Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-04, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 67 - 4. apríl 2007 ] Finski aldursforsetin heldur fram 36 ára gamli Jari Litmanen gevst ikki so. Hóast skurðviðgerðir og nógvar skaðar longdi hann í gjár sáttmálan við svenska Malmö FF við einum ári Litmanen, sum áður hevur spælt við stórfeløgum sum Ajax, Liverpool og FC Barcelona, hevur bara leikt 10 landskappingardystir fyri Malmö FF, síðan hann kom til felagið í 2005. Hetta vegna hansara drúgvu skaðar. Jari Litmanen spælir tó framvegis fyri finska landsliðið, har hann í verandi EM-undankapping er toppskjútti fyri land sítt við trimum málum. B71 jagstrar mál nummar 1000 B71 hevur 999 mál í søgu felagsins. Seinasta sunnudag vóru teir so nær við, sum tað yvirhøvur ber til at skora, tá Clayton Soares rakti tvørtræið, og tískil varð mál nummar 1000 ikki skotið tá. Um páskirnar hava sandoyingar aftur møguleikan. Fyrsta møguleikan fáa teir í Gundadali, har teir vitja meistararnar HB. Seinni møguleikin verður eisini á útivølli, tá B71 fer til Klaksvíkar. Í Runavík eru teir væl nøgdir við hug­ burð­in hjá NSÍ lið­ num, men teir halda av­gjørt, at mø­gu­lei­ ki er fyri betri leik­ lig­um avriki NSÍ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Full úrtøka á Sandi og nú tveir heimadystir. Tað kann ikki útilokast, at NSÍ eftir trý umfør fram­ veg­is fer at hava fulla úr­tø­ku, men møguleikin fy­ri stigamissi ímóti B36 og Skála á heimavølli er ei­si­ni sannlíkur. Leikliga avrikið í 1-0 sig­ri­num á Sandi var ein­ ki at rópa hurrá fyri. Í NSÍ eru teir tó sera fegnir um hugburðin, sum varð sýnd­ur, og sum í síðsta en­da var viðvirkandi til, at tað í yvirtíðini eyd­nað­ ist at skora sigursmálið. Tað tekur sína tíð at sam­an­spæ­la lið við so nógv­um nýggjum mon­ num, men í NSÍ siga teir seg rokna við, at spælið fer at batna. At hug­burð­ ur­in verður varðveittur er se­a týdningarmikið. Allir teir somu NSÍ spæl­ar­ar­nir eru tøkir und­ an heimadystunum Skír­is­ dag ímóti B36 og 2. pás­ ka­dag ímóti Skála, sum vó­ru í ferðalagnum á San­ di. Tá var Bogi Løkin all­ ar 90 minuttirnar á bein­ki­ num, tí hann var ikki kom­ in seg heilt eftir skaða. Bogi hevur vant í hesi vik­ uni, men tað kann væl hugs­ast, at hann aftur verð­ur á beinkinum – í hvus­su so er ímóti B36. Pól Thorsteinsson er fram­v­eg­is burturstaddur, og veteranurin verður tísk­ il ikki í NSÍ miðverjuni í morg­in. Í fjør eydnaðist tað on­gan­tíð NSÍ at fáa fulla úr­tø­ku burturúr ímóti B36. NSÍ var tvær ferðir í Gund­a­da­li. Burturúr teim­ um báðum vitjanunum fekk NSÍ eitt stig. Tá ið B36 var í Runavík, var úr­slit­ið eisini javnleikur. NSÍ hevði í fjør tvær ferð­ir vitjan av Skála. Að-ra ferðina vann NSÍ 2-0, og hina ferðina vann NSÍ 2-1. Tá ið NSÍ var á Ská­la, vunnu skálamenn 2-0. Í samansetta suð­ur­oy­ ar­lið­num ætla teir sær at hava stig við sær af­t­ ur úr Klaksvík, og teir ken­na seg eisini hava mø­gu­lei­ka, tá ið B36 fer at vitja VB/SUMBA Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fótbóltslagið er gott í sunn­ ara parti av Suðuroy. Fel­ags­ lið­ið hjá VB og Sumba fekk fult, tá ið teir sunnudagin høv­du vitjan av upp­flyt­ar­un­ um av Argjum. Tað var týd­n­ ing­ar­mik­il