mikudagur 4. apríl 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 67 - 4. apríl 2007
Fyrilestur um etikk
Føroya Felag Móti Krabbameini skipar fyri almennum fyrilestrum í Listaskálanum
12. apríl 2007 kl. 19.00. Jóannis Eidesgaard, løgmaður og verji hjá Føroya Felag Móti
Krabbameini fer at røða um etikk. Síðan fer Maria Aakre, leiðari í etiska ráðnum hjá
norska sjúkrarøktarfrøðifelagnum at halda fyrilestur, sum hon kallar: Den etiske
fordring (eller etiske dilemma) i møtet med kræft og død.
Fyrilestranir eru almennir. Øll eru vælkomin.
Størri bringu
Tað er ein sannroynd, at í meðal hava danskar kvinnur størri bringu enn kvinnur í
flestu londum, men kortini er okkurt, sum bendir á, at tær eru ikki nøgdar. Tey bæði
seinastu árini er talið á donskum kvinnum, sum velja at fáa sær størri bringu, næstan
tvífaldað, skrivar blaðið metroexpress. Um orsøkina siga tey serkønu, at eggjandi
myndir í bløðum og sjónvarpi eru ein av orsøkunum, og einføld skurðtøkni hevur
eisini gjørt sítt.
Hetta verður ein
avbjóðing, men eg
ætli at møta bæði
starvsfeløgum og poli
tikarum við opnum
sinni, sigur nýggi skú
lastjórin í Hoydølum
Starvssetan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er eitt arbeiðspláss,
eg altíð havi droymt um at
sleppa at arbeiða á. Men
um eg akkurát havi droymt
um at verða skúlastjóri,
skal eg ikki siga.
Men
hóast
Mikkjal
Helmsdal kanska ikki hevur
havt ein lívsdreym um at
verða skúlastjóri á studenta
skúlanum og HF-skeiðnum
í Hoydølum, er hetta júst
starvið, hann nú skal royna
at fáa tað besta burturúr.
Men tað er eisini ein
avbjóðing, hann er til reiðar
at átaka sær, annars hevði
hann neyvan søkt starvið,
tá ið tað varð lýst leyst, eftir
at Mads Andrias Winther
segði seg frá.
Og seinnapartin í gjár
fekk 42 ára gamli Mikkjal
Helmsdal so boðini um
mentamálaráðnum um, at
uriasposturin í Hoydølum
er hansara.
Hann sigur, at hann hevur
verið tímalærari í Hoydølum
í tveimum umførum, fyrst
eitt skifti í nítiárunum og so
eisini hesi bæði seinastu
árini, so hann kennir bæði
skúlan og umstøðurnar.
Hvat
verður
størsta
avbjóðingin í hesum nýggja
starvinum?
- Tað verður at standa á
odda fyri teimum broyting
um, sum skulu til fyri at
ganga tíðarinnar krøvum og
framtíðini á møti. Men
avbjóðingin verður eisini at
skapa eldhuga fyri at átaka
sær tær avbjóðingar, sum
framtíðin hevur at bjóða
okkum.
Akkurát, hvussu hann
kundi hugsa sær at sett síni
fingramerki á skúlan, er
eisini nakað, hann hevur
gjørt sær nakrar tankar um.
Men hann heldur ikki at
tað er rætt at lufta hesar tan
karnar alment, fyrrenn hann
hevur havt høvi at hitta lær
ararnar og hoyrt teirra hugs
an.
Tí er eisini alt ov tíðliga
at siga, um vit framtíðar
næmingarnir í Hoydølum
kunnu vænta sær nakrar
øðrvísi avbjóðingar ella øðr
vísi tilboð.
Beint nú verður høvuðs
avbjóðingin at fyrireika
næsta skúla ár við øllum tí,
sum tað ber í sær.
Við opnum sinni
Og at skúlastjórastarvið í
Hoydølum hevur verið ein
uriaspostur er ikki yvir at
dylja, tí fráfarandi rektari
krógvaði ikki, at fremsta
orsøkin til, at hann ikki tím
di meir, var tað, sum, hann í
Dimmalætting kallaði poli
tiskt ryggloysi.
Hann sipaði til, at hóast
hølisviðurskiftini í Hoydøl
um hava verið ein stórur tru
pulleiki í mong ár, klára
politikarar ikki at taka støðu
til, hvat skal gerast, fyri at
bøta um umstøðurnar.
