Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 • 4. apríl 2007 MIÐvikan 36 seg fleiri ferðir, tá tey komu upp um morgnarnar, at menn slóu so mikið, at tey høvdu nóg mikið av at hoyggja fyribils. Hjálpsemið var tað sama, tá tað snúi seg um torvskurð. Tá menn róðu út og býttu fongin, vóru altíð nakrir fiskar, sum »lupu av«, og sum tey kundu taka við til húsa. Tað sama var, tá menn komu aftur av skipi og høvdu grapsað. Tá var tað ikki so sjáldan, at ein sekkur varð lagdur á trappuna hjá teimum. Hetta kom væl við sum døgurðamatur. Tað hendi eisini, tá onkur kom inn á gólvið, at ein pengaseðil lá eftir á borðinum, tá gestirnir vóru farnir. Mammubeiggin í faðirs stað Jákup Olsen, hjá Hans bónda, var mammubeiggi Dáva. Av heilsuorsøkum var Jákup heimamaður, og hann var í mangar mátar í faðirs stað hjá teimum børnum, sum hann var mammubeiggi til, og sum høvdu mist pápan við Immanuel. Dávur skrivar tá Jakku doyði í 1977 m.a: “Jakku gekk okkum á mangan hátt í faðirs stað. Hvussu hann tók sær av okkum, hevði okkum við sær og lærdi okkum mansarbeiði, sum var so neyðugt tá fyri at liva. Hann gav mær líggja og orv, sum hann sjálvur hevði gjørt. Eg var tá 8 ár. Sjákvur kom hann út í bøin, lærdi meg at halda orvinum og at brýna líggjan.” Dávur greiður eisini frá, hvussu Jakku plagdi at taka teir faðirleysu systirsynirnar út at dyrgja, og Jakku gjørdu teimum serligar smáar tráður, sum hóskaðu til teirra veiku armar. Dávur helt eisini, at í dag verða minnisvarðar reistir fyri okkara sjómenn, og alt gott um tað. Men hesar einkjurnar høvdu so søttliga eisini uppiborið ein minnisvarða. Tær vóru tær veruligu hetjurnar í samfelagnum. Hann nevndi eisini, at seks av teimum níggju einkjunum í Søldarfirði og har á leiðini giftust aftur, og tær blivu allar aftur einkjur. Manningin á Immanuel Sámal Jacobsen úr Niðara­ gerði, skipari, 29 ár. Eftir hann sat einkja við tveimum synum. Tann eldri var Eiler. Tann yngri, Sámal, eitur eftir pápa sínum. Hann var føddur í september aftaná, at pápin gekk burtur. Per Jacobsen, úr Niðaragerði, bestimaður, 37 ár. Eftir hann sat einkja við 6 børnum. Tað yngsta varð uppkallað Per eftir pápanum. Hann var føddur í august aftaná at pápin gekk burtur. Jørgen Jacobsen, úr Niðara­ gerði, 19 ár og ógiftur. Sámal, Per og Jørgen vóru brøður. Sámal Petur Solmunde, uttan úr Byrgi. Eftir hann sat einkja við trimum børnum. Sofus Solmunde, uttan úr Byrgi, 28 ár. Eftir hann sat einkja við trimum døtrum. Anton Solmunde, uttan úr Byrgi, 21 ár og ógiftur. Sámal Petur, Sofus og Anton vóru brøður. Sámal Rasmussen, uppi í Klova, 39 ár. Eftir hann sat einkja við átta børnum. Georg Olsen, 30 ár. Eftir hann sat einkja og ein dóttir. Hann var abbi Bjørn Kalsø. Hans Andrias Hammer, innan av Søldfjarðafløtum, 19 ár og ógiftur. Tummas Magnussen, av Lygnesi, 28 ár og ógiftur. Hesir 10 menninir vóru allir úr Søldarfirði. Joen Karl Joensen, 47 ár av Lambareiði. Eftir sat einkja við fimm døtrum. Jørgen Joensen, 19 ár og ógiftur, sonur Jóan Karl. Sofus