mikudagur 4. apríl 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 • 4. apríl 2007
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Felags ráð
stevna um
missión
Willow Creek: Á heysti komandi
ár verður ein felags Willow
Creek-ráðstevna eftir ætlan hildin
í Norðurlandahúsinum, skrivar
Trúboðin.
Í løtuni arbeiðir ein fyrireik
ingarbólkur við ætlanini, og er
hann mannaður av Alfred Petersen
fyri Heimamissiónina, Heðin
Poulsen fyri Brøðrasamkomuna og
Dánjal Petersen fyri Kelduna.
Willow Creek er ein sam
koma í USA, sum hevur
ment nakrar hættir at røkka
teim kirkjufremmandu við
gleðiboðskapinum.
Skrivstovan
flutt til Havnar
Missiónsfelagið: Hetta seinasta
árið hevur skrivstovan hjá
Kirkjuliga Missiónsfelagnum verið
í Klaksvík.
Nú missiónsleiðari teirra er farin
í annað starv er skrivstovan flutt í
missiónshúsið við Landavegin.
Hetta arbeiðið verður tí framyvir
gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi.
Umvæla
kirkjuna til
hátíðardagin
Dalur: Tey seinastu árini hevur
kirkjuráðið arbeitt við at dagføra
Dals kirkju, nú hon verður 50 ár í
oktober mánaði.
Uttan hevur kirkjan fingið
nýggjan klædning og tak, og nú
verður arbeitt innandura, millum
annað soleiðis at rørslubrekað fáa
atgongd til kirkjuna.
Verkætlanin er mett at kosta
1,3 mió krónur. Í hesum tíðarbili er
kirkjan stongd.
Lovsongur leiðir
nærri Gudi
Havn: Í døgunum 17. til 19.
mai verður skipað fyri eini
lovsongsráðstevnu í Filadelfia.
Henda ráðstevnan leggur dent á at
vísa, at gjøgnum lovsang kann Gud
tala og møta menniskjum við teirra
ymisku tørvum.
Á skránni verða millum annað
workshops fyri sangskriving og
tónleikarar, eins og víst verður á,
hvussu sangur verður framførdur.
Undirvísarar verða Katrine
Høgenhaug og Hanne Vinsten.
Fyrrnevnda er lovsangspastor
í danskari samkomu og hin
musikkpastor í aðrari fríkirkju.
Hjá honum er
eingin fordøming
"So er tá eingin fordøming
fyri tey, sum eru í Kristi
Jesusi"
(Rómverjabrævið 8, 1.)
Men tað er tað alla aðrastaðni.
Uttanfyri hann, er tað einki
annað enn fordømingar. Okkara
søk hevur so veik bein at
standa á, at dómurin er longu
feldur. Tað er ikki so frægt, at
tosa kann verða um mildari
dóm. Vit eru fult og heilt sek.
Gerningar okkara tala fyri seg;
teir eru so gjøgnumtrongdir av
synd, at teir kunnu ongantíð
roknast fyri annað enn synd.
Dómarin nýtist ikki so frægt
sum at leita fram ta grein,
vit skulu dømast eftir; tað er
líkamikið, hvørja hann velur, tí
vit eru sek í teimum øllum.
Tí má alt flytast, um nakar
møguleiki skal vera fyri, at
tað kann verða øðrvísi, enn vit
hava uppiborið. Vit sjálv kunnu
ikki broytast. So er bara eftir,
um dómarin kann broytast. Og
tað er tann løgni boðskapurin,
evangeliið hevur til okkum, at
júst tað kann lata seg gera, so
at dómarin ikki longur er dómari,
men verður ein frelsari ístaðin.
Jesus Kristus, sum einaferð
skal verða dómari okkara, hevur
boðið okkum frammanundan at
verða frelsari okkara. Um tað
verður ført ígjøgnum, tá stendur
okkara søk sterk. Nei, hon
stendur ongantíð sterk; men so
kann úrslitið gerast gott, tí hann
ger okkara søk til sína søk og
sína søk til okkara søk.
Tí er tað hann, vit mega leita
til, fyri at alt tað, ið vit hava,
verður fjalt av øllum tí, ið hann
hevur. Tá verður als ikki talan
um okkara, bara um hansara. Lat
tað tí eisini vera so satt sum tað
í veruleikanum eisini er, at vit
bert eru glataðir syndarar. Tað
kemur kortini ikki at telja nakað
mótvegis tí, ið er nógv størri, at
hann er frelsari okkara. Bara vit
altso eru í honum.
Amen!
orðið
Gongur sum ætl
að verða hjúnini
Beinta og Hav
stein Klein send
út sum trúboðarar
til Tanzania í
summar
Missión: Tey hava búð í Noregi
í nøkur ár, har Havstein hevur lisið
gudfrøði á Missiónsháskúlanum í
Stavanger tey seinastu sjey árini.
Tey bæði og børn teirra
verða send út gjøgnum Heima
missiónina og Luthersk Missions
forening í Danmark. Tey fara inn í
arbeiðið sum eitt annað føroyskt
par – Heri og Malan Kjærbo úr
Havn – vóru partur av.
Eftir ætlan skal Havstein
undirvísa á einum bíbliuskúla,
meðan Beinta, sum er sjúkrasystir
fer at undirvísa í heilsu og øðrum.
Áðrenn tey koma so langt skulu
tey fyrst á málskúla. Eftir tað
sleppa tey av álvara til verka.
Havstein hevur royndir
við evangelisering frá tíðini
sum ungdómsskrivari hjá
Heimamissiónini og Kristiligum
Felagi fyri skúlaungdóm og
lesandi – stytt KFS.
Nevnast kann, at hann eisini
hevur verið í missiónspraktikk á
Madagaskar.
Bert tígg jundi hvør dani
er so áhugaður í átrún
aðarligum spurningum
at hann fer í kirkju.
Danmark: Í november kemur út
bókin "Gudstro i Danmark". Hetta
er ein frágreiðing um trúarlívið
hjá dønum.
Her verður millum annað greitt
frá, at nógvir danir heinta teirra
átrúnaðarligu input á netinum.
Teir hitta Gud í sjónvarpi, í bløð
um, leita á internetinum ella fara
í biograf har filmar við trvídráttum
í tvídráttum í tilveruni verða
sýndir.
Frágreiðingin vísir kortini, at
danir eru vorðnir meiri trúgvandi
tey seinastu 35 árini: Í 1970
søgdu 61 % seg vera kristin,
meðan talið í 1998 var vaksið upp
í 69 %.
Staðfest verður hinvegin, at
trúgvin ikki er uppá sama máta
sum áður: Gud er vorðin ein góður
vinur hjá dønum, og teir tora at
tosa opið um hann.
- Gud vísir seg í tí góðu tíðini,
sum samfelagið er í beint nú.
Synd og helviti eru fólk karvandi
líkasæl við. Vit hava tað so gott,
at vit hava hug at hugsa um tey
andaligu og religiøsu lutirnar í
tilveruni.
- Men Gud er framvegis ein
partur av danska siðaarvinum,
óansæð um vit vilja góðtaka tað
ella ikki, sigur annar maðurin
handan frágreiðingina, Morten
Thomsen Højsgaard.
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Fara sum trúboðarar
til Tanzania
Kirkjan missir til sjónvarp
og internet
Havstein og Beinta Klein, saman við børnunum Dinnu og Lassa
Mynd: trubodin.fo