mikudagur 4. apríl 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 67 - 4. apríl 2007
Páskafrøi í
Frelsunarherinum
Havn: Um høgtíðin hevur Frelsunarherurin fingið vitjan úr
Noregi.
Møtini byrja skíriskvøld kl. 18 har major Wenche Walder
haug talar og Poul Heri Midjord syngur. Møtini halda fram
um vikuskiftið við møtum har Kristian Nygård úr Noregi
talar.
Páskamorgun verður serstøk páskafrøi í møtisalinum. Møtt
verður kl. 8 um morgunin og á skránni er morgunmatur og
páskasangur.
Stevna í kirkjukjallaranum
Gøta: Páskastevnan byrjar við gudstænastu í Gøtu kirkju
skírisdag kl. 12 og síðani verður hildið á allar páska
dagarnar.
Gudstænastur verða í kirkjuni høgtíðsdagarnar og møtir
øll kvøldini í kirkjukjallaranum við talarum og sangarum
úr Eysturoynni og aðrastaðni frá.
Meðan møtini eru, verður skipað fyri barnaansing. Páska
kvøld verður haraftrat savnað inn fyri nýggja missións
húsinum, ið ætlanin er at byggja í Gøtu.
Seinnapartin í
morgin byrjar stóra
páskastevnuni í
Kelduni í Skálafirði.
Í longri tíð hevur
verið arbeitt við at
fyrireika hesa
stevnuna – bæði
praktiskt og andaliga
Páskastevna
Orð & mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Keldan: Tað er nógv stákan
úti í gongini her í samkomu
bygninginum í Skálafirði.
Í einum horni standa tveir
menn og pakka út eina
rúgvu av stólum. Í einum
øðrum horni standa nakrir
menn boygdir niður yvir
eitt diagram við elektriskum
installasjónum.
Í køkinum er øgiligt virk
semi. Arbeitt verður av
allari megi at fáa henda
lidnan til páskastevnuna,
sum byrjar seinnapartin
skírisdag.
Millum
hesar
menn
stendur Jóan Pauli Jacobsen
úr Skálafirði. Hann er við í
leiðsluni fyri samkomuna,
og hevur sjálvsagdan áhuga
í at arbeiðið skal verða gjørt
væl, og haraftrat verða lið
ugt til tíðina.
Hansara
áhugi
liggur
sjálvandi eisini áhugi í tí
andaliga partinum av stevn
uni.
- Eg vóni, at mong menn
iskju koma til frelsu á hesi
páskastevnuni, sigur Jóan
Pauli við Sosialin.
Ein góð uppliving
Jóan Pauli hevur verið á
mongum
páskastevnum
áður. Nú verður stevnan
hildin á øðrum sinni í Keld
uni.
Fyrireikingarnar til ársins
páskastevnu hava vart í
langa tíð, bæði praktiskt,
men ikki minst andaligt.
Í longri tíð hava menn og
kvinnur gjørt eitt stórt
arbeiði við at rigga alt so
væl til inni í tí stóra bygn
inginum, soleiðis at ein
stevna av slíkari stødd kann
haldast her.
Somuleiðis hava tey lagt
seg eftir, at tann andaligi
parturin ikki liggur eftir. Í
ár verða hjúnini Anne og
Stephan Christiansen høv
uðstalarar.
- Jú, vit hava fingið hetta
parið úr Noregi sum høv
uðstalarar í ár. Og tí vænta
vit okkum eina sera góða
stevnu.
- Vit vóna eisini at rætti
liga nógv fólk fer at koma
higar, og at tey fáa eina
góða uppliving við Harran,
sigur hann.
Eingin avmarking
Á stevnuni verða tiltøk av
ymiskum slagi, bæði kon
sertir, vanlig møtir, kvinnu
møtir, mansmøtir og ann
að.
Pláss verður eisini givið
til fríløtur, har fólk fáa
møguleika at hugna sær
saman við hvørjum øðrum.
Tað er gott nokk sam
koman í Kelduni sum skipar
fyri stevnuni. Men tá tað er
sagt, er stevnan kortini opin
fyri fólki úr øllum samkom
um og úr øllum landinum.
- Vit seta onga avmarking
á, og tí skal alt Guds fólk
vera vælkomið higar, sigur
Jóan Pauli.
Fólk skulu fáa eina góða uppliving
Tey anda
ligu viður-
skiftini
Umstøðurnar at hava slík
ar
páskastevnur
hava
sjálvandi sítt at siga.
Men boðskapurin hevur
kortini altíð verið hin
sami.
- Jú, vit hava eisini
havt nógvar góðar stevn
ur úti í ítróttarhøllini á
Skála. Men hóast vit nú
eru í Skálafirði, er málið
kortini hitt sama – at
menniskju skulu verða
frelst.
- Tað hava vit eisini
upplivað á undanfarnum
páskastevnum,
sigur
Jóan Pauli.
Á páskastevnuni hevur
Jóan Pauli onga fasta
uppgávu sum so. Men
sum hann sigur tað:
– Vit í leiðsluni skulu
altíð vera klárir, um tað
eru fólk sum ynskja hjálp
ella samtalu um andalig
viðurskifti.
- Okkara ynski er at menniskju skulu verða frelst, sigur Jóan Pauli Jacobsen í Kelduni
”
Vit seta onga avmarking
á, og tí skal alt Guds fólk
vera vælkomið higar