Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 4. apríl 2007 27 tíðindi Tríggir bátar reka útróður úr Nólsoy burtur av. Hetta gevur nógv arbeiði við umreking, tá útróður er. Vit hava skift orð við ein av útróðrar­ monnunum, Kristin Hansen, ið rekur útróðrarbátin, Krista Maria Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit høvdu sløk 5.000 pund í fyrradagin. Alt var gráur fiskur, og vit seldu fyri ein­ ar 38.000 krónur. Hetta var ein rímiliga góður línudagur hjá okkum. Vit vóru vestan­ fyri, nú Vágahavið just er latið uppaftur fyri línuveiði. Vit vóru so sunnarliga á og sóu ikki nógvar bátar. Teir siga, at rættiliga nógvur bát­ ur var vestari á hendan dag­ in. Tað sigur Kristin Hansen, sum rekur tann eina av trim­ um útróðrarbátum, sum burt­ur av rógva út og rekja línuna í Nólsoy. Báturin, sum Kristin og tveir aðrir mans rógva út við, er 46 fót stóra Krista Maria, sum er ein av teim­ um nýggjaru kanadisku ú­tróðrarbátunum, ið hava last. Í lastini rúmast eini 8.000 pund, men dekkið er velduga stórt. Navnið Krista Maria er eftir næst elsta barninum hjá Meinhardi Jacobsen, stjóra á Faroe Seafood, ið er versonur Kristin. Meinhard er giftur Fríðunn, ið er dótt­ ir Kristin og Marjun. Vánalig prísútlit - Vit kundu verið farnir út­­ aftur í dag, men hildu ikki, at líkindi eru til nakran ser­ ligan fiskaprís so tætt upp­ undir páskahøgtíðina, tá meginparturin av flotanum kemur til lands. Vit hava eisini skilt, at línubátar eru farnir til Skotlands við fiski­ num, tí teir ikki vóru nøgdir við prísin, teir kundu fáa her heima. Aftrat hesum, er streymurin hálvharður í løtuni. Umframt Kristu Mariu, rógva eisini tveir aðrir bátar út úr Nólsoy. Teir eru Tóra hjá brøðrunum, Rúna og Bárði Poulsen og Trý Systk­ in hjá Eyðbjørn Danielsen. - Allir bátarnir seta við trakt, og tí verður línan rik­ in um, og húkarnir settir á stokkar. Hetta riggar væl, men eg trúgvi, at teir, sum egna við hond, hava munin í fiskiskapi. Agnið hjá teim­ um kemur betri á húkin. Hin­vegin gevur traktin tann fyrimun, at tú ongantíð fert við gomlum agni – heldur ikki eftir, at uppiløgur hava verið, og línan tá annars hevði staðið egnd og fryst. Kristin vísir eisini á, at tað er nógv skjótari at rekja línuna um enn at egna hana, og hann heldur, at tað rætti­ liga hevði staðið á hjá bátu­ num at fingið alla línuna egnda, um bátarnir ikki settu gjøgnum trakt, sum teir gera í dag. - Er útróður dag um dag, stendur á at fáa alla línuna riknað um, sigur hann. Nógv umreking Krista Maria hevur ikki fast­ an landformann, men Hjør­ leif Jacobsen hevur verið óførur at egnt og skipað fyri í skúrinum hjá teim­ um. Jona Hansen, systir Eyð­ bjørn, hevur verið land­for­ maður hjá Trý Systkin í fleiri ár, og hon er ógvuliga røsk. Í skúrinum hjá henni rekja ofta fleiri konufólk um, og summar dagar er skúr­urin at kalla bara mann­ aður við konufólki. - Vit egna høgguslokk, sauri og gággu, sum vit veiða sjálvir fram við landi, úr Tjørnunesi og norður á Boða. Eg vænti, at umleið ein triðingurin í miðal av agninum, vit egna, er gágga. Hava vit meira gággu, egna vit eisini meira av henni, men er útróður dag um dag, kann vera torført at fáa hendur á nógvari gággu til seturnar. Útróðrarmaðurin sigur, at væl av gággu fæst fram við landi, tá streymloysa er, men rekur ov hart, fæst lítið og einki. Besta agnið Men hvat er so besta agn­ ið? - Tað veldst um, hvar lín­ an verður sett. Verður sett á bleytum botni, er gággan eing­in fyrimunur, men verð­ ur sett eftir toski, fiskar hon nógv betri hesa tíðina av árinum. Kristin Hansen sigur, at januar og februar í ár roynd­ ust hampiliga væl, men mars hevur roynst vánaligur – í fyrsta lagi tí, at tað viðr­ aði so illa. - Eg vil siga, at vit funnu ongantíð rætta “stevið” í mars. Vit royndu ymsa­ staðni, men fingu sum heild ov lítið burtur úr, sigur út­róðrarmaðurin. Teir tríggir útróðrar­bát­ar­ nir í Nólsoy leggja veiðina upp á Toftum og selja um uppboðsøluna hjá Fiska­ marknaði Føroya. Læknatrot Í syðra parti av Danmark fáa tey ein trupulleika tey næstu árini, tí tað vísir seg, at ein triðingur av øllum læknunum í økinum fara frá fyri aldur innan fyri tey næstu fimm árini. Samstundis er tað ein sannroynd, at tað eru ikki nógvir ungir læknar, sum bíða eftir at fáa størvini, sum verða leys, skrivar JydskeVestkysten. Felagið hjá læknunum í syðra parti av Danmark sigur, at um fá ár verða tað fleiri býir, sum als ongan lækna hava. Høll nógv dýrkað Tá kommunurnar í Sandoynni samdust um at byggja eina ítróttarhøll við Meginskúlan á Sandi, skuldi høllin kosta 12 mió. krónur. Seinni bleiv kostnaðurin 19 mió. krónur, men nú er kostnaðurin kom upp í 28 mió. krónur. Uppruna­ liga játtaði landið at rinda 45 prosent av 12 mió. krónum, men nú er ætlanin at fáa landið at rinda 45 prosent av 28 mió. krónum. Tað er rímiligt, sigur Gerhard Lognberg, skúla­stýrisformaður, við Dimmalætting. Teir reka útróður úr Nólsoy - Allir bátarnir í Nólsoy seta við trakt, og tí verður línan rikin um, og húkarnir settir á stokkar. Hetta riggar væl, men eg trúgvi, at teir, sum egna við hond, hava munin í fiskiskapi. Agnið hjá teimum kemur betri á húkin, heldur Kristin Hansen, sum rekur útróðrarbátin, Kristu Mariu Mynd: Leo Poulsen Brøðurnir, Rúni (mynd) og Bárður Poulsen, reka útróðrarbátin Tóru. Aftanfyri Rúna á myndini sæst Marnar á Skúr, sum rekur um fyri útróðrarbátarnar í Nólsoy Mynd: Leo Poulsen Bert tveir snellubátar loystu á Eiði í gjár. Annar var Langanes av Strondum (mynd), sum var aftur at landi nakað út á seinnapartin, tá hann lotaði so frískliga vestaneftir. Ein maður var við bátinum, og hann hevði fingið eini 200 pund í eina løtu Mynd: Vilmund Jacobsen