Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 4. apríl 2007 23 Dreymastarv Vit ynskja ein nýggjan starvsfelaga, ið kann standa fyri at gera nýggjar bilar klárar til viðskiftafólk okkara. Arbeiðið fevnir um montering av eykaútgerð og t.d. at pakka út alt tað, ið bilaverksmiðjan hevur pakkað inn. Í so máta er tað sum á jólum, nærum hvønn dag. Tann, ið settur verður, eigur at hava gott handalag, at vera fyrikomandi og hava eina ósvikaliga fatan av, at í flestu førum kunnu fólk næstan ikki bíða til arbeiðið er liðugt. Tí er viðkomandi ein so sera týðandi liður í fyritøkuni Auto Service. Tú leggur seinastu hond á verkið: Á dreymin, sum er ein nýggjur bilur. Vit bjóða stak góðar karmar í nýbygdum hølum við nýggjari útgerð og øllum hentleikum. Løn verður latin eftir nærri avtalu. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Árna Rasmussen, stjóra á tlf. 345400 Umsóknir við viðkomandi skjølum, ið skulu verða okkum í hendi innan 6.apríl, skulu sendast til: AutoService Att.:ÁrniRasmussen ViðOyggjarvegin www.autoservice.fo Starvslýsing Okkum tørvar tvey nýggj starvsfólk at byrja skjótast tilber. Vit bjóða: - fast starv - spennandi arbeiði - fakligar avbjóðingar - góðar starvsfelagar Vit vænta at: - tú dugir at vegleiða - tær dámar at avgreiða kundar - tú kanst arbeiða sjálvstøðugt - tú hevur eitt lætt og opið sinni - tú ert kundavinarlig Tað er ikki eitt krav, at tú hevur útbúgving. Tað er tó ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. handilsútbúgving, farmakonomur ella sjúkrarøktarfrøðingur. Handilin, sum er í tveimum eindum, selur náttúruheilivág, vørur til húðrøkt, skógvar, hjálpitól, stuðulssokkar, bandagur, joga/meditatiónstónleik, undirklæðir, sokkar, o.a. Skriva nøkur orð um teg sjálva og send tey saman við møguligum ummælum og CV til okkara. Tú ert eisini vælkomin at ringja til Siri á tlf. 210506 Umsóknarfreistin er 23. apríl 2007 SIRI - Dr.Jakobsensg.18 - 100 Tórshavn - tlf. 316610 - t-postadr: siri@siri.fo Páskadøgurði í Glasstovuni Skírishósdag, Langafríggjadag, leygardagin 7. apríl, 1. Páskadag og 2. Páskadag kl. 12.00 - 22.00 bjóðar Glasstovan hesa Páskamatskrá: Forrættur: Skeljadjóraragout við lættstoktum djúphavsjákupskeljum Høvuðsrættur: Heilstoktur lambsryggur við rósumarinrómaglace Omaná: Sjokulátadessert við jarðberjum Prísur: 3 rættir kr. 195,- Barnabuffet íroknað sodavatn og ís kr. 75,- Sertilboð fyri gisting við morgunmati: Dupult kamar kr. 400,- Einkult kamar kr. 600,- Prísurin er galdandi pr. persón/pr. nátt í tíðarskeiðnum 5. - 9. apríl Bíleggið á 317500 ella á www.hotelforoyar.fo. 4 H E &A V O U R I T E 2 E S T A U R A N T ' , ! 3 3 4 / 6! . lýsingar