Jacobsen av Grønuskriðu á Skipanesi, 20 ár og ógiftur. Didrik Djurhuus, 28 ár, Innan Glyvur. Eftir sat einkja við einum soni. Poul Johannes Djurhuus, 16 ár, Innan Glyvur. Óli Poulsen, 23 ár, úr Syðrugøtu. Eftir sat einkja við trimum børnum. Óli Müller, 23 ár, úr Norðragøtu og ógiftur. Hans J Havstreym, 28 ár úr Norðragøtu, ógiftur. Eftir sótu 9 einkjur við 32 børnum. Sum ofta var tá í tíðini vórðu somu hús rakt av fleiri vanlukkum bæði áðrenn og aftaná. Hetta var eisini galdandi fyri Immanuel og Lauru. Formaðurin í fiski­ mannafelagnum gekk eisini burtur Her skal ein maður av teimum, sum gingu burtur, umrøðast eitt sindur, og er tað Hans Jacob Havstreym úr Norðragøtu. Hann var nývaldur formaður í fiskimannafelagnum, bert 28 ára gamal. Hans Jacob var ein heilt ser­l­iga sjáldsamur unglingi. Hann fekk tíðliga áhuga fyri politikki, og kanska hevur Símun Pauli úr Konoy, lærari í Gøtu og fyrsti formaður í FF, verið íblástur hjá honum. Hann gjørdist sannførdur javnaðarmaður og fór á arbeiðaraháskúlan í Esbjerg. Hann kom heim aftur í 1929 at bøta um viðurskiftini hjá fiskimonnum. Hann hevði samband við fremstu donsku javnaðarmenn sum sjálvan Stauning, og tað finst eitt áhugavert brævaskifti millum Hans Jacob og hansara donsku floksfelagar. Hann varð valdur til forman í FF við ársbyrjan 1932. Tá var hetta starv ikki eitt fulltíðarstarv og seinni sama vár fór hann til skips við ”Immanuel”. Eg kendi væl Miu, mamma hansara, sum gjørdist 99 ára gomul. Hon fortaldi mær einaferð, at hon bønaði Hans Jacob um ikki at fara, nú hann hevði fingið hetta nýggja álitisstarvið. Hann svaraði aftur: ”Mamma eg má fara, sjálvt um føli á mær, at eg ikki komi aftur”. Hans Jacob kom heldur ikki aftur. Erling Poulsen greiðir frá fleiri líknandi dømum í samband við Lauru. Tað er einki at ivast í, at deyðin hjá Havstreym broytti fakfelagsligu og politisku søguna hjá Føroyum. Meira millum himmal og jørð…. Tað eru nógvar frásagnir um, at tað finst meira millum himmal og jørð enn vit skilja. Hetta er serliga komið fram í samband við slíkar vanlukkur, tá menn so ella so hava givið boð frá sær á feigdarstund ella at varsil hava verið givin um feigd. Ein sum greiddi frá hesum var Mia Mikkelsen, á Støðini, í Syðrugøtu, sum doyði 100 ára gomul í 2006. Hon var gift við Sofus Solmunde, sum fórst við Immanuel. Mia og Sofus fingu fýra gentur, og tær vóru Hjørdis, Margreta, Jóhanna, sum doyði 9 mánaðar gomul, og Jóhanna Sofía, vanliga kallað Hannifía. Hannifía var nýfødd, tá ið Sofus fór avstað.Tá ið Mia gekk við Hannifíu, droymdi hon eina náttina, at helvtin av seingini hjá henni og Sofus var fjald av kransum. Tá ið Hannifía varð fødd, legðist Mia við barsilsfepuri, og hon var framvegis sjúk, tá ið Sofus fór avstað. Hon var sera ring og ivaðist ikki í, at tað fór at vera hon, sum fór at doyggja. Men hon fekk góða hjálp frá Heiðadoktaranum, og Mia undraðist mangan á, at hon kom til lívs aftur.Tá ið Sofus sigur farvæl við Miu og skilnaðarstundin er komin, sigur Mia við mannin:”Eg fari at doyggja, áðrenn tú kemur aftur”. ”Hví sigur tú tað?”