mikudagur 11. apríl 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 11. apríl 2007
7
tíðindi
Á tingfundinum í dag
skuldi tingið velja
eina nevnd, ið skal
viðgera eitt broyting
aruppskot til tingskip
anina. M.a. skulu
fleiri málsligar broyt
ingar gerast. Ætlanin
er at, at fleiri heiti
skulu verða brúkt í
hvørkikyni, sum verð
ur mett at borga fyri
meira javnstøðu
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Nú skal javnstøðan verða
sjónligari í orðatilfeinginum
í tingskipanini. Orð sum
“tær konur og teir menn”
skulu skiftast út við “tey”, og
heldur enn at brúka orðingina
““elsti maður ella elsta kona”
skal “elsta fólk” brúkast.
Talan er um eitt broyting
aruppskot, sum Edmund
Joensen, løgtingsformaður,
hevur áður lagt uppskotið
fyri Tingið. Hetta uppskotið
varð beint í eina sokallaða
§25 nevnd. Ein slík nevnd
verður upployst, tá hon er
liðug við sítt arbeiði, men
av tí at ein minniluti kravdi
málið aftur fyri tingið, skal
ein nýggj §25 nevnd veljast,
og hetta skuldi gerast á
tingfundinum í dag.
Edmund Joensen sigur
við Sosialin, at tingskipanir
verða enddurskoðaðar av og
á, og at talan ikki er um nakra
kollvelting, men heldur um
eina dagføring. Hetta er triðju
ferð, at Tingið fer at broyta
tingskipanina. Orsøkirnar
til slíkar broytingar kunnu
verða nógvar, m.a. broytast
tær tøkniligu fortreytirnar
at nógv, nú teldurnar ávirka
arbeiðið alt meira.
Málsligar broytingar
Tær málsligu broytingarnar
eru m.a., at ætlanin nú er, at
Tingskipanin bara skal eita
Tingskipanin ístaðin fyri tað
núverandi Tingskipan Føroya
Løgtings, ið verður mett at
vera ein dupultorðing.
Edmund Joensen dylur
heldur ikki fyri, at tað er
við javnstøðu í huganum, at
málsligar broytingar verða
gjørdar um kynini, og at so
nógv hvørkikynsorð skulu
brúkast sum gjørligt um
tinglimirnar. Tinglimirnir
verða tó framvegis kallaðir
løgtingsmenn, av tí at tað
hevði kravt eina broyting
í Stýrisskipanini at broytt
hetta heitið, og tað skulu
tvinni løgting verða við til
at samtykkja.
Sostatt skulu hvørkikyns
heitini serliga brúkast,
áðrenn tingfólkini eru vald,
tvs. at skotið verður upp,
at brúka heitini “tey” ella
fólk” heldur enn konur og
menn, tá nývaldu umboðini
koma í tingið at góðkenna
valbrøvini. Tá valbrøvini
eru góðkend, og tey valdu
taka sæti á tingið, er heitið
framvegis løgtingsmaður,
sum Stýrisskipanin ásetir.
Aðrar málsligar broytingar
í broytingaruppskotinum
hjá løgtingsformanninum til
Tingskipanina eru m.a., at
heitið skrivstovustjóri verð
ur broytt til stjóri, og Løg
tingsskrivstovan skal sambært
uppskotinum kallast Umsiting
Tingsins í framtíðini.
Tingfólk tosa úr
egnum sessum
Eisini sæt ymist í uppskotin
um, ið ber boðm um nýggjar
tíðir. M.a. verður spurnartekn
við um tað er neyðugt at lýsa
alment við tingfundum. Í við
merkingum til §32 í broyt
ingaruppskotinum verður
sagt soleiðis: “Við nýggju
kunningartøknini verður
mett, at tíðin er við at fara
frá at lýsa tingfundir alment,
hinvegin er einki til hindurs
fyri, at hetta framhaldandi
verður gjørt, um tað verður
mett neyðugt”.
Eisini verður borið upp á
mál, at tingmenn møguliga
skulu hava møguleika at røða
frá sínum sessi í tingsalinum.
Í viðmerkingunum til hesa
grein verður sagt at “enda
málið við hesum uppskoti
er at geva formanninum
heimild at víðka um møgu
leikan hjá tingmanni at tala
úr sætinum. Í londunum
kring okkum er tað vanligt,
at stuttar viðmerkingar
verða gjørdar úr sætinum.
Tað er í løtuni ikki ætlanin
at broyta galdandi skipan,
men gevur henda broytingin
møguleika fyri hesum, uttan
at tingskipanin skal broytast
aftur. Slík skipan krevur eis
ini, at mikrofon er á hvørjum
borði”.
Vantandi verða fáa allir
flokkar í Tingi hvør sítt umboð
í nevndina. Harumframt
verða teir fýra tingmenninir
í formansskapinum umboð
aðir í nevndini.
