Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 67 - 4. apríl 2007 Fundur hevur nú verið millum grann­ arnar og býráðið, og sambært Heðini Mortensen, borgar­ stjóra, er semja um ein leist at loysa málið soleiðis, at unga parið á Argjum aftur kann taka upp byggingina BYGGIMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eftir at Sosialurin mána­dag­ in varpaði ljós á eitt byggi­ mál á Argjum, har eitt ungt par varð steðgað í teirra bygg­ing av nýggjum set­hús­ um, er longu nú ein loysn í eygsjón. Sum greitt frá í blaðnum mánadagin bleiv byggi­loyv­ ið, sum kommunan hevði út­skrivað fáar mánaðir framm­an undan, kallað aftur við tí úrsliti, at húsini stóðu í hálvum gekki. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, setti seg beinanvegin inn í málið, og longu í gjár­ kvøldið var fundur millum húskini í grannalagnum og býráðið, og eftir hendan fundin tykist nú greitt, at unga parið kann taka byggingina upp aftur. - Vit høvdu ein góðan fund, har vit tosaðu út um viðurskiftini. Øll vóru samd um ein leist at loysa málið eftir, og í síni heild var fundurin ógvuliga positivur, sigur Heðin Mortensen. Ikki ognartøka Býráðið hevði mannað seg væl við nógvum fólki frá umsitingini til hendan fundin, og lagt var upp til eina loysn, sum er í tráð við viðurskiftini í kommununi annars. Men ein ognartøka kemur eftir øllum at døma ikki upp á tal. - Nei, tað hevði blivið ov trupult og hevði tikið ov langa tíð, so tað er ikki ein av loysnunum, vit um­hugs­ aðu, sigur Heðin Mor­ten­ sen. Ein av andstøðulimunum í býráðnum, Høgni Mikkel­ sen, hevði eisini ætlað sær, at málið skuldi fáa eina skjóta loysn. Heðin Mor­ten­ sen hevur tó bara ta við­ merk­ing, at tað sjálvandi ikki verður ein and­støðu­lim­ ur ið ger av, um og hvussu býráðið útskrivar byggi­loyv­ ir og avgreiðir síni mál annars. Ein kann so spyrja, hví tað skuldi verða neyðugt, at Sosialurin setti kikaran á málið, áðrenn tað bleiv loyst. Hinvegin skal tað tæna borgarstjóranum til rós, at hann beinanvegin reageraði og fekk gongd á málið. Heðin Mortensen, borgarstjóri: Byggingin kann nú halda fram Ivi um húsaprísir Tað stendur ikki á hjá teimum føroysku húsa­meklara­virkj­ unum at fáa hús á sølulistan, og sambært Útvarpinum standa ikki færri enn 60 fastar ognir í høvuðsstaðarøkinum til sølu. Hinvegin tykist áhugin fyri at keypa ikki at vera so stórur, sum hann hevur verið, og tað minnir um gongdina í útlondum. Men stjórin í Skyni. Tórgunn Davidsen, sigur við Útvarpið, at tað er ikki trupult at selja hús, og viður­ skift­ini eru ikki sum í útlondum, sigur hon. Uttan Gøtu og Klaksvík Tey, sum hava tikið seg saman um at byggja eina fótbóltshøll í Runavík, hava gjørt av at halda fram við verkætlanini, sjálvt um Klaksvíkar kommuna og Gøtu kommuna hava valt at vera uttanfyri. Sjey kommunur taka undir við verkætlanini. Tær eru Sunda, Eiðis, Sjóvar, Runavíkar, Leirvíkar, Fuglafjarðar og Funnings kommuna. Høllin er mett at kosta millum 55 og 60 mió. krónur, og av tí skulu kommunurnar rinda 9 mió. krónur. Nú sleppa Arngerð Diana og Jan aftur undir byggingina av húsunum úti á Argjum - Verður byggiloyvið til Arngerð Dianu Hansen og Jan Joensen ikki skrivað út av nýggjum áðrenn vikan er farin, krevji eg málið fyri á býráðsfundi, segði Høgni Mikkelsen fyrr í vikuni BYGGIMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Høgni Mikkelsen, býráðs­ limur í Tórshavnar komm­ unu, gjørdist ovfarin, tá hann sá greinina í Sosi­al­ inum mánadagin um aftur­ kallaða byggiloyvið til eini sethús á Argjum. Hann dugir als ikki at síggja, at nakar trupulleiki skal verða við hesum byggi­ loyvinum, og áleggur bein­ leiðis býráðnum at fáa hesi viðurskifti í rættlag beinan­ vegin. Nú er tað ikki eitt ókent fyribrigdi, at øll viðurskifti ikki altíð eru í lagi úti á Argjum, tí í førum tykist tað, sum er gamla Argja Komm­una farin »lætt og elegant« tvørtur um smá­lut­ ir so sum privatognarvegir. Høgni Mikkelsen vísir tó á, at í hesum førinum eiga atkomuviðurskiftini ikki at verða ein trupulleiki, og and­støðulimurin vildi krevja málið fyri býráðs­ fund, um unga parið ikki slapp at halda fram við bygg­ingini. Nú sær kortini út sum at hetta ikki verður neyðugt, tí borgarstjórin hevur funnið eina loysn á málinum. Høgni Mikkelsen, andstøðulimur: Kravdi málið fyri býráðsfund Heðin Mortensen kallaði grannarnar inn til fund longu í gjárkvøldið - og nú hevur maálið so funnið eina loysn