Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 • 4. apríl 2007 23 ður og politikkur rættin at virka fyri trúgv míni, geri eg mótstøðu og stríðist ímóti hesum samfelagnum.« Ramadan hvettir ikki við traditionalistiska islamska hugsan. Í eini av bókum sínum greiðir hann soleiðis frá: »Málið er at verja muslimska samleikan og átrúnaðarliga praksis, men samstundis at góðtaka vestliga konstitutionella bygnaðin, virkin luttaka sum borgari á sosialum støði og liva í sannum loyaliteti fyri tí landi, ein hoyrir til.« T.d. fanst hann hvassliga at forboðnum ímóti at ganga við sløri í fronskum statsskúlum. Men sambært franska islam­ kennaranum Olivier Roy eru fundamentalistar als ikki millum mongu fjeppararnar hjá Ramadan. Og teir fátæku muslimarnir í fronsku forstøðunum kenna hann neyvan. Hinvegin er tað universitetslesandi eftirkomarar úr øðrum ættarliði av tilflytarum, sum hann vendir sær til. Hesi, sum ikki kenna seg heilt inte­ greraðan í samfelagnum. Tey, sum ynskja at verða í miðstættini. Roy metir hesi ynskja eitt sam­ felagskjak har muslimar kunnu luttaka við respekt og virðing. Ífylgi høvundanum og avís­ skribentinum, Ian Buruma, er mótstøða eitt lyklaorð, tá ið ein hugsar um tað, ið hevur formað hansara tankagóðs ella politisku hugsan. Ramadan er abbasonur egyptiska Hassan al-Banna, ið m.a. stríddist ímóti bretska hjálandaveldinum og stovnaði Muslimska brøðraringin. Diktatur og kolonialisma er fyri honum eitt kent fyribrigdi. Hann hevur eisini sum ungur ferðast nógv í londum sum India, í heimspørtum sum Latínamerika og Afrika. Her hitti hann fólk, t.d. sokallaðir frælsisteologar í Brasil, hvørs frælsisstríð bygdi á trúarmeginreglur, fortelur Ramadan. Men navnið Tariq Ramadan ella hansara tankar skulu ikki ókritiskt setast ájavnt við heitið Evroislam, sum í roynd og veru er nógv breiðari enn so. Ein radikal útlegging av Evroislam, sum eggjar til altjóða yvirgang, er sjálvsagt eisini kend millum evropearar á ein blóðugan hátt. Ungir tilflytarar Ein stórur partur av arabisku tilflytararunum í Danmark eru í dag sera ungir. Av palestinum eru nærum helvtin, 45%, undir 15 ár. Samanbera vit við uppruna-danarnar eru einans eitt sindur minni enn 20 % av teimum 15 ár ella yngri. Talið av ungum eftirkomarum í øðrum ættarliði fer sostatt at vaksa komandi árini. Hetta setur eitt ávíst trýst á danska samfelagið, útbúgvingarskipanini er eitt dømi. Sum sagt, er hetta ein av orsøkunum til varandi kjakið um hvønn leiklut Islam skal hava í danska samfelagnum. Keldur: Ian Buruma - Euroislam: Fup eller fakta?: Brobygger eller hykler (Information, 10.03.2007) Oliver Roy - Euroislam: Den indre jihad (Á http://www.forlagetvandkunsten.dk/87061) Trine Korvig - Arabere i Danmark - et statistisk overblik (Á http://dedi.org. eg) Ein familja við tveimum smáum ger seg til reiðar til familjumynd í Ummayya-moskuni í Damaskus Mynd: Johan Jacobsen