Men hann duldi heldur
ikki fyri, at innanhýsis ímil
lum lærararnar í Hoydølum
um, hvussu hølistrupulleik
arnir verða loystir sum fræg
ast, hava tikið honum fast.
Men alt hetta eru viður
skifti, sum ikki nerva nýset
ta skúlastjóran og tað eru
ikki viðurskifti, sum hann
stúrir so nógv fyri.
- Tað er ikki relevant fyri
meg at taka støðu til ein
innanhýsis klovning ímil
lum lærararnar um, hvussu
tað er best at loysa hølistru
pulleikarnar hjá skúlanum
Mikkjal Helmsdal sigur,
at hann ætlar at møta øllum
starvsfeløgum og øllum
meiningum við opnum sin
ni og at hann ikki hevur nak
ra meining um, hvørja
áskoðan, hvør einstakur lær
ari hevur.
- Nú er talvan turkað, tí
nú byrjar eitt nýtt kapittul.
Annars staðfestir hann, at
øll fullgreið yvir, at skúlin
er bæði alt ov lítil og full
komiliga uppslitin og tí vita
allir partar eisini, at tað er
neyðugt at útvega okkum
betri umstøður.
Mikkjal Helmsdal sigur,
at í setanarsamrøðuni við
Mentamálaráðið, fekk hann
eisini at vita, at hølistrupul
leikarnir í Hoydølum eru
viðurskifti, sum er raðfest
heilt frammaliga og at har
skal nakað henda heilt
skjótt.
- Tað, sum mest umræður,
er, at fara í eitt opið
samskifti
við
politiska
myndugleikan
um
hesi
viðurskifti, so at vit øll fáa
nakað at síggja fram ímóti.
Í hesum sambandi hevur
stóri spurningurin verið um
tað er best at byggja skúlan
í Hoydølum út, ella um
rætta loysning er at byggja
nýggjan skúla í einum skúla
depli í Marknagili, saman
við øðrum skúlum.
Men eisini í hesum spurn
inginum,
gongur
nýggi
skúlastjórin á tá.
- Tað er ein spurningur,
sum eg ikki havi læst meg
fastan í. Tað, sum er best
umráðandi er at fáa eitt sunt
kjak innanhýsis á skúlanum,
har vit venda hvørjum steini
fyri at lýsa fyrimunir og
vansar við ymsum loysnum,
so at vit eru til reiðar at fáa
tað besta burturúr, sama
hvør loysnin verður vald.
Men
sært
tú
nakrar
fyrimunir ella vansar við at
leggja studentaskúlan og
HF skeiðið í ein skúladepil,
saman við øðrum skúlum?
-
Tað
er
ikki
ein
spurningur, eg havi hug at
siga nakað um beint nú, tí
tað havi eg ikki sett meg
nóg væl inn í til at eg kann
hava eina avgjørda meining
um.
Men
tað
er
ein
møguleiki, sum eg haldi,
skal standa opin, sigur
Mikkjal Helmsdal.
Nú hevur tú verið stjóri í
Sjónvarpinum
og
í
mentanarhúsinum í Álandi.
Eru tað royndir, sum fara at
koma tær til góðar í hesum
nýggja starvinum?
- Tað er ongin ivi um tað,
tí at vera skúlastjóri í
Hoydølum er eitt starv, har
tú skalt standa á odda fyri
einstaklingum og fyri fólki
við høgum, fakligum før
leikum á ymsum økjum. Í
hesum sambandi er tað av
stórum týdningi, at hava
royndir frá størvum, har
fólk hava ymsar fatanir. Í
hesum sambandi er tað
avgjørt ein góð barlast, at
hava arbeitt við listafólki
og
fjølmiðlafólki,
sigur
Mikkjal Helmsdal.
Í løtuni er hann verkæt
lanarleiðari á Vinnuframa
stovuni og enn er ikki heilt
avgjørt, nær hann sleppur
leysur haðani. Sostatt er
heldur ikki heilt greitt enn,
nær hann tekur við skúla
stjórastarvinum á okkara
nógv størsta og nógv elsta
miðnámsskúla.
Slapp á dreyma arbeiðsplássið
Mikkjal Helmsdal verður maðurin, sum skal
lyfta Studentaskúlan í Hoydølum framá leið, tí
nú er hann settur sum nýggjur skúlastjóri. Men
enn gongur hann á tá og hann vil seta seg væl og
virðiliga inn í viðurskiftini, áðrenn hann tekur
støðu til tey stríðsmál, sum hava verið um skúlan