Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 • 4. apríl 2007 MIÐvikan 22 Tummas. Komin umborð aftur í Vágbingin helt hann, at Tummas var so løgin. Tað var einki um hann, hóast hann plagdi at vera prátingarsamur. Hann stóð bara og bíndi og hugdi niður í dúrkið. Eisini segði Eli Lassen, hjá Matthiasi, ið eisini var við Vág­ bingi, at hann sá báðar brøður sínar Niels og Niclas standa á dekkinum á Lauru. Tað var eins og ein glæma ella hjóm um teir, og hann hugsaði við sær sjálvum, at teir sá hann ikki aftur og so varð. Tá ørindini vóru liðug, søgdu teir farvæl við hvønn annan. Teir á Lauru heilsaðu tríggjar ferður við floytuni og settu kós móti Føroyum, og teir søgdu, at teir skuldu heilsa heima. Seinni kemur Vágbingur heim, og teir verða sum rímiligt er illa við, tá teir heimkomnir frætta, at Laura ikki er komin fram. Men framvegis varð vónað, at teir kortini fóru at koma, og at teir vóru seinkaðir av onkrm øðrum. Tað var ofta, at tað varð hugt út á fjørðin, um nakað skip var á veg inn eftir honum. Fyri hvønn dag minkaði tó vónin. Tá Vágbingur fór av stað aftur á Suðurlandið og var komin norð­ur í Suðuroyafjørð, var okkurt í ólagi við motorinum, so hann mátti venda við aftur. Nú var tað so, at skipini á Tjørn høvdu eina hvíta stjørnu á tí svarta bógnum. Tá Vágbingur kemur inn eftir fjørðinum fara fólk at hyggja. Teir menn, ið høvdu kikara, kundu siga, at stjørna var á bógnum, og øll gleddust um, at hetta mátti vera Laura, sum endiliga var komin. Men tá skipið kom longur inn sást, at hetta var Vágbingur, ið var afturvendur. Og einaferð enn gjørdist vónin til tað svartasta vónloysi. Tá brast tann seinasta vónin um, at teir nakrantíð fóru at koma afturí aftur. Tað eru fleiri frásagnir um, hvussu hugtungir menninir vóru, tá teir skuldu fara avstað við Lauru. Ein frásøgn um hetta er sera áhugaverd. Ein hvalbingur, Jógvan Berg, skuldi við Lauru hendan túrin. Motorbátur kom úr Vági eftir honum og øðrum, sum skuldu fara til skips. Jógvan hevði klæðini klár, men tá farast skuldi kom okkurt yvir hann, og hann mátti leggja seg á beinkin. Tað dróg ikki frá aftur, og hann fór ongan veg. Hetta bjargaði lívi hansara. Manningin á Lauru. Jens Toftum, skipari, 25 ár, gift­ur. Eftir sat konan við einum barni. Frits Toftum, 17 ár. Niels Lassen, 27 ár, ógiftur Niklas Lassen, 23 ár, giftur. Eftir sat kona við einum barni. Herman Petersen, 26 ár, giftur Jacob Veyhe, kokkur, 20 ár Sámal Veyhe, 16 ár. Jacob og Sámal vóru brøður. William Joensen, 20 ár. Valberg Thorsteinsson, 16 ár. Allir hesir vóru úr Vági og serliga var tað býlingurin í Toftum, sum var hart raktur. Johan Nicolaj Djurhuus, Sumba 39 ár og ógiftur Poul Nicolaj Christiansen, Sumba 28 ár og ógiftur. Danjal Jacob Bech, besti­ mað­ ur, Porkeri, bestimaður, 33 ár og ógiftur Gunnar Levi Müller, Porkeri, 16 ár. Niels Pauli Næstved, Porkeri, 17 ár. Tummas Mouritsen, motor­ passari, Sørvágur, 21 ár og ógiftur. Johan Jensen, motorpassari, Sørvágur, 30 ár og ógiftur. Tummas Zachariassen, bestimaður, Sørvágur, 27 ár og giftur við einum barni. Viggo Zachariassen, Streymnes, 16 ár. Hann var beiggi Tummas. Andrias Hansen, 34 ár, ætt aður av Eiði, giftur til Streymnesar. Eftir sat kona við fimm børnum. Eftir manningini á Lauru sótu 5 einkjur við 8 børnum. Um Immanuel Immanuel var í 1893 keypt til Tvøroyri, og í 1910 keypti Jákup Dahl á Gørðunun í Vági hana. Tað seinasta skipið, sum tosaði við Immanuel var Expedit, sum møtti teimum á Portlandinum, tá teir vóru á veg heim við fullari last. Expedit var ein av temum fáu sluppunum tá, sum hevði fingið radio. Seinni um dagin, eftir at teir høvdu møtt ”Immanuel”, lurtaðu teir eftir veðurtíðindum og hoyrdu um tað herviliga ódnarveðrið, ið var á veg millum londini. Tá skuldi skiparin Andrias í Túni taka soleiðis til orðanna, at ikki kenni eg meg tryggan, fyrr enn eg havi frætt frá ”Immanuel”, at teir eru komnir heim í øllum góðum! Her var tað á sama hátt sum við Lauru. Tað var vónað, men fyri hvønn dag minkaði vónin, til hon at enda hvarv. Ì 1983 varð minnisvarði reistur til minnis um teir menn, sum vóru farnir á sjónum úr innara partinum av Skálafjørðinum. Í hesum sambandi vóru fleiri, sum greiddu frá sínum minnum frá hesi hending. Ein av teimum var Dávur, ➙ Jens í Toftum Frits Tofum Niels Lassen Niklas Lassen Herman Petersen Jacob Veyhe Sámal Veyhe William Joensen Johan Nicolaj Djurhuus Danjal Jacob Bech Gunnar Levi Müller Niels Pauli Næstved Tummas Mouritsen Johan Jensen Viggo Zachariassen Tummas Zachariassen Andrias Hansen Valberg Thorsteinsson. Hesir fórust við Lauru