Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 67 - 4. apríl 2007 ] Van Buyten tryggjaði Bayern javnleik Tað var í yvirtíðini, at Bayern Munchen megnaði at javna móti italsku kempunum. Pirlo legði AC Milan á odda við einum góðum stútara, men van Buyten javnaði á San Siro til stóra gleði fyri týsku viðhaldsfólkini. Gleðin var tó stokkut, tí stutt eftir útjavnandi málið skoraði Kaka við brotssparkið so støðan gjørdist 2-1 til AC Milan. Tað sá eisini út til, at italiumenn fóru at vinna dystin, men tríggjar minuttir inni í yvirtíðini javnaði van Buyten fyri týskarar. Harvið tryggjaði hann týskarum eitt gott útgangsstøði til returdystin í Munchen um tvær vikur. EB/Streym­ur ætlar sær at fáa seks stig burt­ur úr dyst­un­ um um páskirnar. Til uppgávuna hava teir allar mans tøk­ ar. Einasta un­dan­ tak­ið er Arnbjørn Han­sen, sum hevur brot­ið beinið EB/STREYMUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Úrslitaliga var talan um eina ynskibyrjan hjá EB/ Strey­mi, tá teir komu af­t­ ur við trimum stigum úr Gø­tu farna sunnudag. Men hóast tey eru fegin um útivallarsigurin í Sun­ da­lag­num, so hava tey lagt dystin aftur um bak og síggja nú fram ímóti árs­ins fyrstu lands­kapp­ ing­ar­dyst­um á nýggja heima­vøll­in­um í Streym­ ne­si. Ársins útgáva av lands­ kapp­ing­ini er byrjað harð­li­ga. Sunnudagin vór­ðu fyrstu dystirnir spæld­ir, hósdagin næsti og mánadagin triði. Trígg­jar dystir innan átta dag­ar er krevjandi og møð­samt, og tí vandi fel­ ags­lið­ið ikki í gjár. Teir hil­du frí og løddu batt­ar­í­ ini, soleiðis at teir fáa há­la tveir sigrar heim um páskirnar. Seks stig er kravið burt­ur úr dystunum móti Ská­la og AB, og tað átti ik­ki at verið nøkur ó­møg­ u­lig uppgáva hjá EB/ Strey­mi, sum hevur heima­vøll báðar dyst­ir­ nar. Eydnast hetta, er fel­ ags­li­ð­ið veruliga komið gott frá ársbyrjan. Til uppgávuna hevur EB/Streymur allar mans tøkar. Einasta undantakið er ársins stjørnuskot í fjør, Arnbjørn Hansen, sum breyt eitt bein í fótinum í dystinum móti B71. Eydnast tað at vinna hesar báðar dystirnar, so er EB/Streymur bert ein dyst frá at hava fingið somu byrjan sum í fjør, tá teir vunnu fýra dystir á rað, áðrenn teir vóru koppaðir. EB/Streymur og GÍ møttu hvørjum øðrum tríggjar ferðir í fjør. Felagsliðið úr Sundalagnum vann teir báðar fyrstu, og GÍ vann tann síðsta. Pauli Hansen var ikki við á skálaliðnum í dyst­inu­m móti HB, men verður við um pásk­ir­n­ar, har Skála hev­ur tvær truplar út­i­ val­lar uppgávur SKÁLA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Skála kundi valla ynskt sær ver­ri byrjan upp á árið, enn eitt stórtap fyri stoltu meis­ ta­r­un­um á heimavølli. Á Ská­la verður ásanna, at tal­ an var um eina serstakliga keð­i­li­ga byrjan, men tey ug­ga seg við, at sjálvt tey al­lar­bes­tu renna seg í stór­ tap viðhvørt. Nú verður uppgávan at rei­sa seg, men er lættari sagt enn gjørt. Tí fyri fram­ man standa tvær ómetaliga trup­lar uppgávur á útivølli. Fyrst skulu teir til Streym­ nes har silvurvinnararnir frá í fjør taka ímóti, og síð­ ani gongur leiðin yvir um fjørð­in, har fyrrverandi Ská­ la-venjarin stendur klárur við einum so gott sum full­ man­nað­um liði. Skálafólk plaga at taka til, at tey altíð spæla fyri sig­ rin­um, men við truplu pás­ ka­dyst­un­um fyri framman verð­ur ásannað, at teir skulu la­ta væl at, um fýra