verður spurt um fólk halda menn vera betri stjórar enn kvinnur. Hesum eru 80 prosent ósamd í, meðan 9 prosent eru samd. 59 prosent siga, at allar almennar nevndir, ráð, um­ boð og líknandi, sum fyri­ sitingarvaldið útnevnir, skulu hava umleið eins nógv­ir limir av báðum kyn­ um. Barsil til bæði Eitt áhugavert úrslit av kann­ingini er, at tilsamans 73 prosent av teimum spurdu siga, at kvinnur og menn eiga at hava sama rætt til útgjald frá Barsils­ skipanini. Harumframt siga til­sam­ ans 60 prosent, at tey ynskja, at kvinnur fáa mill­ um 41 og upp í meiri enn 52 vikur barnsburða­far­ loyvi. - Kanska er hetta enn eitt tekin um, at politiski veru­ leikin ikki fylgir fólksins vilja, sigur Bjørg Jacobsen. Annars vísir kanningin eisini, at ein stórur meiriluti tekur undir við at øll sum hava A inntøku gjalda inn í Barsilsskipanina. Har er talið 78 prosent tilsamans. At samsvar ikki altíð er millum hugburð, veruleika og meiningar, sæst aftur í spurninginum, har spurt verð­ur: Hvør heldur tú oft­ ast er heima hjá sjúkum børn­um? Har svara eini 73 prosent kvinnan, meðan 19 prosent siga eins nógvar kvinnur og menn. Lógin og veruleikin Kanningin vísir, at stórur partur av javnstøðulógini er ókendur og óbrúktur, sam­ stundis sum rættilga stórur partur av teimum spurdu halda seg vita, at órættur verð­ur framdur. - Javnstøðulógin varð sam­tykt í 1994 og síðani tá er ikki nógv hent á hesum økinum, sigur Kári á Rógvi, formaður í Javn­støðu­nevnd­ ini. Kortini fegn­ast hann um, at hugburðurin til javn­ støðu eftir øllum at døma er sera positivur. - Men hatta samsvarar ikki serliga væl við tað, at nógv fólk siga seg vita um, at javnstøðulógin verður brotin, meðan nærum ongin kærir neyð sína til Javn­ støðu­nevndina, tá tað hend­ ir, sigur Kári á Rógvi. Tað undrar hann, at ein fimt­ing­ ur av teimum spurdu siga seg vita um ójavnstøðu, með­­an bert ein tjúg­unda­ partur siga seg vita um fólk, sum gera nakað við tað. - Hetta vísir kanska, at tað sosialt verður góðtikið, at arbeiðsgevarar og onnur bróta javnstøðulógina, og at tað ikki verður sosialt góð­­tikið, at gera nakað við órætt­in. Hetta er rættiliga løgið, tá hugsað verður um, at vit vanliga siga, at í smá­ um samfeløgum fer ein sosial justits fram, sum forð­ ar lógarbrotum, sigur hann. Og hann vísir á, at føroyska lógin leggur upp til fíggj­ar­ ligt endurgjald til fólk, sum eru fyri órætti vegna kyn. - Kanningin vísir, at stór­ ur partur av javnstøðulógini er ókendur og óbrúktur, sam­­stundis sum rættilga stór­­ur partur av teimum spurdu halda seg vita, at órætt­ur verður framdur. Kenna til órættin Kári á Rógvi vísir á svarini, sum vísa, at fólk halda at lógin verður brotin. 19 pro­ sent kenna dømi um, at kvinn­ur og menn ikki fáa somu løn fyri sama arbeiði. 20 prosent kenna til dømi um, at kvinnur og menn ikki fáa somu sømdir á arbeiðsplássinum. 22 prosent kenna dømi um, at kvinna ikki hevur fing­ið ávíst starv, tí hon hevur verið í barns­burðar­ aldri.19 prosent kenna dømi um, at arbeiðsgevari hevur valt starvsfólk framum ann­ að vegna kyn. 59 prosent halda ikki at javnstøðulógin verður hildin. - Alt hetta, samstundis sum at bert 4 prosent av fjøld­­ini á arbeiðs­marknað­­i­ num kenna dømi um, at mál eru klagað til Javnstøðu­ nevndina, sigur formaðurin, sum vónar, at nevndin skjótt fer at fáa nøkur ítøki­ lig dømi at arbeiða við, so vit hava nøk­ur fordømi. Føroyingar fyri javnstøðu Nýggir møguleikar Landsstýrið hevur samtykt ast søkja um limaskap í danska stuðulsgrunninum ”Lokale- og anlægsfonden”, og tað kann fáa stóran týdning, verður umsóknin gingin á møti. Danski grunnurin veitir stuðul til mentanarbyggingar so sum mentanarhús og ítróttarhallir, og grønlendingar, sum eru við í grunninum, hava havt góðar royndir av stuðuli úr grunninum. Tað kostar umleið eina millión krónur at vera limur í LOA-grunninum. Bankar hótta við at flyta Í Danmark eru bankarnir sera misnøgdir við, at eina broyt­ ing í skattalógini, tí sambært broytingini skulu partafeløg rinda meiri skatt enn upprunaliga ætlað. Sum er er parta­ felagsskatturin 28 prosent, og ætlanin var at lækka hann til 22, men nú sigur stjórnin, at hann verður 25 prosent. Tað ger, at partafelagsskatturin verður hægri í Danmark enn í grannalondunum, og tað hevur fingið bankarnar at hótta við at flyta av landinum. Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini Frá 8. mars tiltakinum á Hotel Føroyum í ár