Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 69 - 11. apríl 2007 Í síðstu viku vitjaði danski fólkatingsmaðurin Naser Khader í Føroyum, og helt hann sera áhugaverdan og við­komandi fyrilestur í Miðlahúsinum. Khader er ikki hvør sum helst, hann er altjóða viðurkendur serfrøðingur í fólkaræðiligum málum og integratiónsmálum. Hann kom til Danmarkar sum ellivu ára gamal úr Sýria við palestinskum bakstøði og er útbúgvin cand. polit. Hann er sostatt nakað av einum mynsturbrótara, og er kendur sum ein klókur og virdur luttakari í almenna orðaskiftinum úti sum heima. Undir Muhammedkreppuni tók eina djarva støðu og hevur síðan livað við fastari politiverju, tí yvirgangskroppar liggja honum eftir lívi­ num. Ein skuldi trúð, at ein slíkur persónur hevði áhuga hjá ikki bert einum breiðum almenningi men eisini hjá teimum, ið umboða almenningin. Vit hugsa um okkara fólkavaldu. Ikki ein tann einasti tingmaður ella lands­ stýrismaður so frægt sum hirdi at møta til fyrilestur Khaders. Her var so enn eitt dømi um tann trótandi áhuga fyri demokratiskum orðaskifti, sum tíverri ser­ merkir okkara politikkarar. Her sóu vit enn eitt dømi um ta líkasælu, ið eyðkennir okkara fólkavaldu! Vitjan Khaders var eitt einastandandi høvi at kunna seg við nakrar grundleggjandi spurningar og trupulleikar, sum við fullari ferð eru á veg inn í samfelag okkara, spurn­ ingar, ið eru frammi í umheiminum. Men sum vanligt við týðandi almenn tiltøk, har ein skal kunna rokna við, at politikkarar møta upp við eini meining, taka lut og markera, at vit eru eitt vælvirkandi fólkaræði, ella bara lurta um ikki annað, ja, har vóru okkara politikkarar ósjónligir. Bert nøkur av teimum vanligu glepsunum í firtnum lesarbrøvum. Hvat er hetta fyri nakað? Er hetta likasæla ella bara heimføðisskapur? Arrogansa? Ótti fyri tí fremmanda? Er hetta tann tíverri alt ov vælkenda ”Tað skal eingin koma her og siga okkum nakað” støðan? Vit búgva her og tí vit vita best! Ella bera tey ósjónligu boð um eitt­ hvørt uppaftur meira ódámligt? Var hetta bert enn eitt dømi um ta líkasælu við alt, ið ikki gevur atkvøður, ið tíverri í alt ov stóran mun eyðkennir okkara fólka­ valdu? Øll, sum vóru til fyrilestur Khaders, eru samd um, at hann var óvanliga áhugaverdur og viðkomandi at lýða á. Tað er tí ikki sørt harmiligt, at væntandi áhugin og væl­kenda líkasælan, sum tykist eyðkenna flestu av okk­­ara politikkarum enn einaferð er komin til sjóndar hjá teimum ósjónligu. Vit standa frammanfyri somu trupulleikum sum okkara grannalond. Vit eru sogin inn í altjóða meldurin. Hetta er ikki ein støða, sum eggjar til tað, sum ein vælkendur tingmaður plagdi at kalla strutsapolitikk. Her hjálpir ikki at stinga høvur í sand, men her verður brúk fyri, at øll taka ábyrgd og sýna áhuga. Sosialurin Tey ósjónligu – eingin politikari til Khader­­- fyrilestur Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Grundarlagið undir at geva burtur felags ogn føringa, Før­oya Banka, varð lagt í einum døgurðatíma 2. mai 2006. Tá royndi Løgtingið at krógva avgerandi við­gerð­ ina av at privatisera bankan (les: at geva ogn tína til nakrar fáar), við at hava triðju løgtingsviðgerð með­ an flestu føringar lurtaðu eftir tíðindunum á døgurða. Eg metti hesa umvendu Robin Hood gerðina skeiva at vera, atkvøddi ímóti og kunnaði teg sum eigara um hetta í lesarabrævi í bløðu­ num. Nú ressast nakrir av ja- sigara politikkarunum við, júst sum eg