Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 • 4. apríl 2007 16 í Keypmannahavn, fór hann at arbeiða hjá Kraft Foods í Dan­ mark, og skjótt fekk hann ábyrgd í fyritøkuni. Spakuliga klintraði hann uppeftir stiganum í hesi risastóru fyritøkuni, og eftir fimm árum í Danmark fekk Jan starv á norðurlendsku høvuðsskrivstovuni í Stokholm í Svøríki. Eftir at hava búleikast í Dan­ mark og Svøríki í útvið tíggju ár valdu Jan og konan Sita Rajani at flyta heimaftur til Føroyar í 2001. Jan fekk leiðandi starv hjá Farodane í Havn, og Sita hevði gávuhandilin Mango í SMS. Eftir eitt ár í Føroyum gjørdist útlongsulin tó ov sterkur, og boð vóru eisini eftir Jan úr London. - Eg vildi meira innan tað yrkið, ið hevði myndað mína yrkisleið øll árini. Tá tú fyrst hevur fingið altjóðagerðina undir húðina, er torført at halda seg burtur. Harumframt havi eg frá ungum árum viljað búð í útlandinum, og her í London havi eg tað sum blomman í egginum, sigur Jan við eldhugað í røddini. - Mær dámar tó avbera væl í Føroyum, serstakliga at vera saman við familju og vinum. Tá vit einaferð flyta heimaftur er týdningarmikið fyri meg at hava eitt starv, har eg havi møguleika fyri at vera við á altjóða pallinum onkursvegna. Eg plagi í skemti at siga, at tað er sjórænarablóðið úr Hvalba, ið er orsøkin til tann brennandi útlongsulin. Kundi verið øðrvísi, og tó... Tá Jan Ziskasen var liðugur á studentaskúlanum við Gøtugjógv í 1988, valdi hann at taka eina tvey-ára teologiska útbúgving á St. Andrews College í Yorkshire í Onglandi. - Eg var sera hugtikin av teim­­um hugvísindaligu læru­grein­u­num, tá eg gekk á studenta­skúlanum, og eg hevði eisini ætl­­anir um at lesa teologi ella filo­sofi í Keypmannahavn, greiðir Jan frá. Hetta bleiv tó av ongum. Eftir at hava arbeitt sum lærari í skúla­num við Ósánna í Klaksvík og tikið hægri handilsskúla á Kambs­dali, gjørdi Jan av at fara á Copenhagen Business School at lesa cand.merc.dat. í 1992. - Áðrenn eg fór at lesa, gjørd­­ist eg varugur við, at eg var hugtikin av og kanska eisini hevði “flair fyri business”. Har­um­framt hevði eg stóran áhug­að fyri organisatión og vildi fegin arbeiða við menniskjum til dagligt. Eg metti eisini, at ein KT- og handilsorienterað útbúgving gav mær fleiri møguleikar eftir lokna lestrartíð, sigur Jan. Kristindómur Átrúnaður hevur ein sera týðandi leiklut í lívinum hjá Jan og sam­­­an við familjuni er hann javnan í fríkirkjuni Hillside í Wimble­don, har familjan eisini býr. Umframt at spæla trummur í tónleikabólkinum í samkomuni hevur Jan eisini ráðgivið pastori­ num við ymsum uppgávum á leiðsluøkinum. - Fyri meg snýr kristindómurin seg um at liva í kærleika Guds og hava uppbyggjandi samfelag við onnur menniskju eins væl og vera við til at hjálpa menniskjum andaliga og tímiliga. Tað er altav­gerandi fyri meg ikki at vera dømandi, men heldur at síggja tað positiva í hvørjum einstøkum og at virðismeta tað fjølbroytnið, sum eg ferðist í til dagligt. Eg royni at vísa ígjøgnum mína medferð, hvør eg eri, og hvørjum eg standi fyri. Yvirfyri mínum starvsfólki royni eg altíð at vera erligur og at viðurkenna hvønn einstakan, eg eri saman við til dagligt, sigur Jan um sína trúgv og menniskjafatan. Keypti Kemilux í eini handavending Fyri nøkrum vikum síðani var Jan í Føroyum í føðingardag hjá vermóðir sínari, og tá keypti hann 49,5% av partabrøvunum í fyritøkuni Kemilux. - Eg havi altíð haft stóran áhuga fyri fyritøkuni, og tá eg fekk møguleikan at keypa, smekkaði eg til. Soleiðis eri eg. Og tað sigur ikki so lítið um klaksvíkingin, hvørs næsta destinatión liggur handan Atlantshav í stórbýnum Chicago. - Fyri meg snýr kristindómurin seg um at liva í kærleika Guds og hava uppbyggjandi samfelag við onnur menniskju eins væl og vera við til at hjálpa menniskjum andaliga og tímiliga, sigur Jan Ziskasen … Eg trívist best á djúpum vatni