mikudagur 4. apríl 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 • 4. apríl 2007
20
Talan er um arkitektteknað hús í 2
hæddum við garagu, sum taka seg sera
væl út og sum yvirskriftin sigur, standa
húsini ovarliga í bygdini við góðum
útsýni yvir Vestmannasund og suður
ímóti Koltri.
Húsini hava flagtak og altan sum vendir
vestureftir fyri at tú her kanst njóta
vesturskynið.
Innan eru húsini hugnalig og høgt er
ímillum loft og gólv við køki og stovu
í einum, grovkøkur/vaskirúm, stór
stova, hjúnarrúm, gongd, baðirúm,
klæðnarúm og hjallur í erva. Í neðra eru
3 kømur, stór gongd við flísum, stórt
flísalagt baðirúm við brúsu og baðikari,
kjallararúm og flisalagdur durur við hita.
Húsini eru orkusparandi við hitapumpu
og miðstøðuhita.
Litirnir innan eru ljósir og taka húsini
seg gott út innan sum uttan.
Fakta:
Húsini sum standa á Ovara vegi 40 í Leynum - samlað búvídd er 220 fermetrar
umframt ein garaga á 27 fermetrar eru bygd í 1988. Grundøkið er 575 fermetrar.
Húsini standa í barnavinarligum, hugnligum umhvørvið og hava gott útsýni út á
sjógv, og bert 20 minuttir eru til Havnar.
Tú fært meira at vita frá INNI, eins og tú kanst biða um at síggja tey á telf.
354200.
Arkitektteknað hús
ovarlaga í Leynum