Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 67 - 4. apríl 2007 Ein spennandi trúboðarastevna við framsýningarbásum verður í Runavík á páskum. Á framsýningini verður alt frá barna­ legum heima og burturi, til hjálp og trúboðan á torførum støðum. Páskastevna Snorri Brend Runavík: Stevnan verður sett í ítróttarhøllini skírisdag klokkan 17:30. Sjálv framsýningin letur upp henda dagin klokkan 16 og síðani setir Símun í Túni stevnuna, har sang­ bólk­urin SALT fer at syngja nakrar sangir. Símun í Túni er tofta­mað­ ur og hevur í 25 ár verið trúboðari í einum ættarbólki, sum kallast Yanomami inni í frumskóginum í Vene­zu­ela. Símun og familjan komu heimaftur fyri 6 árum síð­ ani, men tey arbeiða enn við at umseta skriftirnar til Yanomami málið. Herfyri var Símun ein túr yviri í Venezuela í hesum sambandi. Sangbólkurin SALT er ikki heilt ókendur. Tey hava glett mong við sínum fram­ úr væl framførda sangi. Stutt síðani vóru tey í Ís­landi, har tey høvdu fleiri høvi at syngja, og vóru tey sera væl móttikin. Tey fara uttan iva at seta ein serligan dám á setanina av stevnuni. - Vit vænta at mong koma til stevnuna, sigur ein av fyri­reikarunum, Jens Ol­sen. Stevnan heldur annars fram allar páskadagarnar í ítróttarhøllini og einum tjaldi, sum er sett upp nær­ hendis í sambandi við stevn­ una. Høvuðstalari er Paul McIl­wain frá felags­skapi­ num New Tribes Mission. Vitjan úr Havn Vágur: Fyrru helvtina av høgtíðini fær samkoman hjá Frels­unarherinum vitjan bæði úr Noregi og úr Havn. Talan er um Kristian Nygård, sum er lærari á fólka­ háskúlanum hjá Frelsunarherinum í Noregi og tónleikarum úr hornorkestrinum hjá samkomuni í Havn. Møtir verða bæði skírisdag og langafríggjadag inni. Viðrar, er ætlanin somuleiðis at hava møtir uttandura. “Alt av náði” í Meinigheitshúsinum Havn: Frá skírisdegi og alla páskahalguna verða páskamøtir við yvirskriftini “Alt av náði”. Á møtunum verða lokalir talarar og sangkreftir ymsa­ staðni frá. Leygarkvøldið er serstakt ungdómstiltak á skránni. Børnini til gudstænastu Kunoy: Skíriskvøld verð­ ur serstøk barna­guds­tæn­ asta hildin í kirkjuni í Kunoyar kirkju. Eins og undanfarin ár hevur klaksvíkingurin Han­us Simonsen skipað soleiðis fyri at ein tílík gudstænasta kann verða hildin hetta kvøldið. Við gudstænastuna í ár fer Hanus sjálvur at lut­ taka, eins og Jóna Thom­ sen av Strondum. Møtir og guds­ tænastur kring landið Umframt hesi nevndu møt­ini, eru hópurin av møt­um og øðrum kristi­ ligum tiltøkum at fara til á hesi høgtíðini, sum er hin størsta hjá teimum kristnu. Prestar og kirkjutæn­ar­ ar annars hava somuleiðis nógvar tænastur hesar komandi dagarnar. Prest­ arnir royna sovítt tað er gjørligt at koma runt til tær ymisku kirkjurnar í sóknini. Eru teir ikki til staðar sjálvir, lesur deknurin lest­ur ella talari uttanífrá hevur prædikuna. Eitt dømi um hetta er guds­ tænastan kl. 12 langa­ fríggjadag í Gásadali, har John S. Myllhamar úr Sandavági prædikar. Trúboðarastevnan byrjar við framsýning og sangi Símun í Túni setur trúboðarastevnuna í Runavík. Hann og familja hansara hava verið trúboðarar í Venezuela í mong ár “Tá ið nú Jesus hevði fingið edikin, segði hann: “Tað er full­ gjørt!”. Og hann boygdi høvdið og gav upp andan (Jóhs. 19,30) Eftir Kjartan Stakksund, Eiði Tað sum hendi í grøvini páska­morgun var eitt satt undur. Jesus var deyður, var lagdur í grøvina aftaná kross­festingina, men reis aft­ur úr grøvini páska­morg­ un. Hetta var nakað heilt óvan­ligt sum hendi hendan morgunin; ein stórur steinur var lagdur við gravar­munn­ an, afturat tí var tað róm­ verska innsiglið sett á stein­ in og dyggilig vakt var sett við grøvina við rómverskum soldátum, fyri at ikki nakað skuldi henda grøvini. Teir mundu ikki kenna seg heilt tryggar, tí at Jesus hevði sagt so nógv meðan hann livdi, sum ljóðaði margháttligt í oyrunum á teim­um sum hoyrdu hann tala, so best var at vera fyri­ varin, og gera alt so trygt sum møguligt, men teir vóru heilt gjørdir til skamm­ ar. Gud hevði eina heilt aðra ætlan, eina frelsuætlan fyri ta falnu mannaættina, sum á sinni var rikin út úr ald­ ingarðinum vegna stóra syndafallið, sum umfataði allan mannaheimin og eis­ ini okkum sum liva í dag. Tí er tað alneyðugt at vit taka ímóti hesum gleðiligu tíðindum, at Jesus var upp­ staðin, og takka honum fyri hetta undurfulla frelsuverkið á Golgata. Hvussu er tín støða yvir­ fyri hesari greinini? Tú veitst við tær sjálvum, um tú ert á lívsins vegi ella tú gongur á glatunar vegi so­leiðis sum Sálmur 139 sigur í ørindi 24: “Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” Hetta er tann brennandi spurningurin tá tað snýr seg um ævinleikan. Hvørja leið gongur tú? Við hesum orð­ um vil eg ynskja øllum ein­ ar gleðiligar páskir í Jesu navni, og vil eg enda við einum páskasálmi eg havi yrkt til páskirnar 2007. Sigurin páska­morgun Páskasálmur 2007 Lag: Bf. 83. Koralbogen 164,165 Sigursæla páskagleði gevur vón og trúarmót; sigursæla Andans megi, Jesus týndi syndarót. Deyðin nú er yvirvunnin, Jesus stóran sigur vann; náttin burtur nú er svunnin, Gudi eg tí prísa kann. Undurfulla páskagleði, vónar trygga akkersgrund; gevur sálum vónarmegi, um eitt lív á himnagrund. Nú eg kann við vón her hvíla, við tað stóra frelsuverk; á degi, nátt, á kvøldi síðla, náði Guds er góð og sterk. Einaferð í Himnasølum, tá vit fara foldum frá; higani úr jarðardølum, verða vit har Jesus hjá. Sæla løta, o , tað verður, ævigt friður, gleði, gleim; tá ið stóri frelsti herur, øll nú eru komin heim (Kjartan Stakksund) Kjartan Stakksund