Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 • 4. apríl 2007  Eyðun Nolsøe hevur rundað tey 40 árini. Tann ungi og framfýsni protestsangarin í Frændum er í nánd av at gerast ein miðaldrandi popptónleikari. Hann hevur funnið frið við síni mál og mið, og hann hevur tað gott við sína støðu í lívinum. Eftir páskirnar gevur Eyðun Nolsøe nýggja fløgu út, men fríggjakvøldið fyri stilluviku var tíð sett av til at gera status yvir eitt higartil hendingaríkt lív og at tosa um tónleik, dreymar og meiningina við lívinum. - Lívið er sorgblítt. Tú missir allatíðina nakað, sum tú ert góður við. Fólk fara, og tað er syrgiligt. Men hinvegin er tað eisini fantastiskt at kunna seta við, at velta upp úr nýggjum og at skapa nakað. Mamma mín doyði fyrraárið, men fyri trimum árum síðani bleiv eg pápi fyri fyrstu ferð, og soleiðis er lívið í botn og grund – ein byrjan og ein endi, sigur Eyðun Nolsøe. - Við hvørt droymi eg meg eitt sindur aftur í tíðina, tá ið alt var opið, og møguleikarnir óteljandi. So hvørt sum árini ganga, latast hurðar aftur, og tú velir eina leið at ganga. Samstundis sum tú missir møguleikar í tínum lívi, er tað eisini ein lætti at sleppa frá at velja, sleppa undan nøkrun møguleikum og liva lívið. - Eg gleðist um tað, sum eg havi nátt í lívinum, men kann iðra meg eitt sindur um teir møguleikar, sum eg ikki brúkti. Fyri onkran kann tað vera lætt at falla í fátt, tá ið mann kemur upp í árini. Var hetta veruliga mín lutur í lívinum, kann onkur kanska spyrja seg sjálvan? Heldur enn at seta spurningar um tað, sum er farið, ræður um at finna frið við seg sjálvan og tað kós, sum mann hevur valt. - Tað eru mong viðurskifti, sum eg stríðist við í mínum lívi. Spurningar, sum ikki enn eru svaraðir, og mál, sum eg enn ikki havi rokkið. At gerast pápi hevur avgjørt givið mær eina góða kenslu við lívinum, sigur Eyðun. Fylgdi dreyminum hjá øðrum Sum nógv onnur menniskju í dag hevur Eyðun Nolsøe eina heimasíðu á Myspace. Har greiðir hann eisini stutt frá, hvør hann er, og í einum broti ger hann upp við sína fortíð. - Eg havi altíð kent eitt serligt samband við tónleikin, hóast familjan hevði aðrar vónir til mina yrkisleið. Eg brúkti mong ár í skúla, meðan eg droymdi um lívi uttanfyri skúlan, skrivar Eyðun Nolsøe um seg sjálvan. Og hann er rættiliga avgjørdur, tá ið hann verður spurdur, um hann kann siga meira um hetta: - Sum ungur lurtar tú eftir, hvat familjan væntar og vónar av tær – kanska serliga hvat foreldrini meina. Og eg læt meg helst í ávísan mun trýsta út í nakað, sum eg kanska ikki vildi ella ætlaði við mínum lívi. Tað tóktist hava Eg tordi ikki at fylgj - Eg gleðist um tað, sum eg havi nátt í lívinum, men kann iðra meg eitt sindur um teir møguleikar, sum eg ikki brúkti. Lívið er sorgblítt. Tú missir allatíðina nakað, sum tú ert góður við. Fólk fara, og tað er syrgiligt. Men hinvegin er tað eisini fantastiskt at kunna seta við, at velta upp úr nýggjum og at skapa nakað, sigur Eyðun Nolsøe, sum hevði ynskt at hann fyrr í lívinum fylgdi sínum egnu dreymum Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eyðun um tónleik - Tónleikur hevur nógv at siga fyri meg, og styrkir eisini mín samleika. Tónleikur snýr seg millum annað um at seta orð og kenslur á nakað, sum onnur kanska kenna seg aftur í. Eg havi onkuntíð upplivað, at fólk hava sagt við meg, at tónleikurin hjá mær hevur hjálpt teimum í svárum løtum. Tað kennist væl at gera mun, um tað so bara er talan um eitt einasta menniskja. Eyðun um nýggju fløguna - Hetta er næsta solofløgan hjá mær. Tann fyrra kom út í 1996, so tað eru liðin næstan 11 ár síðani tá. Eg havi skrivað sangirnar á nýggju útgávuni leypandi. Onkrir sangir eru skrivaðir til hesa útgávuna, meðan aðrir sangir eru eitt sindur eldri. Tann elsti sangurin á útgávuni er 19 ára gamal. Við hvørt liggur okkurt og bíðar leingi, áðrenn tað verður gjørt heilt liðugt.