Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 67 • 4. apríl 2007 Vit høvdu nógvar meiningar í Frændum – um eystur og vestur, tjóðskaparspurningin og annað – og vit skrivaðu politiskar sangir, sum hóskaðu til eina rættiliga svart-hvíta tíð við køldum kríggi og hernaðardubbing. - Hesin tónleikur átti avgjørt sína tíð og sítt pláss, og tað liggja nógvir sangir eftir Frændum, sum eg fegin spæli, tá ið eg havi framførslur. Hinvegin havi eg ikki stórvegis hug at skriva fleiri politiskar protestsangir, tí eg haldi ikki, at mín tónleikur í dag riggar sum eitt politiskt kúbein. - Vit í Frændum brúktu nógvar klichéir í okkara sangum, stórar myndir um frið og órætt, og vit vóru sannførdir um tað, vit sungu um. Í dag vil eg heldur ferðast inn í meg sjálvan enn at leita út í heim og skriva um nakað, sum í grundini er rættiliga ópersónligt, sigur Eyðun Nolsøe. - Eg vil heldur yrkja um tey viðurskifti, sum hava veruligan týdning fyri meg. Yrkingarnar gerast í størri mun ein persónlig ferð gjøgnum mítt lív, heldur enn politiskar manifestatiónir. Skal tú veruliga gera mun á tí økinum, so nyttar einki at syngja protestsangir - tú mást upp í politikk. Hvat heldur tú um føroyingar? Eyðun Nolsøe hevur fleiri ferðir yrkt og sungið um føroyingar og Føroyar, og tað ger hann eisini á nýggju útgávuni hjá sær. - Eg haldi nógv av Føroyum anno 2007. Vit standa mitt í eini sera spennandi tíð við globalisering og nýggjum avbjóð­ ing. Tá ið eg var ungur, var alt heimføðisligt, og tað var til dømis ein stórhending fyri okkum at hoyra Hjarnar verða spældar í Radio Luxembourg. Nú hava vit ein stóran hóp av talentum innan tónleik, ítrótt, list og annað, sum kemur víða kring heimin, sigur hann. - Alt stendur og blinkar frammanfyri okkum, og stórur spurningurin er bara, hvussu vit fóta okkum í hesum meldrinum. Hvussu klára vit at fóta okkum sum tjóð, nú tað er so lætt at fara út í heim, samstundis sum heimurin er komin so nær okkum í tí dagliga. - Eg haldi, at vit mugu vinna á okkum sjálvum, áðrenn vit kunnu verða veruligur partur av globaliseringini. Vit mugu styrkja okkara samleika við at gerast ein verulig tjóð og sleppa undan hesari ógreiðu politisku støðuni, sum vit eru í. Alt verður bara meira fløkt av, at vit ikki standa á egnum beinum, sigur Eyðun Nolsøe. - Vit í Frændum brúktu nógvar klichéir í okkara sangum, stórar myndir um frið og órætt, og vit vóru sannførdir um tað, vit sungu um. Í dag vil eg heldur ferðast inn í meg sjálvan enn at leita út í heim og skriva um nakað, sum í grundini er rættiliga ópersónligt Mynd: Jógvan Andrias á Brúnni Útgávukonsertir Nýggja fløgan hjá Eyðun Nolsøe eitur So Nógvar Røddir, og hon kemur út beint eftir páskir. Á fløguni eru 10 sangir, sum Hans Poulsen hevur produserað. Í sambandi við útgávuna fer Eyðun at hava konsertir í Føroyum og í Danmark. Tann 28. apríl spælir hann í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, 5. mai í Norðurlandahúsinum, 11. mai í Atlantis í Klaksvík og 12. mai í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkurin hjá Eyðuni Nolsøe er mannaður við hesum tónleikarum: Pætur við Keldu, Leivur Thomsen, Rógvi á Rógvu og Arnold Ludvig.