mikudagur 4. apríl 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 67 - 4. apríl 2007 ]
Tvær ferð
ir fult á
páskum
Upptaktin er
øðrvísi hesa ferð,
enn hon plagar at
vera, tí einki blað
verður givið út
millum 2. og 3.
umfar í
landsk appingini
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta blaðið er tað síðsta,
sum kemur út undan pás
kahøgtíðini. Næsta blað
ið verður prentað týsdag
in 10. apríl ella 3. páska
dag. Tað ber við sær, at
tað verður ikki møguleiki
at gera nakað burturúr
her í blaðnum ímillum 2.
og 3. umfar.
Tí hava vit hesa ferð
valt at seta undanumrøð
una av fótbóltinum nakað
øðrvísi upp, enn vit plaga
at gera. Hesa ferð umrøða
vit øll tígg ju feløgini í
Formula
deildini
og
avbjóðingarnar, sum tey
standa fyri framman hjá
teimum í tígg ju greinum.
Ítróttarredaktiónin
á
Sosialinum hevur eisini
sportal.fo at røkja. Á
sportalinum er møguleiki
at dagføra upplýsingar
eftir 2. umfar og undan
3. umfari. Tað fara vit at
royna at gera.
Vikuskiftið eftir páskir,
tá ið 4. umfar verður á
skránni, fara undanum
røðurnar og eftirviðgerð
irnar av einstøku umfør
unum aftur at vera í tí
legu, sum tær plaga at
vera.
Á pásk um verður tað
ikk i neyðugt hjá Kurt
Mørkøre at goyma
nakað av arsenalinum
so leiðis, sum hann
gjørdi síðsta
sunnudag
B36
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bara tað besta er nóg gott.
Tað er hugburðurin í B36.
Steypakappingin er fokin.
Byrjanin í landskappingini
var góð – í hvussu so er
hvat úrtøkuni viðvíkur – og
nú skal B36 tvær ferðir út
at ferðast.
Fokus er á ferðini til
Runavíkar seinnapartin í
morgin. Tað verður ikki
hugsað so nógv um ferðina
til Vágs 2. páskadag. Í hvus
su so er ikki fyrrenn ferðin
til Runavíkar er fingin frá
hondini.
Tá ið B36 sunnudagin
spældi á heimavølli ímóti
KÍ, vóru Mikkjal Thomas
sen og Hanus Thorleifsson
á beinkinum allan 1. hálv
leik og eisini eina løtu í
seinna
umfarinum.
Tað
vóru teir orsaka av møðso
mu landsliðsferðini til Geor
gia. Heldur ikki Bergur
Midjord var ímillum teir
fyrstu ellivu.
Allir landsliðsspælararnir
eru væl og virðiliga komnir
fyri seg, og B36 ætlar sær
úr Runavík við øllum trim
um stigunum.
Tá ið fleiri av lyklaspæl
arunum nú eru betri fyri,
enn teir vóru sunnudagin,
so ber tað við sær, at talan
verður um fleiri broytingar
millum teir fyrstu ellivu.
Hvussu liðið fer at sígg ja
út, tá ið B36 2. páskadag
fer til Vágs er ein annar
spurningur. Í fjør var B36
tvær ferðir í Vági, og árs
talsfelagið fór báðu ferðir
nar norður um aftur við øll
um stigunum. Aðru ferðina
vunnu teir 2-1, og hina ferð
ina vunnu teir 2-0. Tá ið lið
ini hittust í Gundadali, var
úrslitið 2-2.
Eftir vónbrotið á
heimavølli í fyrsta
umfarið, eiga sandoy
ingar nú meistararnar
í Gundadali og KÍ í
Klaks vík
B71
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Teir vóru vónbrotnir, og tað
var lætt at fylgja teimum.
Sandoyingar stríddust man
niliga, tað var um reppið at
teir vunnu øll trý stigini,
javnleikurin var á stokkin
um, men í evstu løtu mistu
teir alt ímóti NSÍ.
Í morgin skal B71 í
Gundadal at vitja HB, og 2.
páskadag skal B71 til Klak
svíkar. Talan kann tykjast
um stórar bitar at gloypa
hjá unga og í fremstu røð lít
ið roynda sandoyarliðnum.
