mikudagur 4. apríl 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Eitt 75 ára minni:
Immanuel og Laura ganga burtur
Náttin millum 9. og 10.
Apríl 1932 man vera ein
tann daprasta nátt í Føroya
søgu. Tað var eftir øllum at
døma hesa náttina, at
sluppirnar Immanuel og
Laura gingu burtur við
tilsamans 38 monnum, tá
teir vóru á veg heim av
Suðurlandinum. Í hesum
døgum eru tískil 75 ár liðin
síðan hesa døpru hending,
sum vit vilja minnast hesa
ferð í Miðvikuni.
Hetta er ein hending, sum er væl
kend, og sum rættiliga nógv er
skrivað um. Hetta verður tískil ein
samandráttur.
Ein týðandi kelda er bókin hjá
Erlingi Poulsen: ”Laura, Immanuel
og Aldan ganga burtur”, sum
kom út í 1992 Erling gav mær
sjálvum standandu loyvi at nýta
sínar bøkur sum keldur, og nú
Erling er deyður, skal hann hava
tøkk fyri tey íkøst, sum hann
við sínumn bókum gav okkara
fiskimannasøgu.
Aðrar keldur eru frásagnir í
FF-blaðnum frá Andrias í Tarti,
Andrew Godtfred, Eliesar
Sørensen og Miu Mikkelsen, sum
var seinasta einkjan eftir teimum,
sum fórust við Immanuel. Afurat
hesum hava vit tosað við Dávur
Jacobsen, sum var sonur ein
teirra, Per Jacobsen, sum fórst
við Immanuel. Hann er 80 ára
gamal og minnist tískil hesar
hendingar.
Veðrið var øgiligt
Veðrið hesa náttina, tá hildið
verður, at skipini gingu burtur, var
tiltikið vánaligt.
Eg havi tosað við tríggjar
gamlar fiskimenn, sum minnast
hetta veður, og skulu allar hesar
frásagnir verða endurgivnar í
høvuðsheitum. Hóast talan er um
sama veður, so supplera hesar
frágreiðingar hvørja aðra.
Eliesar Sørensen, ættaður av
Kirkju, skipari á ”Coronet”:
Eg minnist sera væl hesa
sorgarhending, tí vit sóu
”Immanuel” uttanfyri okkum
sjálvar fara eystureftir beint
uppundir ta ódnina, sum helst
gjørdist banin hjá hesum báðum
skipum og teirra manningum. Eg
minnist, at tað var heilt nógvur
fiskur at fáa, og ”Coronet” lá
fløt av fiski. Eg minnist eisini,
at ”Svínoyggin” kom uppá prei.
Veðrið var gott tá, men eg minnist
ikki at hava sæð barometrið fallið
so skjótt, so tað var alt, sum
bendi á illveður. Eg gav boð um at
hála loddini inn og so at fara at
reinsa.
Skjótt byrjaði illveðrið, og
vit mistu fisk av dekkinum, og
vit fingu seglið yvirstak. Fyri
at bjarga fiskinum máttu vit
koyra part av honum í forlastina
óflaktan, og sigur hetta nakað
um, at støðan varð mett at vera
álvarslig.
”Coronet” kom heim í øllum
góðum, og tað sama gjørdi
”Svínoyggin”.
Andrew Godtfred, ættaður úr
Vági, við ”Norðfarinum”.
Eg hevði gingið ein vetur á
motorpassaraskúla, og kundi nú
vera smyrjari við ”Norðfarinum”.
Tað var hetta árið, tá ”Laura”
og ”Immanuel” gingu burtur við
mann og mús.
Vit høvdu verið heima – fóru
heim 23. mars 1932 við 700
skippundum, og vit vóru á veg
yvir aftur til Íslands. Veðrið var
framúr vánaligt. Eg var staddur
í maskinrúminum og hevði júst
fingið lensupumpuna at taka við
aftur aftaná, at hon hevði verið
typt av træspønum, sum komu í
ventilarnar, og sum stavaðu frá
byggingini av skipinum, sum var
nýtt.
Tá fingu vit ein slíkan sjógv, at
eingin kloddi var eftir á skipinum
uttan miðseglið. Tað brast so hart
í henni, at onkur helt, at síðan var
sligin inn, og at vit fóru at søkka,
men so galið var tað kortini ikki.
Brotið slongdi skipsbátin
tvørtur um skipið og til sjós, og
sprongdi í ferðini lúnningarnar
uppav. Øll skottini stóðu í lastini,
men saltið var tveitt yvir í annað
borðið, so skipið fekk slagsíðu.
Í lastini var ein tóm krubba, og
har stóðu allir spakarnir. Tóma
krubban var nú fylt við salti, so
fólkið mátti fara í lastina við
tallerkum, pottalokum, fjalum og
berum hondum fyri at fáa skipið
á rættkjøl aftur. Skaðin á hetta,
bert trý ára gamla skip, var so
stórur, at vit vendu við og fóru
heimaftur.
Eitt brot kom afturat, sum
legði ”Norðfarið” skerflata, og tá
væntaðu vit ikki, at hon reistist
aftur. Stórseglið fyltist við sjógvi
og helt lúnningini í vatnskorpuni.
