mikudagur 4. apríl 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 • 4. apríl 2007
15
eyðkenni hesin persónurin nú enn
hevur.
London er eisini tann mest
altjóðagjørdi býurin í heiminum,
og umleið fýrati prosent av íbúgv
unum í London eru føddir uttan
fyri Bretland.
Óvissa sum drívmegi
Men hvat hevur ført ein at síggja
til heilt vanligan klaksvíking
til eitt leiðarastarv í eini multi
nationalari fyritøku? Hetta er tann
fyrsti spurningurin, sum reisir
seg, tá vit trína inn í modernaða
skrivstovulandslagið hjá Kraft
Foods í London.
- Eg havi tann eginleika, at eg
altíð leiti eftir nýggjum avbjóð
ingum, og mær dámar best at
virka í einum umhvørvi, sum
ikki er konstant, men allatíðina
flytur seg, broytist og umskapast.
Hetta setir stór krøv til tíni evni
at umstilla teg til nýggjar støður,
sum tú ikki hevur møguleika at
fyrireika teg til, sigur Jan, tá hann
verður biðin um at greiða frá
drívmegini handan yrkisleið sína.
- Eg havi so ofta sagt við meg
sjálvan, tá eg havi fingið eina
nýggja avbjóðing, at “hetta
verður sera torført ella nærum
ógjørligt”. Tó havi eg altíð eitt
brennandi ynski um at fara í
holt við uppgávuna. Eg arbeiði
í løtuni við einari verkætlan í
Norðuramerika uppá 5 milliardir
krónir, og tað er púra ørt og óveru
ligt, tá eg hugsi nærri um tað.
KT-stjórin greiðir víðari frá, at
hann mangan fær uppgávur latnar
uppí hendi, ið við fyrsta eygnabrá
kunnu tykjast fullkomiliga ómøgu
ligar at loysa, men tá ræður um
at hava tunguna mitt í munninum,
varðveita yvirlitið og hava álit
á sær sjálvum eins væl og á
arbeiðsfeløgunum.
- Eg trívist best á djúpum
vatni, har eg havi kensluna av,
at eg ikki grynni. Lyklaorðið í
øllum trongstøðum er ikki at vera
uppgevandi og at hava eginleikan
at síggja møguleikarnar í eini
annars vónleysari støðu. Tað
ræður um at handfara váða og
óvissu á ein skynsaman hátt og at
taka skjótar og greiðar avgerðir,
hóast nógvir ókendir faktorar
gera seg galdandi, greiðir Jan
hugleiðandi frá.
Eftir at hava staðið á odda
fyri eini verkætlan seinastu
mongu árini, hvørs endamál
var at implementera SAP-teldu
skipanina í Evropa liggur kósin nú
til Chicago har Jan og hansara
toymi skulu leiða eina líknandi
verkætlan fyri alt Norðuramerika.
- Hetta er mín størsta avbjóðing
nakrantíð, tí Kraft Foods í USA er
nærum fimm ferðir størri í vavi,
hvat sølu og framleiðslu viðvíkur,
samanborið við Evropa, sigur Jan.
Hetta er eisini orsøkin til, at Jan
nú flytur við familjuni til Chicago.
Nýmótans
leiðsluháttur
Fyritøkan í USA hevur nýtt eini
800 ymsar telduskipanir til fram
leiðslu, innkeyp, lagur, sølu og
fíggjarstýring. Hesar skulu nú
niðurleggjast og avloysast av bert
einari SAP-skipan.
At vera leiðari fyri slíkum risa
stórum milliarda-verkætlanum
setir stór krøv til samskipanina av
tí dagliga arbeiðnum og samskifti
millum leiðara og starvsfólk.
Jan hevur eisini sínar greiðu
áskoðanir um, hvussu ein stjóri
røkkur sínum málum.
- Mín fremsta uppgáva er at
byggja upp eitt lið, sum er ført
fyri at loysa tær uppgávur, ið eru
settar út í kortið. Eg skal tryggja,
at organisatoriski bygnaðurin
samsvarar við tær avbjóðingar, ið
liggja fyri framman. Miðaldarliga
hugsanin um, at starvsfólkið
skal tæna leiðsluni er ikki ser
liga produktiv, og tí leggja vit
stóran dent á, at hvørt einstakt
starvsfólk skal kenna, at tey eru
partur av nøkrum virðismiklum,
og at tey eru ein týdningarmikil
liður í heildini, sigur Jan um sín
leiðsluhátt.
- Vit royna at skapa eina
vælvirkandi eind, har eingin
einstakur liður ber øllum uppi.
Hetta ger eindina sterkari, so at
hon tolir teir brotasjógvar, ið alla
tíðina skola omanyvir okkum. Eg
nýti soleiðis nógva tíð saman
við starvsfólkunum og royni at
motivera hvønn einstakan, har eg
síggi møguleikar fyri framgongd
og menning.
Sjórænarin fekk
útlongsul
Meðan Jan gekk á
handilsháskúlanum
djúpum vatni
- Tá tú fyrst hevur fingið altjóðagerðina
undir húðina, er torført at halda seg burtur.
Harumframt havi eg frá ungum árum viljað
búð í útlandinum, og her í London havi eg tað
sum blomman í egginum. Eg plagi í skemti
at siga, at tað er sjórænarablóðið úr Hvalba,
ið er orsøkin til tann brennandi útlongsulin,
sigur Jan Ziskasen
Fakta
Navn: Jan Ziskasen
Føddur: 31. oktober 1967 í
Klaksvík.
Hjúnastøða: Giftur Situ
Rajani í 1992.
Børn: Erla (11 ár), Rósa (3
ár) og Matthias (1 ár)
Útbúgving: Cand.merc.dat.
frá Handilsháskúlanum í
Keypmannahavn
➘