Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 67 - 4. apríl 2007 - Í løtuni hava eg onga støðu tikið til nakað sum helst. Eg havi eitt virki, sum hevur brúk fyri mær – men tað kann sjálvandi nógv broyt­ ast til januar mánaða, sigur Rodmundur Nielsen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavík UPPSTILLING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá eitt val nærkast – tað verið seg løgtings-, fólka­ tings-, ella kommunuval – kemur røringur í politiska lands­lagið, og søgur av alskyns slagi byrja at ganga um hendan og handan kenda føroyingin, sum nú skal stilla upp fyri skjótt hendan, skjótt handan flokk­ in. Ein av teimum, sum serliga nógvar søgur ganga um í hesum døgum, er Rodmundur Nielsen, fyrr­ ver­andi borgarstjóri í Runa­ víkar kommunu. Áhaldandi pástandir hava verið settir fram um, at hann skal finn­ ast á Sambandslistanum til komandi val. Samstundis ganga søgur um, at sterkar kreftir í flokk­ inum í Eysturoynni vilja skumpa Alfred Olsen av listanum, tí um Rodmund stillar upp, verður onkur av »góðu gomlu« kreftunum helst við sviðusoð. Vit royndu at fáa orðið á Jóhan Petersen, formann fyri valfelagnum Samhald í Eysturoynni, men tað eydn­ aðist okkum ikki áðrenn evsta­mark blaðsins. Hin­veg­ in fingu vit fatur á Rod­ mundi, og spurdu hann, hvussu bleiv við uppstilling til komandi løgtingsval, og kanska serliga á hvørjum lista hann í fall fór at standa. Tekur tað róligt - Eg havi onga støðu tikið til nakað sum helst enn. Í løtuni er tað virkið, ið upp­ tekur meg, men tað er sjálv­ andi long tíð til januar mánaða og løgtingsvalið, sig­ur Rodmund Nielsen. Hann vísir á, at hann nú hevur havt seks ár í lokal­ politikki, og at hann heldur tað hava verið góð ár. So í hansara føri er tað kanska ikki so undarligt, at søgur fara at ganga um politisku framtíðina. - Í løtuni taki eg tað róligt. Nógv verður sjálv­ andi tosað, men eg havi ikki tikið nakra støðu enn. Men tað er væl rætt, at tað finst meiri enn tann eini møgu­ leikin, tá tað kemur til upp­ stilling til komandi løgtings­ val. Og sjálvt um ongar ítøkiligar ætlanir í løtuni eru um at stilla upp, so kann nógv sjálvandi broytast fram til januar, sigur Rod­ mund­ur Nielsen. Fyrrverandi borgarstjórin hevur annars gingið fyri at vera fólkafloksmaður, men sum kunnugt kann nógv henda í politikki – og sum Jens Otto Krag segði á sinni: Man har et stand­ punk, til til man tar et nyt! Rodmundur Nielsen um uppstilling til komandi løgtingsval: Óivað meiri enn tann eini møguleikin Rodmundur Nielsen, fyrr­ver­ andi borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. Enn er ógreitt, um hann stillar upp til løgtingsvalið komandi – og í fall fyri hvønn Lesandi stóra skuld Donsk lesandi skylda nógv meiri nú enn fyri bara fáum árum síðani. Í 2000 vísti ein kanning, at 855 lesandi skyldaðu meiri enn 200.000 krónur í lestrarskuld, men í dag eru hesi 2.158 í tali, og av teimum skylda næstan 700 meiri enn 250.000 krónur. Tey lesandi siga eina orsøk vera, at politikararnir vilja hava tey ungu at kvika sær við lesnaðinum. Tað ger, at tey kunnu ikki arbeiða í lestrartíðini, men noyðast at læna pengar ístaðin fyri. Minni útflutningur Grønlendski útflutningurin var minni í fjør enn í 2005. Minkingin var 6,7 prosent, og tað svarar til 162 mió. krón­ ur. Carsten Petersen á grønlendsku hagstovuni sigur við útvarpið í Nuuk, at minkingin stóðst serliga av, at minni av rækjum kom upp á land, samstundis sum prísurin á rækjum hevur verið fellandi. Harafturímóti kunnu grøn­lend­ingar fegnast um, at størri virði koma úr jørðini. Útflutn­ingurin av gullmálmi vaks 17,7 prosent í fjør. Liða til sølu Húsini í Liða í Nólsoy eru til sølu, um hóskandi boð fæst. Liða er ein sonn perla, og í húsunum búgva fólk longu í 1801. Í Liða eru allir hentleikar, sentralhiti, wc/bað, el-komfýrur, vaskimaskina, sjónvarp og allur vanligur køksútbúnaður. Ferðasambandið millum Nólsoy og høvuðsstaðin (20 minuttir) er sera gott, og Ritan siglir frá morgni til kvølds. Húsini kunnu síggjast eftir avtalu. Áhugaði kunnu ringja á tlf. 228909 ella senda e-post á vilmund@sosialurin.fo Lions Club Eysturoy skipar fyri árligu málningaframsýningini 1. og 2. páskadag í Runavíkar skúla. Opið verður báðar dagarnar frá kl. 15 til kl. 20. Atgongumerkið (Myndaskráin) er samstundis lutaseðil til ein málning. Lutaseðlar verða annars seldir báðar dagarnar uppá málningar. Framsýningin verður sett av Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, kl. 15 fyrra páskadag. Innkomni peningurin fer til vælgerandi endamál. V æ L k O M I n ! Lions CLub Eysturoy Málningaframsýning á páskum