Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 67 - 4. apríl 2007 SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf. 341800 bilar Mikudagin 4. juli 2007 verður ein heilt nýggj­ur Fiat 500 pre­ sen­ter­a­ð­u­r í Torino, júst 50 ár eftir at fyr­ sti Fiat 500 koyrdi av verk­smið­juni í Torino 4. juli 1957. Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Niðurteljingin til pre­sen­ta­ ti­ón­ina av nýggja Fiat 500 er av álvara byrjað, og Fiat al­man­na­kun­ngera nú myn­ d­ir av bilinum, sum Fiat 500-fjep­pa­r­ar um allan heim lein­gi hava bíða eftir. Tað var 4. juli í 1957 at tann fyrsti Fiat 500 koyrdi av verksmiðjuni í Torino. Tá í tíðini var bilurin í­myn­d­in av stórheitstíðini hjá Fiat eftir annan heim­s­ bar­da­ga. Seinnu árini hevur Fiat 500 fingið ”ikonstatus” um stór­an part av heiminum. Hóast nýggi Fiat 500 lík­ ist sínum forgangara frá 50-un­um, setur hann heilt nýgg­jan standard fyri smáar bil­ar bæði innan trygd, tek­no­lo­gi og útgerð. Bilurin er 355 cm langur, 165 cm breiður og 149 cm høg­ur, og aksilfrástøðan er 230 cm. Tríggir ymiskir motorar verða at velja ímillum, tveir ben­sin og ein diesel. Ben­sin­mo­to­r­arnir eru: 1.2 litur (8v) við 69 hk og ein 1.4 lit­ur (16v) við100 hk, og dieselmotorurin er ein 1.3 litur (16v) Mulijet við 75 hk. Bilarnir fara at fáast við bæði 5 og 6-trins gir­ kas­sum. Fyri at markera 50 ára há­tí­ð­ar­hald­ið verður Fiat 500 presenteraður alment tann 4. juli 2007 í Torino í I­ta­lia. Bilurin kemur á dan­ ska marknaðin um árs­skif­ tið. Fiat 500 verður ein „re­tro­bil­ur” eins og t.d. Mi­ni Coo­per, VW New Bee­t­le og Ford Mustang. Nýggjur Fiat 500 í ”retro-stíli” Nýggjur Fiat 500 í ”retro-stíli” 4. juli 1957 koyrdi tann fyrsti Fiat 500 av verksmiðjuni í Torino 4. juli 2007 verður hesin nýggi Fiat 500 presenteraður í Torino, júst 50 ár eftir at fyrsti Fiat 500 fór av samlibandinum í 1957 Nýggi Fiat 500 innan – í sama stíli sum forgangarin Niðurteljingin til presentatiónina av nýggja Fiat 500 er av álvara byrjað. Fiat 500 kemur á marknaðin um ársskiftið