stig verða drigin heim burtur úr upp­gerð­un­um móti EB/ Strey­mi og grannunum úr Ru­na­vík. Til hesar dystir eru skála­ menn so gott sum full­man­ nað­ir. Óbi varð vístur av vøll­inum móti HB og er tí leik­ban­naður. Hetta er ein mis­sur, men tað styrkir um liðið, at Pauli Hansen er við aft­ur. Hann hevur verið skaddur, og sat á beinkinum seinasta dyst. Hesa vikuna hevur hann vant við fullari ferð, og tað er ein eyðsýndur styrkur um liðið, at hann meldar seg kláran aftur. Páskalitir fara at prýða Gundadal um pás­kir­nar, tá fyrst B71 og so GÍ í sínum gul- bláu búnum koma á vit­jan hjá HB, sum hev­ur allar mans tø­k­ ar og lands­liðs­leik­ar­ ar­nar úthvíldar HB Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo HB kom flúgvandi frá byr­ jan og smurdi Skála av á úti­ vøl­li. Hetta gjørdu teir, sam­ stun­dis sum lands­liðs­leik­ar­ ar­nir Jákup á Borg og Chris­ ti­an Høgni Jacobsen ikki ko­mu inn fyrr enn nakað inn í seinna hálvleik, og Róg­vi Jacobsen stutt eftir steð­gin. Tætta skráin um páskirnar og strævna landsliðsferðin í Geor­gia var orsøkin til, at Krzy­s­ztof Popczynski valdi at spara nakrar leikarar far­ na sunnudag, so venjarin hev­ur ikki bara allar mans tøk­ar, men eisini úthvíldar lands­liðs­leik­arar at taka av. HB hevur annars mangan havt tað trupult á Skála, men stórsigurin hevur av ál­va­ra sparka havnarliðið í gongd, og nú fara teir eftir seks stigum tilsamans móti B71 skírisdag og GÍ annan páska­dag. Eingin ivi skal vera um, at HB er stórfavorittar til dys­tin móti B71 í morgin, men mánadagin er uppgávan held­ur torførari, tá GÍ vitjar. Tí skurarnir høvdu takið á meis­ta­run­um í fjør. Teir vun­nu teir báðar fyrstu dystirnar við einum málið hvørja ferð, men vóru settir so dyg­gi­li­ga upp á pláss seinasta dyst­in teirra millum, tá HB vann við fýra málum móti ein­um. Spennandi verður at fylg­ ja hesum dysti, eins væl tað verð­ur at fylgja dystinum mó­ti uppflytarunum, tí HB krev­ur fulla úrtøku úr dyst­ un­um báðum. Allir klárir til páskalittar uppgerðir Krevja seks stig í Streymnesi Pauli við aftur um páskirnar Á Argjum eru tey fram­ veg­is hørm um tapið fyri sam­an­setta suð­ur­oy­ar­lið­ num. Tá ætlaðu argjamenn sær trý stig, men fingu ein­ki. Tí eru teir ógvuliga upp­set­t­ir uppá at fáa stig, helst fleiri, burtur úr pás­ ka­dyst­unum móti GÍ og EB/Streymi. Liðið sær eisini nakað sterk­ari út nú, enn tað gjør­di móti VB/Sumba. Han­us Jacobsen og Rani D. Christiansen sótu báðir hálv­skad­dir á beinkinum tá, men eru nú komnir seg heilt og tí skal roknast við, at teir báðir byrja in­ni. Men har eisini onkrir skað­ar á liðnum. Jón Niel­ sen hevur trupulleikar við rygg­in­um og verður ikki við, og somuleiðis er tað iva­samt, hvørt Súni Fríði Bar­bá verður klárur. Hann fekk ein snudd, tá teir spæl­du í Suðuroy, og hev­ ur ikki vant í vikuni, men á Argjum krossa tey fing­ rar fyri, at málrevurin verð­ur tøkur til týd­n­ing­ar­ mik­lu d­ystirnar skírisdag og annan páskadag. -rwd AB ætlar sær páskastig Tryggur sigur til Liverpool Við einum tryggum 3-0 sigri tók Liverpool fyrsta stikkið í Champions League-kvartfinaluni ímóti PSV Eindhoven, tá ið liðini brustu saman í Eindhoven í kvøld Tað vóru Steven Gerrard, John Arne Riise og Peter Crouch, sum gjørdu málini fyri enska stórfelagið, sum við sigrinum hevur meiri enn annað beinið í hálvfinaluni.