Tá gjørdi Magnus Veihe í Porkeri
tað bragd, at hann fór við lissu
um miðjuna út á seglið, har tað
lá niður í sjógvin, og við flekiknívi
fekk hann skorið hol á seglið,
so sjógvurin rann út, og skipið
rættaði seg aftur.
Stýrihúsið fór ikki, men allir
rútarnir fóru. Tað var ein kappi í
maskinrúminum upp í stýrhúsið,
og nógvur sjógvur kom niður,
og tveir fjalir av dúrkinum í
stýrihúsinum komu sendandi
niður í maskinrúmið. Men
lukkutíð raktu tær ikki oljurørið og
motorurin steðgaði ongantíð.
”City” og ”Havgásin” vóru
eisini á hesum leiðum, men eg
veit ikki um onnur skip. Tey vendu
eisini aftur vegna skaðan, tey
fingu í illveðrinum. Eg havi annars
hoyrt, at ”Immanuel” hevði ein
stakk av fiski á dekkinum. Skipini
vóru nevniliga á veg heim og vóru
tískil tung í sjónum. Vit vóru
betri fyri við tómum skipi.
Andrias í Tarti úr Oyndarfirði,
við Sæborg
Greiðir frá túri við Sæborg og
heldur fram: Hetta var sama
túr sum Laura og Immanuel
forlistu. Vit høvdu fiskað 22.000
fiskar og skuldu heim. Vit vóru
væl mannaðir, yvir 22 mans. So
nógvar koyggjur hevði hon ikki, so
her vóru eisini tvímanskoyggjur.
Nú er tað so, at vit praja ”Lauru”
av tí, at maskinmeistarin á
Lauru, Niclas, hevði verið árið
frammanundan við einum
motorbáti, sum bleiv leigaður til
Oyndarfjarðar, og sum kallaðist
”Føroyingurin”, og tí kendu
oyndfirðingar hann so væl. Eg
meini, at skiparin sjálvur, Hans
Jacob Abrahamsen, tosaði við
hann. Tá hevði ”Laura” 18.000
fiskar inni. Hon var ein lítil slupp.
”Sæborg” hevði 22.000 fiskar.
Vit koma heim eitt fríggjakvøld,
leygarmorgunin fara vit at landa
í allarfínasta veðri í Oyndarfirði,
og vit tøma skipið, 400 skippund,
eftir einum leygardegi. Skipið
varð so fortoyað fyri báðum
ankarum. Eg tørni inn. Harra
Jesus, eg verði vaktur tíðliga
sunnumorgun at koma umborð.
Tá er stormur og kavarok, og
”Sæborg” var farin í drift.
Bjargingarbáturin er í landi. Tað
var ikki øll manningin, sum var úr
Oyndarfirði. Eg minnist ein mann,
Sofus Rinkustein, sum skiparin
mátti biðja afturat at hjálpa til.
Báturin varð vendur í støðni,
og 6 mans sótu til árar. Tað var
akkurát, so vit kláraðu at koma
út frá. Vit passaðu okkum løgi
millum glaðurnar, so tað lukkaðist
okkum at koma umborð og at fáa
motorin í gongd. Tað sum var
leyst á dekkinum, tað feyk alt.
Kokkurin hevði sett bakkar og
tílíkt upp, tað var alt farið til sjós.
Tað eydnaðist so at fáa skipið
fortoyað aftur, sum tað skuldi.
”Silver Lining” var komin á
Mýling, tá hann bresti á. Reiðarin
og skiparin Justines Eidesgaard
var ein maður, sum legði nógv
fyri. Men ikki hættaði hann sær
at fara í Djúpini. Hann fór vestur
í Vágahavið. So ringt var hetta
veðrið, tá ”Laura” og ”Immanuel”
eru farnar. Eg eri klárur yvir, at
vit eru eitt tað seinasta skip sum
hevur tosað við ”Lauru”.
Um Lauru
Laura var keypt úr Onglandi í
1896, og í 1932 áttu teir á Tjørn í
Vági hana. Hon fekk motor í 1930,
tá nógvar sluppir fingu motor
ísettan.
Seinasta skipið, sum sá Lauru
var Vágbingur, sum teir á Tjørn
eisini áttu. Laura preiaði Vágbing
kl. 4 seinnapartin 7. apríl og
spurdi, um teir kundu fáa eit fat
av olju. Báturin á Vágbingi hekk
afturút, og motorpassarin, Vinther
Lauritsen úr Seyrvági, fór umborð
í Lauru at hitta systkinabarnið
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hjúnini Thorleif og Nicolina
Justinussen eiga hvør í sínum
lagi part í okkara fiskimannasøgu.
Pápi Thorleif, Ísak, var við
Ernestinu lagnutúrin í 1930, men
hann slapp tó við lívinum.
Nicolinu var fødd 16.februar
og var nærum nýfødd, tá hon
misti pápan, Niklas Lassen, og
pápabeiggjan Niels við Lauru.
Hon varð doypt 27.mai og varð
uppkallað eftir pápanum. Niklas
hevði grundað fyri húsum, men
so stórt var hjálpsemið, at menn í
bygdini sjálvbodnir smíðaðu henni
húsini liðug. Ella, kona Niklas,
mátti lívbjarga sær við at arbeiði
í fiski.