. Og so fortaldi hon um dreymin, hon hevði havt. Men tað bleiv Sofus, sum doyði, og ongantíð kom aftur. Lítla dóttirin varð tí uppkallað eftir systrini Jóhonnu, sum var deyð frammanundan og eftir pápanum, Sofusi, og kom at eita Jóhanna Sofía. Onnur frásøgn er um Helenu, sum var gift við skiparanum á Immanuel Sámal Jacobsen. Helena greiddi frá, at eina náttina brestur hurðin upp í loftskamarinum, har hon svav. Inn kemur Sámal í oljuklæðum, og sjógvurin rann úr honum. Hann sigur: ”Hetta var ein skaðasjógvur vit fingu”, og tá vaknar hon. Hesin dreymur samsvarar væl við tíðina, tá tey halda Immanuel verða burturgingan. Torkil Beder, prestur, er vágbingur. Hann var 8 ár í 1932, og hann greiðir frá, at eitt kvøldið sær hann skiparan á Lauru, Jens, sum var gubbi hansara, í túninum. Hann var í stivlum og oljuklæðum, men hattleysur. Hann fer inn og sigur mammu síni frá hesum. ”Tvætla”, sigur hon, ”hann er í Islandi.” Um náttina vaknar mamman við at tað verður bankað uppá. Hon fer at leita alla staðni, hvør tað kundi vera, men hon finnir ongan. Tá skilir hon, hvat ið er áfatt! Abbabeiggi Torkil hevði enntá tosað við skiparan í hamferð, so hann kendi eisini lagnuna hjá Lauru. 55 mans gingu burtur eftir hálvum ári Tað vóru nógvar slíkar hendingar í hesum árunum. Á heysti 1931 gekk Vestmannasluppin Dora burtur við 17 monnum, og tískil vóru tað hetta hálva árið 55 av okkara bestu fiskimonnum, sum fingu eina váta grøv. Teir flestu vóru millum 15 og 25 ár, tann elsti var 48 ár. Hetta skakaði sum rímiligt er alt føroyska samfelagið. Í mai 1932 var hildið minningarhald í Sjónleikarhúsinum í Havn fyri allar hesar menn. Húsið var fult av fólki. Umframt sang og tónleik talaði Absalon Joensen prestur, sum kann sigast at hava verið sjómansprestur meira enn teir flestu. Í Vági hevði hetta ta avleiðing, at jóansøkan varð avlýst í 1932. Bert 75 ár síðani 75 ár kann tykjast at vera long tíð. Men í hesum sambandi er hetta stutt tíð. Tá hugsað verður um, hvussu nógv ið er broytt, so er tað hugsunarvert, at nógvir núlivandi føroyingar hava upplivað hesa tíðina. Ein maður sum Andrias í Tarti var til skips á 11. ári, tá hesar hendingar fóru fram. Tey ungu í dag skilja hetta neyvan. Tí er tað umráðandi, at vit tá høvi er til tess minnast, at okkara vælferð í dag er ikki nøkur sjálvfylgja. Tey eru nógv, sum hava lagt rygg til, og ikki so fáir rindaðu við lívinum. Hetta eiga vit ikki at gloyma. Dinnafía kemur aftur í komandi Miðviku Í komandi Miðviku hitta vit aftur Dinnufíu og Jógvan Sofus Ferjá. Tá hava vit ískoyti til ta stak áhugaverdu frásøgnina um Acorn saman við myndum. Afturat tí fara vit m.a. til konfirmatión í Gøtu í 1933. Síðan hava vit seinna partin av frásøgnini hjá Jógvan Sofus um hansara fyrsta túr til skips. Dávur er sonur Augustu og Per Jacobsen, sum fórst við Immanuel. Dávur er 80 ár og minnist, tá pápin ikki kom aftur og tíðina aftaná. Hann eigur sítt virðismikla íkast í hesi søgu