Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 69 - 11. apríl 2007 Stjórin á Atlantsflog er ikki bangin fyri kapping frá Sterling, skuldi hon komið. Hann vísir á, at felagið í veruleika­ num altíð hevur verið í kapping við onnur flogfeløg. FLOGFERÐSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað verður ofta havt á lofti, at tað er ósunt, at bert eitt flogfelag røkir farleiðina til og úr Føroyum. Og tað kann vera nakað um tað. Men Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, vísir á, at talan í veruleikanum bert hevur verið um eitt ár ella so við ongari kapping á rutuni. - Heilt frá tí Atlantsflog varð sett á stovn og fram til 2004 høvdu vit kapping frá Maersk, og síðani hava bæði DAT og FaroJet verið á rutuni. So tíðin við ongari kapping hevur ikki verið so long tá samanum kemur, sigur Magni Arge. So um Sterling skuldi gjørst ein kappingarneyti á rutuni, førur ikki til svøvn­ leysar nætur hjá Magna. - Sjávlandi skapar tað aðrar fortreytir, men tað er ikki nakað nýtt, tí eg havi alla tíðina roknað við kapp­ ing á økinum, sigur stjórin hjá Atlantsflog, sum eisini vísir á, at við longdari flog­ breyt verður møguleikin hjá størri flogførum at seta seg í Vágum. Bíða spent eftir ECAA Sum nevnt aðrastaðni á síðuni verður í løtuni arbeitt við at útvega Føroyum lima­ skap í europeiska flog­ ferðslu­samtakinum ECAA. Í stuttum merkir hesin limaskapur, at ístaðin fyri at vit byrgja okkum inni í Føroyum, verður latið upp fyri møguleikanum at kapp­ ast frítt á øllum rutum í Europa. Tað virkar so sjálvandi báð­ar vegir soleiðis, at onn­ ur flogfeløg fáa frítt at flúgva upp á Føroyar, skuldu tey ynskt tað. Magni Arge sigur, at eftir hansara tykki er hetta rætti vegurin at ganga, tí tað letur upp fyri stórum møguleikum hjá føroyska flogfelagnum. Samstundis fer hetta eisini at krevja, at allar góðar kreftir savnast um eitt sterkt føroyskt flogfelag. Hjá Atlantsflog bíða tey spent eftir hesum limaskapi, sum sambært Magna Arge skuldi verið havt verið veru­ leiki longu 1. januar 2007 í sambandi við komandi pri­ vatiseringina av felagnum. Arbeitt verður í løtuni við at Føroyar gerast partur av sonevndu ECAA- avtaluni, og tá tað er veruleiki, verður tað fullkomiliga frítt hjá Atlantsflog at flúgva allastaðni í Europa. FLOGFERÐSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í tosinum um kapping á Før­oyarutuni, tykist eitt lyklaorð at vera ECAA- av­talan. Hetta er sam­starvs­ avtala millum ES og triðja­ lond í Europa í sambandi við flúgving og merkir í stuttum, at flogfeløg kunnu flúgva frítt til øll lond í Europa uttan framman und­ an at søkja um koncessión. Tað vil so siga, at tá Før­ oy­ar verða partur av hesi avtalu, sum vanliga verður nevnd 3. luftfartspakkin hjá ES, kunnu øll europeisk flogfeløg frítt flúgva upp á Føroyar uttan at biða um loyvi frammanundan. Men tað merkir so eisini, at Atlantsflog fær somu møgu­leikar runt um í Europa. Og tað metir Bjarni Djurholm, lands­ stýris­maður, vera avgerandi fyri, at føroyska flogfelagið kann menna seg. Løgmaður hevur í sam­ ráð við Uttanlandsnevndina tikið upp samráðingar við ES um føroyska innliman í avtaluni. Í grundini er flog­ ferðsla eitt mál undir Vinnu­ málaráðnum, men av tí at talan eisini er um uttan­ríkis­ mál, ið løgmaður umsitur, er tað hann, sum tekur sær av hesum. - Vit eiga eftir mínum tykki at yvirtaka loftferðslu­ økið, serliga vit nú vit yvir­ taka flogvøllin. Men at yvir­taka eitt slíkt mál tekur drúgva tíð. Talan er um nógv­ar altjóða bindingar og fyrireikingar, sigur Bjarni Djurholm. Og landsstýrismaðurin undir­strikar, at tað hevur stóran týdning at gerast partur av ECAA í hesum sambandi. - At gerast partur av slíkari avtalu brýtur heilt einfalt burtur úr nýggjum, sigur landsstýrismaðurin. Tá Føroyar gerast partur av EACC-avtaluni, verður frítt hjá flotanum hjá Atlantsflog at flúgva til øll lond í Europa. Savnsmynd Meinigheitshúsið fingið Myspace Allir tónleikarar við respekt fyri sær sjálvum hava ein Myspace-profil. Hetta er galdandi fyri føroyskur og útlendskar – bólkar og einstaklingar. Síðan er tað blivið alsamt meir vanligt hjá einstaklingum at gera sær ein profil fyri at samskifta við vinir og kenningar. Nú er enn eitt fyribrygdi at hóma innan myspace. Tað er at eisini samkomur og felagsskapir hava fingið sær ein profil fyri m.a. at kunna um komandi tiltøk og vísa myndir frá farnum tiltøkum. Meinigheitshúsið í Havn hevur nú eisini fingið ein profil. Hesin profilur er tó serliga ætlaður ungdómsarbeiðinum í húsinum. Profilurin er at finna á www.myspace.com/meinigheit Magni Arge, stjóri á Atlantsflog: Havi alla tíðina roknað við kapping 3. loftferðslupakkin hjá ES: ECAA brýtur upp úr nýggjum Sjálvandi skapar tað aðrar fortreytir, um annað flogfelag kemur á Føroyarutuni, men tað er ikki nakað nýtt, eg havi alla tíðina roknað við kapping, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog. Savnsmynd