Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 • 4. apríl 2007  stóran týdning fyri onnur, at eg fekk eina hægri útbúgving, og eg brúkt nógva tíð og orku til at liva upp til hetta. - Eg kom skramblandi upp í 30’ini uttan at vita, hvat eg í grundini vildi. Tað finnast nógv menniskju, sum royna at liva upp til tað, sum onnur vænta av teimum. Eg kundi ynskt, at eg eitt sindur fyrr fór at fylgja mínum egnum dreymum. - Alt hetta havi eg gjørt upp við. Eg kann jú bara spyrja meg sjálvan, hvat eg vil við mínum lívi - ongan annan - og tað havi eg gjørt. Eg vil spæla tónleik. Sligin undir beltið Eftir páskir kemur nýggja fløgan hjá Eyðuni út. Hugskotið um at gera eina solofløgu afturat fekk bein á ganga á eftir Prix Føroyar tónleikakappingina í 2005. Tá vann Eyðun seg fram í finaluna, men tað var ikki uttan onkrar stoytir á vegnum, tí kjakið um hansara rætt til finaluplássið var harðligt. Onkur helt, at hann var útbrendur, ov gamal ella bara keðiligur. Einki progressivt var við tónleikinum hjá Eyðuni, og tí hildu summar røddar í kjakinum, at hann hoyrdi ikki heima í toppinum í føroyskum tónleiki. Hittmakarin var knappliga illa sæddur og lýddur í ávísum pørtum av tónleikaumhvørvinum. - Tað, sum var nýtt fyri meg í kjakinum, var tann persónligi tónin. Kanska rendi eg meg bara inn í eina hugburðsbroyting, har eg kom at standa sum tann provinsionelli tónleikarin við tí føroyska bygdatónleikinum í einum alt meira globali­serað­­ um og progressivum tónleika­ umhvørvi. - Tað er gott og týdningarmikið við kritiskum røddum í føroyskum tónleiki, tí tær eru við til at hækka støðið. Kortini haldi eg, at okkurt av tí, sum varð ført fram í Prix kjakinum, var heldur órímiligt. Til dømis at eg nærkaðist 40 árum. Eg kann so ikki gera við, at eg eri føddur í 1966, tað mugu foreldrini taka uppá sín kappa. Eg kenni meg vera á toppinum persónliga, haldi meg í form og vil gjarna skapa nýggjan tónleik. Sjálvandi skal ein tónleikari metast út frá tónleikinum hann skrivar og onki annað. - Tað var eitt sindur buldrasligt rundan um Prixið, men eg fekk nógv gott burturúr, ikki minst góðar royndir saman við dugnaligu tónleikarunum í Showmonnum. Eg havi tikið partar av kritikkinum til mín, og eg vóni, at nýggja fløgan hjá mær er eitt hóskandi svar til atfinningarnar. Eg havi í øllum førum verið sera motiveraður til at prógva meg sjálvan sum tónleikara og sangskrivara, sigur Eyðun Nolsøe. Tað góða lagið er sentralt Sangirnir á nýggju útgávuni er fangandi – summir penir og eymir, aðrir við kanti og meira provokerandi. Men nú sum fyrr er tað tann melodiski popptónleikurin, sum eyðkennir sangirnar hjá Eyðuni Nolsøe. - Tað hevur týdning fyri meg, at mínir sangir hava eitt gott lag. Tað eru sjálvandi ymiskar meiningar um, hvat ein góður sangur er, men fyri meg skal lagið helst verða melodiskt og sangbart. Sangurin skal halda í einari einfaldari útseting – til dømis við gittara og sangi. - Eg lurti nógv eftir tónleiki, øllum tónleiki, men tá ið tað kemur til mín egna tónleik, so siti eg oftast eftir við onkrum melodiskum popptónleiki – tað má tí sigast at vera essensurin í mínum tónleiki. Kortini royni eg at rokka eitt sindur við hvørt, so ikki alt gerst friðarligt og pent. Liðugt við protestsangum Eyðun Nolsøe var blaðungur, tá ið hann í 1984 var við til at syngja og spæla á fyrstu útgávuni hjá Frændum. Gjøgnum 80’ini og væl inn í 90’ini var Frændur bólkurin, har hann skrivaði og sang sínar sangir, og mong hitt liggja eftir honum frá hesari tíðini. - Sum ungur hevur tú nógva orku, og tú vilt gjarna leita út á kantin á tí etableraða. Tú torir at standa ímóti, og tað er meira spenn­ andi úti á eggini. a mínum dreymum Eyðun um deyðan - Alt tað, sum vit gera, meðan vit eru á lívi, er í andsøgn til deyðan. Deyðin er sovorði sum einsemi, kuldi og friður. Lívið snýr seg tí um samveru, hita og tónleik. Tað er sárt at verða heilt gloymdur, tá ið tú ert farin, so vónin er altíð at leggja okkurt eftir sær í lívinum. Hetta er helst eisini ein eksistentiel orsøk til at gera tónleik yvirhøvur. Eyðun um ungar tónleikarar - Teir ungu tónleikararnir hava ein meira altjóða dám, bæði við ljóði og stíli, enn vit í Frændum til dømis høvdu. Vit tosaðu eisini um at røkka longur út í norðurlond, men tað gjørdist ikki til tað stóra, hóast vit vóru onkra uttanlandsferð og spældu á onkrum festivalum eisini. Á tí økinum tora og duga teir ungu tónleikarnir kortini nógv betur, enn vit gjørdu. - Sum ungur lurtar tú eftir, hvat familjan væntar og vónar av tær – kanska serliga hvat foreldrini meina. Og eg læt meg helst í ávísan mun trýsta út í nakað, sum eg kanska ikki vildi ella ætlaði við mínum lívi, sigur Eyðun Nolsøe Mynd: Jógvan Andrias á Brúnni ➘