sigur. Ofta hevur VB/Sumba byrjanin verið ik­ki serliga sannførandi, og tað hevur borið við sær, at lið­ið beinanvegin hevur kent trýst á sær og hóttan av nið­ur­flyt­ing. Alt fólkið, sum var við til at vinna á AB, er tókt undan ferð­ini til Klaksvíkar í mor­ gin. VB/Sumba vitjaði tvær ferð­ir í Klaksvík í fjør. Fyr­ ru ferð taptu teir 3-0, og sei­ n­nu ferðina fóru gestirnir av­stað aftur við 1-0 sigri. Tað ræður um at halda tørn í verjuni sum longst. Um tað eydnast, so fer trýs­t­ ið á heimaliðið at økjast, og so kann tað so væl koma fy­ri, at Birgir Jørgensen el­la onkur annar fær mø­gu­ lei­ka fyri at gera mál í hin­ um endanum. 2. páskadag verður mót­ støð­an ikki minni ógvuslig hjá VB/Sumba. Tá fer B36 at vitja á Vágseiði, har ár­s­ tals­fel­ag­ið seinnu árini hev­ ur staðið seg rættuliga væl. Góð úrslit í fyrstu um­før­un­ um styrkja avgjørt sjálvs­á­ lit­ið á liði, sum er mannað við so nógvum ungum mon­ num, sum VB/Sumba er. Í Suðuroy fegnast teir um, at tað tykist ganga væl í yngru deildunum hjá lið­ un­um, sum eru samansett av spælarum úr allari oynni. Feg­n­ast verður um, at bæði drein­g­ja­liðið og smá­drein­g­ ja­lið­ið eftir fyrstu umførini eru fremst í landskappingini. Í staðin fyri at leggja rygg til keðilig tap, sum einstøku fe­løg­ini ofta áður hava gjørt, kennist tað hugaligt við góðum felagsliði at vera við, har tað er stuttligt at kapp­ast. Tað birtir undir hug­in at venja og dystast. Símun Luis Jacobsen og Hans Jørgen Djur­ hu­us eru báðir skad­d­ ir til páskadystirnar mó­ti AB og HB GÍ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Herfyri var Símun Luis Ja­cob­sen so óheppin at det­ ta niður úr einum stiga. Hann kom rættiliga illa fyri av hesum, breyt armin og fekk fleiri snuddir. Tískil verð­­ur hann ikki tøkur hjá GÍ um páskirnar, og kann hann halda páskafrí frá fót­ bólt­in­um. Sama kann Hans Jør­g­en Djurhuus, sum meid­ di sær lærkrikan í dystinum mó­ti EB/Streymi. Í Gøtu vi­ta tey ikki heilt, hvussu um­fa­t­an­di skaðin er beint nú, men tey rokna ikki við, at Hans Jørgen verður við skír­is­dag móti AB. – So fáa vit at síggja aftaná, hvussu verð­ur við honum, siga tey, og tað er eisini hesin hug­ burð­ur, sum valdar uppundir báð­ar páskadystirnar. GÍ hug­sar bara um útidystin mó­ti AB í løtuni, og tá tann dyst­ur­in er liðugur, fara tey at hugsa um HB dystin. Tey taka ein dyst í senn og siga einki um fulla úr­tø­ ku í báðum dystunum, hó­ast tað er ein sannroynd, at tey í Gøtu er vónbrotin um tapið fyri sun­da­lags­ mon­n­um, har teir mistu alt á gólvið í yvirtíðini. Tí sku­ lu teir helst vinna á AB hós­ dag­in. Gera teir tað, so eru teir við aftur, men renna gø­tu­menn seg í enn ein ó­sig­ ur har, so hava teir av son­n­ um fingið eina keðiliga byr­ jan uppá árið. Argjamenn vilja eisini ge­ra alt fyri at reisa seg eftir ó­sig­ur­in fyri suðuroyingum, so tí verður av sonnum tal­ an um eina spennandi og trup­la uppgerð á Argjum skír­is­dag. Uppgávan verður ik­ki minni spennandi og trup­ul annan páskadag, tá teir bresta saman við meis­ ta­r­arnar úr HB, sum teir høv­du eitt gott tak á í fjør og vunnu tvær ferðir. Símun Luis og Hans Jørgen halda páskafrí Skil skal fá­ ast á spælið Góður hugburður við í ferðalagnum