mikudagur 4. apríl 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 • 4. apríl 2007
22
Á evropeiska meginlandinum skal
ein ávís útgáva av Islam verða
ávegis. Ein útgáva, sum góðtekur
t.d. skilnað millum stat og átrún
að, og sum heild, góðtekur støðu
sína í minniluta – innrættar seg
í evropeiskt fólkaræði. Evroislam
kalla fleiri eina tílíka útgávu av
Islam.
Tariq Ramadan er tann
mest kendi fortalarin fyri eini
útlegging av Evroislam, sum tó
ikki er heilt hin sama, sum tann
lýsta omanfyri. Tariq Ramadan
er av summum elskaður og
av øðrum hataður. Hann er
professari, fyrilestrar hansara
fylla fyrilestarhølini, gjarna við
ungum muslimum, ymsa staðni
kring vestara part av Evropa.
Hann verður lýstur sum genialur
hugsjónarmaður og retorikari,
trúbótari, ein muslimskur Martin
Luther – men eisini er hann
ákærdur fyri at tala við tveimum
tungum, fyri at vera antisemitt,
ein vandi fyri fólkaræði og eisini
fyri at vera ein muslimskur
svíkjari.
Hann talar ímóti tí, at muslim
urin trekkja seg aftur í dagliga
samfelagslívinum. Evropislam
saman við musliminum skal
úr minnilutastøðuni. Hóast
muslimurin luttekur í samfelag
num – í kjaki, í politikki – so skal
hann á ongan hátt uppgeva ella
goyma sín átrúnaðarliga samleika
í tí almenna rúminum. Í øðrum
orðum skal muslimurin ikki seta
ljós sítt undir skeppuna.
Khader
Ein politikari við arabiskari og
muslimskari bakgrund í donskum
politikki er Naser Khader.
Eins og Tariq Ramadan, er
Naser Khader av summum er sera
væl dámdur, men av øðrum illa
lýddur.
Naser Khader verður spáddur
at hava eina um ikki gylta, so
bjarta framtíð í donskum politikki.
Ein komandi danskur stórpolitik
ari. Danskir eygleiðarar og
politiskir viðmerkjarar meta, at
eitt høvuðsmál í samanhanginum
av danska vælferðarpolitikkinum
verður hvussu viðurskiftini millum
“gomlu danirnar” og “nýggju
muslimsku danirnar” verða løgd
til rættis. Her skal Khader fáa
ein enn meiri politiskan viðvind,
enn hann hevur fingið tað í tíðini
eftir rokið um Muhammed-
tekningarnar.
Í Khader síggja fleiri nevniliga
ein dreym um eina útgávu
av Islam, har sharia-lóggáva
hevur ein nógv skerdan leiklut
og átrúnaður heilt klárt er ein
privat-søk. Hetta er jú støðan,
sum Khader hevur tikið og hetta
er ein týðandi partur av hansara
politisku profil.
At konturarnir í danska
politiska kjakinum eru sum teir
eru, hevur sjálvsagt nógv at gera
við muslimsku tilflytararnar og
teirra eftirkomarar, og serliga
eisini á unga aldurin á hesum. Í
Danmark búgva umleið 170.000
muslimar, av hesum eru 70.000
arabiskum uppruna.(Sí omanfyri!).
Eitt flótandi hugtak
Ramadan er fyri integratión, men
tað skulu vera muslimar, sum
avgera hvat hetta hevur við sær.
»Um eitt samfelag tekur frá mær
Evroislam: Átrúnað
Meðan átrúnaður hevur stóran leiklut í
føroyskum politikki og samfelag, er
støðan hin sama millum fleiri evropeiskar
muslimar. Í hesi vikuni er fólkatings
politikarin Naser Khader komin til Føroya
– hesin kennir uttan iva til somu støðu,
tó úr einum øðrum høpi
Islam í Evropa
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
70.000 arabarar í Danmark
Tað eru 70.000 arabarar í Danmark. Hetta tal fevnir um tilflytarar og teirra
eftirkomarar, ið hava arabiska bakgrund, mál og mentan. Flestu av hesum komu
miðskeiðis í 1980’unum til Danmarkar. Meðan tilflytarin í 1960’unum og 1970’unum
oftast var maður, ið kom fyri at arbeiða, so var tilflytarin í 1980’unum oftast flóttafólk.
Teir eru komnir úr ymiskum londum. Í dag er tað irakar, sum eru teir flestu, 26.350.
Libanar koma næstir í røðini, 22.230 – fleiri av teimum av palestinskum uppruna. Í
1986, meðan borgarakríggið leikaði uppá tað harðasta í Libanon, komu serliga nógvir
libanar til Danmarkar, nær um 2.500.
Mynd: Polfoto