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn,
sigur seg hava fingið
fleiri áheitanir frá
javnaðarfólki um at
stilla upp til løgtings
valið, sum verður í
seinasta lagi í januar
2008. Sjálvur hevur
hann ikki tikið støðu,
men hann váttar, at
hann hevur hug til
tingarbeiði.
Heðin Mortensen
stillaði upp til sein
asta løgtingsval á sam
bandslistanum, men
kom ikki inn. Hann
hevði tó verið ting
maður í dag, um hann
hevði fingið sama
atkvøðutal á javnaðar
listanum. Sostatt er
líkt til, at kappingin
verður hørð um
tingsessirnar hjá
Javnaðarflokkinum í
Suðurstreymoy
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Tingsetan er farin at halla,
og eftir ætlan verður síðsti
tingfundur í hesi setuni tann
3. mai. Løgmaður hevur boð
að frá, at hann hevur sett
merki við 19. januar 2008
í álmanakkanum, tí tá ætlar
hann, at løgtingsval skal
vera.
Sostatt skulu tey lokalu
valfeløgini skjótt fara at
umhugsa, hvørjar kandidatar
tey skulu stilla upp til val
ið og hvussu tey skulu
brynja seg til eitt komandi
valstríð.
Í fleiri valdømum hevur
longu verið frammi, at ávísar
broytingar kunnu væntast
næstu ferð, tá veljarin skal
seta kross á atkvøðuseðilin.
Okkurt valfelag hevur boðað
frá, at javnstøða skal verða
á teirra lista, meðan tað
meira enn so kemur fyri, at
tingfólk siga seg umhugsa
støðuna.
Sosialurin hevur loddað
eitt sindur í tí politiska dýp
inum, nú í mesta lagi tríggir
ársfjórðingar eru eftir til
valið.
Í Suðurstreymoy kann
borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen vátta, at fleiri
fólk - bæði privatfólk og
kreftir í Javnaðarflokkinum
– hava heitt á hann um at
stilla upp til løgtingsval.
Enn er tó eingin áheitan
komin frá Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag um at stilla
upp, sigur Heðin Mortensen,
og sjálvur sigur hann, at hann
ikki hevur tikið støðu, um
hann møguliga fer at taka av
eini tílíkari áheitan.
Ágangur á
høvuðsstaðin
- Men Havnin manglar
eina góða rødd, tí ágangurin
er øgiligur. Forstáilisi er ikki
nóg gott.
- Nú ræður um at verja
borg, sigur borgarstjórin í
Havn, tá talan er um at velja
tinglimir næstu ferð.
Heðin Mortensen metir,
at tað verður ov tosað nógv
um tað negativa heldur enn
at byggja upp, og tí heldur
hann tað vera neyðugt
Havnin og Suðurstreymoy
fáa betri kor.
- Tá Havnin hevur tað gott
hava bygdirnar tað gott, sigur
Heðin Mortensen og leggur
dent á, at allir føroyingar
eiga høvuðsstaðin.
– Tað ljóðar, sum tú hevur
hug at stilla upp?
- Ja tað havi eg, sigur
Heðin Mortensen.
Tøtt kapping
Men kann tað ikki verða trong
ligt á lista C í Suðurstreymoy
næstu ferð?
- Ja, tað veit eg ikki, tað
er møguligt, men hvat er
trongligt? Tað ræður um
at gera vart við seg, sigur
borgarstjórin og leggur dent
á, at hetta kemur veljarin at
gera av.
Heðin Mortensen stillaði
upp til seinasta løgtingsval í
2004 fyri Sambandsflokkin.
Tá fekk hann 398 atkvøður,
men kom ikki inn á ting, av tí
at hetta bert rakk til eitt triðja
pláss á Sambandslistanum
– hetta eru 18 fleiri enn tær
380 atkvøðurnar, ið John
Johannesen fekk, og sum
var nóg mikið at tryggja
honum annaðplássið á
javnaðarlistanum í Suður
streymoy og harvið ein
umdømisvaldan tingsess.
Nú er Heðin Mortensen
limur í Javnaðarflokkinum, og
tí kann tað gerast spennandi,
um Suðurstreymoyar Javnað
arfelag velur at stilla Heðin
Mortensen upp hesaferð.
Til valið í 2004 fekk
Kristian Magnussen flest
javnaðaratkvøður í Suður
streymoy – hann fekk 412
atkvøður, sum vóru 14 fleiri
enn Heðin Mortensen. Síðani
komu John Johannesen,
ið sum nevnt fekk 380
atkvøður, Helena Dam á
Neystabø við 341 atkvøðum,
og Katrin Dahl Jacobsen, ið
308 fólk valdu at geva sín
kross.
Heðin umhugsar tingsess
Heðin Mortensen hevur hug at verja høvuðsstaðin á Tingi. -
Ágangurin er øgiligur, sigur hann
Tingskipanin broytast
Nú skal meira javnstøða hómast í orðavalinum í Tingskipanini