Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 67 - 4. apríl 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur Ungi maðurin úr Sandavági vann ímóti Heðini Gregersen, meðan talvið hjá Boga Hansen, sum var hin oddafiskurin, ímóti Herborg Hansen endaði remis TALV Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir fimm umfør er tað framvegis stórur spenningur í unglingakappingini í talvi. Í dag legði Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági seg eitt hálvt stig fram um næstu kappingarneytarnar. Tað megnaði hann, tá ið hann við svarta fólkinum fekk fulla úrtøku burturúr ímóti Heðini Gregersen. Undan fimta umfari vóru Høg­ni og Bogi Hansen úr Klaks­vík lið um lið á frem­ sta plássinum. Í dag hevði Bo­gi Hansen hvíta fólkið ímóti Herborg Hansen, sum eisini er úr Klaksvík. Talvið endaði remis. Heiðrikkur Jacobsen, sum eftir fjórða umfar hevði 3,0 stig, tapti í dag við hvíta fólkinum ímóti Margar M. Berg. Støðan í toppinum eftir fimm umfør: Høgni Egil­s­ toft Nielsen 4,5 stig, Bogi Han­sen 4,0 stig, Herborg Han­sen og Margar M. Berg 3,5 stig, Heiðrikkur Jacob­ sen, Heðin Gregersen, Rúni Vormadal, Vagnur Dam og Dánjal P. Jacobsen 3,0 stig. Í sætta umfari í morgin sær skráin í toppinum so­leið­ is út: Høgni Egilstoft Nielsen-Herborg Hansen, Mar­gar M. Berg-Bogi Han­ sen, Dánjal P. Jacobsen- Heið­­rikk­ur Jacobsen og Vag­nur Dam-Heðin Greg­er­ sen. Mest óvæntaða úr­slit­ ið í 5. umfari í FM kapp­ing­ini í talvi var, at Rani Nolsøe einki fekk burturúr ímóti An­dre­a­si Andreasen, sum eftir fýra tey fyrs­ tu umførini var aft­as­t­ ur í lands­­liðs­­bólk­­in­u­m TALV Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo John Rødgaard er eftir fimm umfør í FM kapp­in­g­ ini í talvi fyri einstaklingar ein­sa­mal­lur á odda. John vann í dag við hvíta fólk­in­ um ímóti Olafi Berg. Undan fim­ta umfarinum lógu John og Rani Nolsøe lið um lið á od­da. Í dag tapti Rani við svarta fólk­in­um ímóti Andreasi An­drea­sen, sum burturúr fý­ra teimum fyrstu um­før­ un­um bara hevði fingið eitt hálvt stig. Tí kann ikki ann­ að sigast, enn at talan var um ógvuliga óvæntað úr­sl­ it. Martin Poulsen, sum afta­ n­á John Rødgaard hevur hæg­s­ta styrkistalið, er nú nu­mm­­ar tvey. Martin vann í dag við hvíta fólkinum ímó­ ti Sjúrði Thorsteinsson. Talv­ið ímillum Ólav Sim­on­ sen og Terja Petersen endaði javnt. Einki úrslit er tókt frá talv­in­um, sum skuldi havt ver­ið millum Torkil Nielsen og Finnbjørn Vang. Støðan eftir fimm umfør: IM John Rødgaard 4,0 stig, Mart­in Poulsen 3,5 stig, Ra­ni Nolsøe 3,0 stig, Olaf Berg 2,5 stig, Torkil Niel­ sen, Finnbjørn Vang, Ólavur Sim­on­sen og Sjúrður Thor­ steins­son 2,0 stig, Andreas An­drea­sen og Terji Petersen 1,5 stig. Sætta umfar verður mi­ku­ da­g­in klokkan 14: Terji Pet­ er­sen-Olaf Berg, Sjúrður Thor­steins­son-IM John Rød­ga­ard, Rani Nolsøe- Mart­in Poulsen, Finnbjørn Vang-Andreas Andreasen, Ólav­ur Simonsen-Torkil Niel­sen. Helgi Dam Ziska tapti í gjár fyrsta talvið í EM kappingini, sum í hesum døgum er í Dresden í Týsklandi. Í dag verður mótstøðan ikki so øgilig, sum hon var í gjár TALV Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Helgi Dam Ziska luttekur ikki í FM kappingini, sum í hesum døgum er í Klaksvík. Ivaleyst hevði ungi havnar­ mað­urin verið favorittur at vinna ta kappingina. Men Helgi hevur í staðin valt at luttaka í EM kappingini, sum sjøtul varð settur á í gjár, og sum heldur fram inntil á summarmála, 14. apríl, tá ið 11. og síðsta umfarið verður á skránni. Í gjár var mótstøðan óguliga stór hjá Helga. Styrkistalið hjá føroyska telv­ar­anum er 2389, og russ­ is­ki mótstøðumaður han­sa­ ra, Nikita Vitiugov, sum vann við svarta fólk­inum, hevur 2592 styrkisstig. Kappingin gongur fyri seg í Dresden í Týsklandi, og annað umfar verður klokkan 15 seinnapartin í dag. Mett út frá styrk­i­s­tø­l­ un­um verður mótstøðan hjá Hel­ga ikki so stór í dag, sum hon var í gjár. Helgi skal við svørtum telva ímóti Paul Johansen úr Noregi. Styrkistalið hjá honum er 2108. Luttakaratalið er stórt, og tað eru nógvir fínir telvarar í Dresden í hesum døgum. Samlaða luttakaratalið er 403. Styrkistalið hjá Helga er nummar 270. Russiski stórmeistarin, sum Helgi tapti ímóti í gjár eigur 69. styrkistalið. Høgni framman fyri øll hini Nú er John einsamallur Stórmeistari var ov stórur biti