Serliga í Gundadali verður
tað torført ímóti røðini av
landsliðsspælarum. Møgu
leikin fyri stórtapi lúrir,
meðan sannlíkið fyri hampi
liga góðum úrsliti ivaleyst
verður væl størri, tá ið B71
mánadagin fer at vitja í
Klaksvík.
Allir teir, sum vóru við í
uppgerðini ímóti NSÍ, eru
tøkir í morgin. Harafturat
kemur tað sera væl við, at
Wellington Soares aftur er
tøkur, eftir at hann var leik
bannaður ímóti NSÍ. Leik
bannið komst av, at Welling
ton varð rikin av vøllinum,
tá ið B71 í 2. umfari í kapp
ingini um Løgmanssteypið
vitjaði í Streymnesi.
B71 hevur ikki verið í
bestu deildini síðani í 2001,
tá ið sandoyingar fluttu nið
ur. Hetta árið hilnaðist tað
væl hjá B71 ímóti HB. Í
Gundadali endaði tað við
málleysum javnleiki, og hei
ma á Sandi vann B71 3-2.
Møguleiki er fyri
broytingum í uppstill
ingini, nú klaksvíking
ar í tveimum umfør
um sk ulu prógva fyri
sær sjálvum, at heima
vøllurin kann roynast
betur, enn hann gjør
di í fjør
KÍ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast munurin á B36 og KÍ
ikki var serliga eyðsýndur í
Gundadali sunnudagin, so
vóru
klaksvíkingar
ikki
nøgd ir við leikliga avrikið.
KÍ tapti 1-0, og tyngdin í
álopspartinum var lítil og
samanspælið hekk einki ser
ligt saman.
Nú fær KÍ tveir møguleik
ar at rætta upp á tingini.
Skírisdag fer VB/Sumba at
vitja í Klaksvík, og 2. páska
dag fara uppflytararnir í
B71 norður um Leirvíks
fjørð.
Í fjør vóru hagtølini syn
darlig hjá KÍ á heimavølli.
Semja er í Klaksvík um, at
um vón skal verða fyri líkin
da plasering í ár, so er
alneyðugt at fáa størri úrtø
ku á heimavølli, og so er
serliga neyðugt at vinna
heimadystirnar ímóti teim
um liðunum, sum KÍ verður
roknað at vera upplagdur
favorittur ímóti.
Fótbóltslagið í Klaksvík
er framvegis gott, og vónir
nar eru framvegis góðar.
Allir teir, sum vóru í Gunda
dali sunnudagin, eru tøkir
undan Skírisdegi. Verju
spælarin Kareem Smith var
orsaka av skaða ikki við
ímóti B36. Hann er farin aft
ur at venja, men hann verð
ur ikki við í morgin.
Tað kann ikki útilokast,
at onkrar broytingar og jus
teringar fara at verða gjør
dar á KÍ liðnum, men hvør
jar tær møguliga fara at ver
ða, bar tað ikki til at fáa
nakað ítøkiligt at vita um í
morgun.
Nú sk al KÍ standa sína roynd
B36 kanónirnar aftur á vøllin Tvær brattar brekk ur hjá B71
Badmintontalent
vitjar í Føroyum
Christian Lind Thomsen, sum dagliga spælir saman við
Peter Gade og ligg ur nummar 18 danska senior ranglistanum,
vitjar í Føroyum á páskum. Leygardagin kl. 11 í
Badmintonhøllini verður framsýningardystur, har teir bestu
føroysku badmintonleikararnir fara at royna seg ímóti
Christian Lind Thomsen, sum er mettur at vera partur av
heimselituni í badminton.
Tiltakið
er
ein
liður
í
fyrireikingunum
hjá
Badmintonsambandi Føroya til alternativu oygg jarleikirnar
fyri badmintonleikarar í Grønlandi í oktobermánaði í ár.
Helgi gevst í B36
Helgi L. Petersen hevur fyribils valt at gevast við
Formula-fótbólti. Orsøkin er, at arbeiðið í løtuni
ikki gevur umstøður at nýta tíðina, sum krevst til
fótbóltin
Helgi varð fyri stuttum settur í leiðarastarv á
Trygg ingarfelagnum Føroyar, og sambært nýgg ja
fótbóltsportalinum f.fo sigur hann, at hann í løtuni
ikki hevur stundir at spæla Formula-fótbólt.
Tó sigur hann, at hann heldur hurðini á gloppi. Enn
er spæliloyvði hjá Helga L. Petersen í B36.