mikudagur 11. apríl 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 69 - 11. apríl 2007
Ongar ítøkiligar ætl
anir eru um at flúgva
upp á Føroyar, men
sambært leiðsluni í
Sterling, er tað langt
frá óhugsandi, at
felagið seinni fer at
seta eina tílíka rutu á
stovn
FLOGFERÐSLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Søgur hava seinastu dagar
nar gingið um, at íslendska
lágprís flogfelagið Sterling
umhugsar at seta á stovn
rutu millum Keypmanna
havn og Vágar. Og markn
aðarleiðarin
hjá
stóra
íslendska felagnum avvísir
ikki, at tað væl kann gerast
veruleiki.
- Í løtuni hava vit so nógv
jørn í eldinum, so beint nú
hendir einki. Og mær vit
andi hava vit heldur ikki
sett nakra kanning í verk at
lodda dýpið í sambandi
hesa rutu, sigur Stefan Viln
er, undirstjóri í Sterling
Marknaðarleiðarin greið
ir frá, at hjá teimum er tað
so, at ymsu ruturnar fyrst
verða settar á ein lista, og
síðani verða gjølligar kann
ingar gjørdar av møguleik
unum fyri at upprætta
umrøddu rutu. Og kannn
ingar eru sum nevnt ikki
gjørdar enn í sambandi við
eina møguliga Føroyarutu.
Avgjørt áhugavert
Treyðugt so hava teir á
Sterling skeitt eitt sindur at
flogmøguleikunum millum
Danmark og Føroya, og teir
hava fylgt so mikið væl við,
at teir vita, at nú er bert eitt
flogfelag á rutuni.
Sterling røkir framman
undan fastar rutur millum
einar 35 farleiðir í Europa
og Norðurlondum. Í fjør
flutti felagið 5,3 milliónir
ferðafólk í ógvuliga fram
komnum flogførum, í flestu
førum Boeing 737-800, ið
tekur 189 fólk.
- Føroyar sum rutumál er
avgjørt áhugavert fyri okk
um. Vit kanna alla tíðina
møguleikar fyri at menna
okkum, og sjálvt um einki
ítøkiligt er í umbúna í løt
uni, er tað langt frá óhugs
andi, at vit einaferð seinni
fara at flúgva upp á Vágar,
sigur Stefan Vilner, uttan tó
at vilja seta tíðarfreist á.
- Loftferðsla er danskt
málsøki, og tí er tað
ikki vist, at Vinnu
málaráðið verður
eftirspurt, um Sterl
ing ætlar at flúgva
upp á Føroyar, sigur
Bjarni Djurholm
FLOGFERÐSLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin
Føroyskir
myndugleikar
eru ikki partur av málinum,
tá flogfeløg søkja um loyvi
at flúgva upp á Føroyar.
Málsøkið
er
nevniliga
danskt burturav.
Bjarni Djurholm sigur, at
Vinnumálaráðið bara er
hoyringspartur, tá tað kem
ur til koncessiónir, og at teir
sum oftast bert eru eftir
spurdir, tá tað snýr seg um
prísir.
- Grovt sagt kann mann
siga, at vit bert sleppa at
tosa, um danir tíma at lurta,
sigur landsstýrismaðurin.
Í sambandi við tíðindini
um, at Sterling møguliga
fer at flúgva upp á Føroyar
sigur Bjarni Djurholm, at
teirra grundleggjandi støða
er, at á øllum økjum, har
fleiri enn ein bjóða seg
fram, er tað betri fyri brúkar
an, og harvið eisini fyri
samfelagið.
- Vit mettu tað vera eitt
stórt framstig, tá FaroJet
bjóðaði seg fram á Føroya
rutuni. Nú vísti tað seg
tíverri, at felagnum varð
ikki lív lagað, og tað er
harmiligt. Men vil Sterling
bjóða seg fram á Føroyaleið
ini, skulu teir verða bodnir
vælkomnir frá okkara síðu,
sigur
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður.
Bjarni Djurholm, landsstýrimaður:
Sterling skal vera vælkomið
Tunnilin ávirkar
Hóast tað fara at ganga nøkur ár, áðrenn tað ber til at koyra
undir Skopunarfirði, hevur tunnilsætlanin longu fingið
sína ávirkan. Í hvussu er er áhugin fyri grundstykkjum í
Skopun vaksin nógv. Fyri kortum gjørdi kommunan eina
útstykking við 22 stykkjum, og nú er ætlanin at gera 12
afturat. Gerhard Lognberg, bygdarráðsformaður, sigur við
Útvarpið, at tað eru yvirhøvur fólk við tilknýti til bygdina,
sum ætla at búseta seg í Skopun.
Etiskir fyrilestrar
Í morgin, 12. apríl, hevur Føroya felag móti krabbameini,
aðalfund í Listaskálanum í Havn, og hesaferð verður
serligur dentur lagdur á etikk. Felagið hevur fingið Hans
Paula Strøm, landsstýrismann at seta hol á kjakið í
krabbameinshøpi, og síðani fer leiðarin í etiska ráðnum
hjá norska sjúkrarøktarfrøðifelagnum, Maria Aakre, at
halda fyrilestur um etiska tvídráttin, tá tað snýr seg um
krabbamein og deyða. Fyrilestrarnir byrja kl.19.
Stefan Vilner, undirstjóri hjá Sterling:
Umhugsa at flúgva
upp á Føroyar
Størri parturin av flotanum hjá Sterling er Boeing 737-800, við plássi til 189 ferðafólk. Hetta eru heldur størri flogfør enn 737-300,
sum Maersk at enda nýtti á Føroyarutuni.
Mynd: Sterling
Vil Sterling bjóða seg fram á Føroyarutuni, skulu teir
verða bjóðaðir vælkomnir frá okkara síðu, sigur Bjarni
Djurholm, landsstýrismaður.
Savnsmynd