Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 • 4. apríl 2007 MIÐvikan 35 sonur Augustu og Per Jacobsen. Agusta sat eftir við 6 børnum, tað seinasta var ikki føtt, tá pápin doyði. Hetta gjørdist ein drongur, sum fekk navnið eftir pápanum. Dávur greiddi frá, at í Søldar­ firði hendi nakað tað sama sum í Vági, at tey bíðaðu og bíðaðu, og hildu seg einaferð síggja saknaða skipið á veg inn eftir fjørðinum. Tað var ein av hesum allarfagrastu døgum, ið kunnu vera um várið við stilli og sólskini. Dávur spældi í túninum í Niðaragerði saman við fýra av sínum systkjum og við Leif (Berg) systkinabarnið, sum vaks upp hjá ommuni og abbanum, sum búði í sunnara enda av húsinum. Niðaragerði var tvíbýli, sum tað er enn. ”Tá er einum av børnunum hyggjandi út á fjørðin og sær, at ein hvítbotnað slupp kemur inn um Saltnes. Hetta barnið sker í róp, at nú kemur Immanuel, og øll hini børnini tóku undir við tí og róptu: ” Nú kemur Immanuel, nú kemur Immanuel!” Mamma lat vindeygað upp í stovuni, og her var Tilda fastur eisini, meðan omma hugdi úr kamarinum hjá sær. Øll hesi vindeygu vendu móti sjónum. Eg minnist enn, bert 5 ára gamal, hvussu spent tey vóru, um hetta var Immanuel. Hetta var antin seinast í mai ella fyrst í juni. Hóast tá var farin hálvur annar mánaði frá tí, Immanuel av røttum skuldi verið heima, varð framvegis vónað, at skipið kortini fóru at koma aftur. Jú, har kemur ein hvítbotnað slupp inn eftir fjørðinum og stevnir beint inn móti Søldarfirði. Men stokkut var gleðin. Tí skjótt var tað onkur sum kendi, at hetta var ”City of Norwich”, ið Gunnar Danielsen førdi. Tá hon kom inn fyri Søldarfjørð, snaraði hon yvir móti Skála, og høvdu teir uttan iva onkur ørindi har, áðrenn teir fóru á Suðurlandið. At teir koma inn móti Søldarfjørð var tí, at skiparin Gunnar Danielsen var søldfirðingur og vildi heilsa bygdarfólkinum. Hann var giftur við Ingu fastur, og hann var svágur til tríggjar av teimum, sum fórust við Immanuel. Neyvan hevur hann ánað, hvussu henda hansara heilsan fór at vera fatað.” Dávur minnist eina aðra hend­ ing í hesum sambandi. Hann veit ikki vist, um hetta var sama dag sum umrødda hending, ella tað var nakrar dagar seinni. Hann sigur: ”Eg fór inn til okkara, vildi mammu okkurt, rópti á hana, men einki svar. Eg visti, at hon var inni, so tá hon ikki var í køkinum ella stovuni, mátti hon vera á loftinum. Eg fór upp á kamarið hjá henni. Eitt lítið borð stóð yviri við vindeyga, ein stólur var hvørju megin borðið. Mamma sat øðrumegin og omma hinumegin. Tær grótu báðar. Hetta hevur brent seg inn í mítt minni. Hetta var fyrstu ferð og einasu ferð eg sá mammu gráta. Hon vildi ikki lata okkum børn síggja seg gráta.” Hvussu kláraðu tey seg? Ein spurningur sum ofta verður settur er, hvussu kláraðu húsarhaldini seg, tá forsyrgjarin knappliga var burtur. Fyrst skal sigast, at tryggingin var í 1932 ikki heilt galin í mun til árini frammanundan. Men avgerandi var, at einkjurnar sjálvar vístu seg sum ”menn” og fingu í allarflestu førum húsarhaldini at rigga. Afturat hesum gjørdi føroyska hjálpsemið góðan mun, soleiðis sum tað altíð kom til sjóndar í støðum sum hesum. Øll royndu at hava kúgv sum ískoyti til húsarhaldið. Í Søldarfirði er bert kongsjørð. Tá bar til at fáa gerði frá bóndunum og kom hetta væl við. Fiskaturking var hesa tíðina av tí mesta, og har kundu nakrar krónur vinnast við at vaska og turka fisk. Dávur minnist væl summarið 1932 og árini aftaná. Her var eitt samanhald og hjálpsemi móti teimum, sum høvdu mist. Dávur minnist eina gamla elskuliga konu, Anna Weihe, kona gamla Weihe, handilsmannin. Hon var ommusystir hansara. Har sum tey búðu, var stórt vendipláss, har tey plagdu at spæla um kvøldarnar. Tá plagdi hon at koma við einum av hesum stóru, gráu pappírsposunum, sum fingust í krambúðunum tá. Hon hevði posan undir fyriklæðnum. Hon vildi ikki, at maðurin skuldi vita av tí, hon gjørdi. Hon bað Dáva fara niðan til mammu við honum, men legði altíð afturat við síni eyðkendu sumbiardialekt: ”Sig ongum tað.” Tað, sum hann serliga minnist at vera í hesum posa, var skerpikjøtið. Hetta kom serliga væl við, tí tey áttu einki kjøt. Tey vóru mong, sum sagt kundi vera um: ”Sæl eru hini miskunnsomu.” Tey høvdu kúgv. Hon mjólkaði hampiliga, og mamman plagdi at taka róma omanav og kirnaði smør, so tey sluppu undan at keypa margarin og spardu tey tískil ta útreiðsluna. Ein trupulleiki var, tá hoyggj­ ast skuldi. Beiggjarnir vóru ov smáir at sláa, og hetta var ikki konufólkaarbeiði. Men tað hendi Hesir fórust við Immanuel Sámal Jacobsen Jørgen Jacobsen Per Jacobsen Tummas Magnussen Sámal Petur Solmunde Anton Solmunde Sofus Solmunde Díðrik Djurhuus Óli Poulsen Georg Olsen Hans Andrias Hammer Sámal Rasmussen Jóan Karl Joensen Jørgen Joensen Óli Müller Hans J Havstreym Jens Mohr Joensen Ongin mynd er av Poul Nicolaj Cristiansen, sum var við Lauru, og av Sofusi Jacobsen og Poul Johannes Djurhuus, sum vóru við Immanuel.