Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 • 4. apríl 2007 14 Sosialurin, London: Heimurin er hansara arbeiðspláss. Hann er partur av einum toymi, ið hevur ábyrgdina av øllum telduskipanum hjá fyritøkuni Kraft Foods kring allan knøttin. Tey umleið 300 starvsfólkini, ið arbeiða undir hansara leiðslu, eru ættað úr eini tríati ymsum londum, og tað er hansara upp­gáva at syrgja fyri, at tey virka sum ein samansjóðað eind. Komandi KT-verkætlanin, sum hann skal hava høvuðsábyrgdina av, er mett at kosta góðar 5 milliardir krónur komandi 4-5 árini. Hóast Jan Ziskasen er ein altjóðagjørdur norðoyingur mitt í brúsandi metropolinum við einum starvi, ið krevur óvanligt hegni og dugnasemi, hevur hann enn bæði beinini væl og virðiliga á fastari grund – her er einki stórlæti yvir manninum, hóast hann júst er framfluttur til høvuðsskrivstovuna hjá Kraft Foods í Chicago. Vit hava hitt fryntliga og bran­ eggjaða klaksvíkingin á skrivstovu hansara í Chiswick í vestara parti av London. Futuristisku skrivstovubygningarnir, har fyritøkan húsast, minna mest um ein leikpall úr einum fram­ tíðar science fiction filmi, men skrivstovan hjá Jan er tó rætti­liga spartanskt innrættað, og tað verður ikki oyðslað við óneyðugum marglæti, hóast ráð óivað eru til tess. Leiðari í altjóða umhvørvi Jan Ziskasen er til dagligt leið­ a­ri hjá fleiri ymsum liðum av fólki kring heimin. Umframt tey hundrað starvsfólkini í London, hevur hann ábyrgdina fyri liðum ymsastaðni í Evropa, Bangalore og Hyderabad í India, eins væl og New York og Chicago í USA. - Her á skrivstovuni í London eru umleið tríati ymsar tjóðir umboðaðar. Vit hava fólk við ymsum húðaliti, ymsum átrúnaði og javnt býti millum menn og kvinn­ur. Umframt vanligar vestur­ lendingar hava vit eisini kvinnur við sløri og menn við turban. Eitt slíkt altjóða umhvørvi fært tú so at siga bara í London, og tað er ein stór styrki hjá okkum sum fyritøka, at vit hava eina so fjølbroytta samanseting av menniskjum, sigur Jan Ziskasen. Hóast nógvar ymsar mentanir arbeiða saman á skrivstovuni, eru als eingir samanstoytir millum starvsfólkið, og tann lærdómin hevur Jan tikið til sín. - Eg havi lært at virka í einum fjølbroyttum umhvørvi, har nógvar ymsar mentanir hvønn dag koma saman uttan nakrar trupulleikar yvirhøvur. Vit hava tørv á fjøl­ broytni á arbeiðsplássinum, og tað virðismeta vit sera høgt, sigur Jan um ta fjølbroyttu samansetingina av fólki bæði í London og á arbeiðsplássinum. - Tá eg skal meta um eitt starvsfólk, fáa øll somu viðferð. Eg síggi bert tess eginleikar uttan mun til, hvørji óviðkomandi ytri Eg trívist best á - Eg leiti altíð eftir nýggjum avbjóðingum, sum við fyrsta eygnabrá kunnu tykjast full­ komiliga ómøguligar at loysa. Eg elski heilt einfalt at vera í støðum við nógvum ókendum faktorum, har eg ikki sjálvur havi fult tamar­hald á tí, sum fer fram. Orðini eigur 39 ára gamli klaks­víkingurin Jan Ziska­sen, ið fyrst las gudfrøði, men endaði sum KT-stjóri hjá risastóru og heimsum­ fevnandi fyritøkuni Kraft Foods. Nú eru boð eftir hon­ um frá høvuðsborgini í Chicago Yrkisleið Stefan í Skorini stefan_skorini@hotmail.com