væntaði, valið nærkast jú. Teir látast sum fyritreytir eru broyttar - men so er ikki. Tí tað var júst tað, ið nú hendir, eg ávar­aði ímóti og vegna tess atkvøddi eg nei til privati­ seringina (gevanina av ogn allra til fáar at ríka seg av). Eg vísti á søguna, sum upp til fleiri ferðir váttar, at tá væl gongur, vilja privatir eiga fíggjarkervið, men tá táttar í, og útlit eru fyri tapi, tá má landskassin – t. v. s. tú og eg - taka um endan. Men so títt og knapt bankin gevur pening av sær aftur til tín, mín og landskassan, ja so er einki mark fyri argu­ mentum at geva hann (ogn allra) til teir fáu at ríka seg av, men bert til næsta skrædl­ ið kemur, tá mást tú aftur gjalda veitslu teirra fáu. Og júst so er støðan í dag, tað eg ávaraði móti tykist henda. Nú bankin gevur av sær, bæði í skatti og vinn­ ingsbýti, til felags kassa okra, landskassan, tykist alt benda á, at ætlanir eru um at geva hann, tína og mína ogn, til útvaldar - fyri brot­ part av tí, hann er verdur. Har­­afturat tykist eisini verða greitt, at fleiri hjálp­ arar ganga klárir at skúma róman. Umráðandi er at steðga hes­um. Men hvussu? Politikkarar tykast ikki sinnaðir at hjálpa - spurning­ urin er tí, um ikki eitt fólks­ ligt mótmæli, t. d. sum und­ ir­skiftir, átti at farið í gongd fyri at steðga ábyrgdar­loysi­ num? Er onkur, ið hevur hug at samskipa slíka verju av bankanum, ella hevur tú kanska aðra loysn? Á Kyndilsmessu í ár varð løgmaður spurdur eftir ein­ um uttanríkispolitiskum orða­skifti á tingi, og svaraði hann tá, at málið var komið til fínpussingar, og var áveg­ is í tingi. Nú summarmáli er í hondum og tingssetan við at enda, sæst einki útkast til nakað uttanríkispolitiskt orða­skifti, hvørki grovt- ella fínpussað, og heldur einki sæst til nakran løg­ mann, sum umsitur hesi viðurskifti. Tvørturímóti, so er løg­ maður burturstaddur, nú løg­tingið hevur mest at gera, og næstseinastu munn­ ligu spurningarnir eru á skrá. Eitt uppskot Tjóðveldis­ floksins fyri einum ári síð­ an, um at søkja limaskap í EFTA, varð eftir áheitan frá løgmanni forðað í at fáa í viðger í uttanlandanevndini og doyði tí stráðdeyðan á tingi. Annað uppskot Tjóðveldis­ floksins nú um dagarnar, um at taka ræði á uttan­ríkis­ politisku viðurskiftunum, varð eftir áheitan frá heima­ stýrisflokkunum í formans­ skapinum forðað í at fáa nakra viðger yvirhøvur, og doyði tí eisini stráðdeyðan á tingi. Í triðja lagi hevur so sjálv­ ur løgmaður ligið á lyftu­ num og møguleikunum fyri at leggja nakað uttanríkis­ politiskt orðaskifti til ting­ sins viðger alt samgongu­ skeiðið. Tráðspurdur á Kyndils­ messu svaraði løgmaður, at framløgan til uttanríkis­polit­ iska orðaskifti var til fín­ puss­ingar, og fyrsta dagin varð borin niðan í tingið. Nú setan er um at enda, einki mál sæst hava verið á dagsskrá í Tinganesi, og løg­ maður ongari aðrari frá­boð­ an er komin við, verður rokn­að við, at árligu lyftini um hetta orðaskiftið verða brotin enn eina ferð. Kortini, so hevur Tinga­ nes boðað frá, at varaløg­ mað­ur røkir heimildir løg­ mans, meðan løgmaður er burturstaddur, og verður vara­løgmaður tí spurdur, um hann kann kunnað løg­ tingið um uttanríkispolitisku støðu Føroya í løtuni, Evropa­strategiirnar og útlit­ ini fyri ætlaða limaskapi okk­ara í EFTA/EBS? Hvussu verja vit Føroya Banka, nú verjarnir svíkja? løgtingsmaður Jenis av Rana Hergeir Nielsen Hví krógvar samgongan uttanríkis­ politikkin fyri løgtinginum?