Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 tíðindi Nr. 67 - 4. apríl 2007 Uppi á landi høvdu vit ein góðan várdag í gjár, men hjá teimum, sum skuldu søkja sjógvin norðanfyri, vigraði einki serligt. Tí lógu flestu bátarnir bundnir við bryggju, og nú vóna menn, sum liggja á Eiði, at okkurt gott fer at spyrjast burtur úr teimum seinastu døgunum av vártíðini Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var ikki nógv lív í fram við bryggjukantinum á Eiði seinnapartin í gjár, tá Sosi­ alurin var fram við. Veðrið var gott, turt og sól. Kortini royndist vestliga lotið heldur frískligt hjá bátu­num, sum enn liggja á Eiði og bíða eftir onkrum snelludegi aftrat. Á Mølini sást tú eisini, at sjógvurin ikki var slættur, og tað breyt heilt fitt upp á land. Streym­ urin er hálvharður, og menn siga, at hann hildnast væl – ja, ov væl til útróður ein slíka dag, sum í gjár. Flestu av teimum umleið 20-25 bátunum, sum eru komnir norður til Eiðis at rógva út við snellu á Norð­ havinum, lógu bundnir við bátabrúgvarnar í gjár. Bert tveir bátar loystu, og annar av hesum var Langanes av Strondum, sum var aftur at landi nakað út á seinna­part­ in, tá hann lotaði so frískliga vestaneftir. Ein maður var við Langanesi, og hann hevði fingið eini 200 pund í eina løtu. Fáir útróðrarbátar Á ytru síðu við báta­brúgv­ arnar lógu flestu avbygdar­ bátarnir og bíðaðu eftir lík­ indum, nú roknast má við, at norðhavstíðin, sum aftur í ár hevur roynst vánalig, rættiliga er farin at styttast. Sonni Kallsoy, sum hevur róð út at kalla alt sítt lív, sigur, at tá ið várútróðurin av Eiði var upp á tað besta, plagdu heilt upp í 100 bátar at leggja fiskin upp á Eiði eftir loknan dag. - Tað var so javnan, at einir 50-70 bátar løgdu veið­ ina upp her hjá okkum, sig­ ur hann. Seinastu árini hevur vár­ róðurin sum heild roynst held­ur svikaligur, og tí hev­ ur áhugin hjá útróð­rar­ monnum at liggja á Eiði og aðrastaðni norðanfyri held­ ur ikki verið tann stóri. - Vit plagdu at siga, at vár­ róðurin byrjaði norðanfyri um hálvan februar, men fingu bátar fisk fyri ta tíð, plagdi talið av bátum at veksa skjótt. Í vár man talið vera eitt tað minsta, sum hevur verið í fleiri ár. Frægast í løtuni Sonni Kallsoy, sum eigur út­róðrarbátin Barm, ið roynir við línu, heldur, at tann tíðin, sum hóast alt hevur roynst frægast hjá snellu­monnunum í vár, var seinasta vika. - Í síðstu viku viðraði sum heild hampiliga væl, og menn fingu nakað av fiski. Hann vísir á, at onkur einsa­mallur maður, sum kort­ini hevði fleiri snellur í bátinum, kom upp í eini 1500 pund, og nógvir bátar lógu millum 600 og 1000 pund. - Hetta er nú ikki so nógv at tosa um, men kortini tað frægasta, sum verið hevur um okkara leiðir higartil í vár, sigur útróðrarmaðurin. Rækjur á beitu Sonni veit at siga, at teir, sum fingu frægast í síðstu viku, egndu rækjur á beitu­ húkarnar, og hetta vísti seg at rigga betri enn við berum beitum. - Sum eg havi skilt, hava fleiri egnt rækjur í sein­ast­ uni, sigur hann. Nú so langt er útliðið, er ilt at spáa um, hvussu hesin seinasti mánaðin av vártíð­ ini man fara at roynast. - Vit plaga at siga, at vár­ tíðin byrjar um hálvan febr­ uar og er liðug um okkara leiðir um hálvan apríl. Seinni plagar fiskurin at taka seg uppaftur vestanfyri. Tað hevði tó verið hugaligt hjá snellumonnum, sum liggja her norðuri, um teir fingu nakrar góðar dagar, áðrenn vártíðin rennur und­ an. Sonni sigur, at fáir bátar úr Suðuroy hava verið á Eiði í vár í mun til undan­far­ in ár. - Har suðuri siga út­róð­ rarmenn, at teir drepa ikki livandi tíðliga í vártíðini, og tí kunnu teir eins væl halda seg norðanfyri um vár­arnar. Bara lína Sonni Kallsoy hevur altíð ver­ið nógv á báti, og hann hevur verið útróðrarmaður tað mesta av sínum lívi. - Mær dámdi væl at vera á floti longu, tá eg var eini 5-6 ára gamal, og mær dám­ ar framvegis væl at rógva út – ikki minst, nú man er sín egni harri, sum hann tek­ ur til. Útróðrarbáturin hjá Sonna er ein 37 fót stórur ís­lendskur Gáski-bátur. - Báturin er longdur á verk­staðnum hjá SD-Bed­ ing í Runavík, og hann er royndur í øllum veðri. Barmur roynir bara við línu, eisini í vártíðini. Sonni heldur ikki, at tað loysir seg hjá teimum at leggja um, hóast hann í sínari tíð keypti snellur, tá hann keypti bát­ in. Hann heldur, at hetta var ein vánalig íløga. Konan í skúri - Vit eru tveir mans umborð og kona mín, Jenny, er í skúri­num. Í landi verður lín­ an rikin um, og húkarnir sett­ir á stokkar. Síðan verð­ ur sett gjøgnum trakt, tá far­ ið verður til útróðrar. Í vártíðini egnir Barmur bara gággu, sum teir keypa frá manni, ið roynir eftir gággu á Funn­ ingsfirði. - Egnir tú ikki gággu hesa tíðina av árinum, fært tú einki, sigur útróðrar­mað­ urin, Sonni Kallsoy. Várróðurin fer at halla Bergen verjir seg Á hvørjum ári koma útlendskir kjarnorkukavbátar til Haakonsvern nærhendis Bergen, og nú hevur komm­­unan gjørt av at verja borgararnar, skuldi eitt óhapp hent við einum kjarnorkureaktori. Eftir til­mæli frá heilsumálaráðnum hevur Bergen komm­una keypt 70.000 jodtablettir, sum tilbúgvingin skal hava á goymslu, skuldi eitt óhapp hent. Samstundis er avgjørt at hava jodtablettir á goymslu í Stavanger, hagar kjarnorkukavbátar eisini koma. Dýr bátapláss Tey, sum halda, at tað er dýrt at hava bát liggjandi í einum bátahyli ella við bátabrýr í Føroyum, kunnu fegnast um, at tey ikki skulu hava bátin liggjandi í Oslo. Sunnmørsposten veit at siga, at herfyri fekk ein maður eina hálva mió. krónur í lumman, tá hann seldi rættindini til at hava ein bát liggjandi í Solvik- bátahavnini í Oslo. Havnarfútin sigur seg ikki hava hoyrt um so dýrt pláss fyrr, men 400.000 krónur er ikki óvanligt, sigur hann. Við bátabrúgvarnar á Eiði í gjár lógu flestu avbygdar­bátarnir og bíðaðu eftir lík­indum, nú roknast má við, at norðhavstíðin, sum aftur í ár hevur roynst svikalig, rættiliga er farin at styttast. Onkuntíð kundu upp í 100 bátar leggja veiðina upp á Eiði í eitt kvøld Mynd: Vilmund Jacobsen